hósdagur 14. mai 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 91 - 14. mai 2009
an mær, tí hetta er veruliga
ein gimsteinur. Og her er
veruliga talan um eitt land,
sum er ein fjaldur gimstein
ur, og einasti trupulleikin
er, at fólk kenna ikki landið,
sigur Simon Anholt.
Og tað er ógvuliga sjáld
samt. Tað er í heilum, at
stjórnir seta seg í samband
við hann fyri at vita, um
hann kann bøta um vánaligt
umdømi hjá landinum.
Tað fyrsta eg tá spyrji
um er, um umdømið er
vánaligt, tí landið er vána
ligt. Og tað verður ofta illa
upptikið. Men tá eg so
hyggi nærri skilji eg væl, at
tey hava vánaligt umdømi,
antin tað so er tí tað er eitt
keðiligt land, ella tí tey gera
alt skeivt. Føroyar hinvegin
er eitt út av einari millión,
eitt ótrúligt land, sum fólk
bara ikki vita um. So her er
talan um eitt heilt annað
mál, enn um talan var um
Afganistan ella Kasakstan,
sigur Simon Anholt.
Samskifti týdning
Tað er sjálvandi munur á at
branda Føroyar í mun til
eitt land sum Holland, ið jú
hevur tulipanir, vindmyllur
og eitt fótbóltslandslið í
heimsflokki.
Tú kanst ikki skapa ein
kappingarsamleika, hann er
har, tú mást bara grava hann
fram. Samleikin hjá einum
landi finst, og eg fyrigykli
ongum, at eg uppfinni hann.
Hetta er ikki eins og ein
banki ella telefonfelag, har
tú kanst skapa eina ímynd.
Samleikin er landið, fólkið,
mentanin og søgan. Mín
uppgáva er at eyðmerkja
hetta og krystalisera tað, fáa
tað at virka. Tað er tí eg
nevni tað kappingarsam
leika, sigur Simon Anholt.
Hann sigur, at tað er und
arligt, sum hollendarar hata
at verða settir í samband
við tulipanir, vindmyllur og
tuflur, tí tað ger landið lætti
soppakent, meta teir.
Sjálvur haldi eg, at tað er
eitt hepni fyri landið at hava
hesi symbolini, tí tað merkir,
at tey longu eru í samskifti
við alheimin. Tey kunnu
siga við øll fólk í heiminum,
at »eg komi haðani vit hava
tulipanir og vindmyllur«, og
øll vita beinanvegin, at talan
er um Holland, sigur Simon
Anholt.
Tá fólk longu vita tað, er
lætt at samskifta og greiða
fólki frá onkrum nýggjum
um landið.
Við Føroyum er øðrvísi,
har er einki samskifti. Um
eg sigi við fólk »tú veit,
oyggjalandið í Norðurat
lantshavi, ið hevur eitthvørt
við Danmark at gera«,
standa fólk sum kánus, og
vit hava einki samskifti, og
tí er tað nógv truplari, sigur
Simon Anholt.
Lætt at branda
fyritøkur
Hann sigur, at tað er munur
á at branda eitt land í mun
til at branda eina fyritøku.
Man kann siga, at tað
eru fleiri ólíkheitir enn lík
heitir. Tú kanst skapa eitt
brand fyri eina fyritøku.
Fyrst og fremst er ein fyri
tøka ikki eitt demokrati, ein
fyritøka er eitt slag av eina
veldi, og har er ein forstjóri,
ið er at meta sum ein eina
veldisharri, og hann sigur
»hetta er mín visjón, hetta
er mítt brand, og líkar tær
tað ikki, verður tú koyrdur«,
og undir slíkum umstøðum
er lutfalsliga lætt at branda,
sigur Simon Anholt.
Framkomin
lond
eru
demokratiir, og tey arbeiða
als ikki á tann hátt.
Tað er ikki av tilvild, at
lond sum Dubai og Singa
pore eru stýrd á tann hátt, tí
tey eru eins og fyritøkur, og
tá er lættari at branda, tí øll
gera, sum tað verður sagt.
Tað er tað fyrsta. Tað næsta
er, at talan er um tvey púra
ymisk ting. Fyritøkur eru
einfaldar. Coke refreshes.
Persil makes white. Carls
berg – probably the best lag
er in the World. Tað er lætt
at branda. Lond er beint mót
satt, sigur Simon Anholt.
