Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 91 - 14. mai 2009 KAPPINGAR­SAMLEIKI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hóast eftirnavnið er rung­ andi danskt, hevur Simon Anholt einki við Danmark at gera. ­ Nei, tað er púra tilvild­ arligt. Navnið stavar upp­ runaliga úr Hollandi. Mama mín er ensk, men pápi kem­ ur úr Norðurhollandi, og navnið stavar haðani, sigur Simon Anholt. Hann býr í einum býi á eystursíðuni á Onglandi, Nor­ folk, nærhendis Norwich. ­ Tað vil siga, tá eg ikki siti í einum flogfari, tí eg ferðist rættiliga nógv, sigur Simon Anholt. Spurdur um útbúgving sigur hann, at hon var dýr. ­ Eg gekk á fleiri privat­ skúlum, áðrenn eg fór á Oxford universitetið at ganga, har eg læs fólkalívs­ frøði og mál, og tað hevur eitt sindur við tað at gera, sum eg nú fáist við, men kortini ikki so ógvuliga nógv, sigur Simon Anholt. Og tað sum hann ger nú, er at ráðføra lond viðvíkj­ andi umdømi og samleika, og tað hevur hann fingist við í 12­13 ár. Tjóðarbranding og tjóðar­ samleiki eru hugtøk, ið verða sett í samband við Simon Anholt, men hann sigur, at tað er ikki hann, sum hevur funnið upp á hesi heiti. ­ Tað, sum eg havi nevnt, er tjóðarbrand, og tað er ikki tað sama sum tjóðar­ branding. Tjóðarbrand sig­ ur bert, at tjóðir hava eitt umdømi, sum hevur stóran týdning fyri tey. Brand hev­ ur stóran týdning fyri fyri­ tøkur, hava tey eitt gott brand ber alt til, og hava tey eitt ringt brand, klára tær seg ikki. Og tað eg vísti á var, at í hesum døgum við altjóðagerð er tað sama galdandi fyri tjóðir, sigur Simon Anholt. Hann sigur, at branding merkir, at tú kanst broyta og svika við umdøminum hjá einari tjóð, og tað heldur hann ikki ber til. ­ Tú kanst hava eina ávísa ávirkan, men tú kanst ikki broyta veruleikan. Tú kanst ikki branda eitt land á sama hátt, sum tú kanst branda eina øl, til dømis. So eg upp­ fann vendingina kappingar­ samleiki, fyri á rættari hátt at kunna lýsa hugtakið, sig­ ur Simon Anholt. Ritstjóri Hann sigur, at hann við vilja valdi eitt »keðiligt« orð, tí branding er eitt sexut orð og fólk gerast spent um tað og ímynda sær alt møgu­ ligt spennandi við ljómandi slagorðum og fangandi lýs­ ingarherferðum. ­ Men hetta hevur einki at gera við nakað slíkt. Hetta snýr seg um keðilig ting sum politikk, búskap og samfelagsfrøði. So kapping­ arsamleiki hóskar væl til hugtakið, og tað heldur fólki frá at hugsa um brand­ ing, tí hetta hevur einki við branding at gera, sigur Simon Anholt. Hann er viðurkendur sum leiðandi serfrøðingurin inn­ an kappingarsamleika og umdømi hjá londum, men hann er lítillátin, tá vit spyrja hann, hvussu hann hevur fingið hetta umdømi. ­ Tað kemst helst av, at eg var hin einasti, sum fekst við hetta í mong ár. Eg var hin fyrsti, sum byrjaði at skriva og arbeiða á hesum økinum fyri einum 12 árum síðani, tað er ikki eldri enn so. Síðani havi eg arbeitt nógv og kanna nógv og nógv hevur verið akadem­ iskt arbeiði. Eg byrjaði eina akademiska útgávu, nevnd »Place Branding and Public Diplomacy« og talan er nú um 6. útgávu, sigur Simon Anholt. Hann er framvegis rit­ stjóri á blaðnum, og fær tí