Hann sigur, at lond er tor
skild, kaotisk og mótsigandi,
og tað er eisini tað, ið ger
tey áhugaverd. Og tað ger
tað ógvuliga trupult. Eitt
annað er, at við einari vøru
hevur tú okkurt at selja,
lond hava einki at selja.
Og tað er ein trupulleiki.
Lýsingarherferðir eru fínar,
um tú selur ferðavinnu,
men um tú roynir at broyta
umdømið, eru tað burtur
spiltir pengar, sigur Simon
Anholt.
Ævig tilgongd
Arbeiðið hjá Simon Anholt
fyri føroyska uttanríkismála
ráðið er um at vera av.
Eg havi verið her 45
ferðir og havt eina rúgvu av
samrøðum við eina rúgvu
av fólki um alt landið, og
vit hava ment eina ætlan.
Næsta stigið verður nú at
savna alt saman í einari frá
greiðing, har eg geri nøkur
heilt nágreinilig uppskot
um, hvat tit eiga at gera.
Men tað er ikki endin á til
gongdini, tað er byrjanin,
so nú er tað upp til tykkum,
og eg fari at mæla til strukt
urir og bólkar, sum skulu
leiða tilgongdina frá nú av.
Og hetta er byrjanin til eina
tilgongd, sum varar í allar
ævir, sigur Simon Anholt.
Hann sigur, at skapa eitt
umdømi er sum at fylla eitt
baðikar, tá onkur hevur
tikið proppin.
So skjótt tit hava fingið
eina søgu í eitt blað, hava
fólk gloymt hana, og tit
mugu finna upp á eina
nýggja, og so eina nýggja,
og so eina nýggja, umaftur
og umaftur. Fyri at koma
hartil, at tú kanst steðga ein
ari kvinnu á gøtuni í Kanada
ella einum manni í Indon
esia og spyrja, hvat tey halda
um deiliga landið í Norður
atlantshavi, og tey siga áh,
ja, Føroyar... Tað tekur 20
ár, sigur Simon Anholt.
Hann fer av landinum aft
ur í morgin, men innan tað
hava fólk høvi at hoyra ein
fyrilestur frá heimsins leið
andi serfrøðingi í kapping
arsamleika. Í kvøld klokkan
19.30 fer Simon Anholt at
halda fyrilestur í Miðlahús
inum, og øll eru sjálvandi
hjartaliga vælkomin.
Taliban ræður í stórum økjum
Eitt landakort, sum bretska kringvarpið BBC hevur almannakunngjørt,
sigur, at pakistanskir myndugleikar hava ikki ræðið á meiri enn 38
prosentum av útnyrðingspartinum av landinum, meðan Taliban hevur
valdið í hinum 62 prosentunum av umráðnum ella meginpartinum av tí.
Kortið vísir, at Taliban hevur fult ræði á 24 prosentum av umráðnum og
næstan alt valdið í 38 prosentum. Tær seinastu vikurnar hevur
pakistanski stjórnarherurin við stuðuli frá amerikanska hervaldinum
hert átøkini ímóti Taliban í landspørtunum Swat, Buner og Dir.
Sviar tiknir í Teilandi
Myndugleikarnir í teilendska frítíðarstaðnum
Pattaya hava tikið tveir sviar og ein breta og
skuldsett teir fyri at hava havt kynsligt samband
við dreingir, sum eru yngri enn 15 ár. Teir tiknu
eru farnir um tey sjeyti, skrivar AP. Teilendska
løgreglan sigur, at teir tríggir menninir vórðu
tiknir, eftir at løgreglan hevði fingið eina
ábending frá norðurlendskari løgreglu, sum eisini
visti at siga, at menninir hava fingist við tílíklt
virksemi fyrr. Fýra aðrir menn eru tiknir í sama máli, og teirra viðurskifti verða nú kannað. Sambært AP
hevur teilendska løgreglan lagt hald á teldur, har menninir høvdu goymt myndir av ungum dreingjum.
Simon Anholt hevur, hóast dansktklingandi
navnið, einki við Danmark at gera. Hann er hálvur
onglendingur og hálvur hálendingur, og er fremst
serfrøðingurin í heiminum innan kappingarsamleika
Mynd: Jens Kristian Vang