framhaldandi gott innlit í alt, ið rørir seg á økinum. ­ Men meira umráðandi ráðgevi eg stjórnum. Eg eri í føstum starvi í uttanríkis­ tænastuni hjá bretsku stjórn­ ini eini 10% av tíðini, með­ an hini 90% av tíðini ráð­ gevi eg stjórnum um allan heim, sum til dømis Føroy­ um. Og gjøgnum seinastu 12 árini havi eg ráðgivið einum 54 stjórnum, sigur Simon Anholt. Men hóast hann hevur úr at gera við sínum starvi sum ráðgevi og at vera rit­ stjóri á PBPD, hevur hann kortini havt stundir at skriva fleiri bøkur. ­ Ja, eg royni at skriva eina bók um árið, og tað eru góðar grundir til at eg geri tað. Fyrst og fremst tí tað stimbrar mín hugsunar­ hátt og forðar mær í at steðga upp. At skriva eina bók er at líkna saman við at loysa sær buksurnar, tú sleppur tær av við tað, sum tær ikki nýtist meira. Tú skrivar tað í eina bók og so er tað liðugt, tær nýtist ikki at hugsa um tað meira, og tú kanst í staðin menna nýggjar tankar, sigur Simon Anholt. Byrjar tað sama endar ymiskt Tá hann hevur ráðgivið so mongum londum, so eru tað sjálvandi lond á ymisk­ um menningarstøði. ­ Ja, har er talan um alt slag av londum, búskapar­ liga so breitt, sum tað kann gerast, frá Tansania til USA, og tað er veruliga úr øðrum enda í hin. Geografiskt frá Suðurstillahavinum til Norð­ uratlantshavið, og í stødd frá Føroyum til nøkur rætti­ liga stór lond, sigur Simon Anholt. Men tá londini eru so ymisk, hvussu ber hann seg so at, tá ein stjórn setur seg í samband við hann við ráð­ geving fyri eyga. ­ Gjøgnum tíðirnar hava eg ment eina arbeiðsskipan, sum er rættiliga líka fyri øll lond. Men úrslitini eru full­ komiliga ymisk frá landi til land, og tað eri eg fegin um, tí tað gevur ábendingar um, at eg ikki eri fallin til vanar. Í summum londum er loysn­ in strukturell við at seta á stovn stovnar og nevndir, í øðrum londum kann tað vera átøk, tað er ógvuliga ymiskt. Onkunstaðni hevur tað verið ein spurningur um at gera fólk kend fyri tað, sum tey gera, sigur Simon Anholt. Talan kann eisini verða um at styrkja ein ávísan sektor, so sum ferðavinnu. Tað kann vera so ógvuliga ymiskt, og í summum før­ um hevur einki verið at gjørt, og hann hevur snøgt sagt rátt teimum til ikki at spilla pening upp á hetta. ­ Í Letlandi vildu teir hava meg at branda landið, men eg ráddi teimum til ikki at gera tað, men heldur at savna orkuna um at branda Riga, tí hann hevur nógv betri umdømi enn landið. So alt byrjar á sama hátt, men endar fullkomiliga ymiskt, sigur Simon Anholt. Ein gimsteinur Hann hevur verið í Føroyum einar fimm ferðir seinastu átta mánaðirnar, og honum dámar sera væl landið. ­ Eg elski tað. Men eg eri helst ikki rætti persónurin til júst tað, tí eg falli altíð fyri øllum londum og fólki, sum eg starvist fyri. Og tess oftari eg vitji, tess meiri elski eg land og fólk. Eg eri lættur at ávirka, men Føroy­ ar tóku veruliga beinini und­ Føroyar ein fjaldur gimsteinur - Eg elski Føroyar. Men eg eri helst ikki rætti persónurin til júst tað, tí eg falli altíð fyri øllum londum og fólki, sum eg starvist fyri. Og tess oftari eg vitji, tess meiri elski eg land og fólk. Eg eri lættur at ávirka, men Føroyar tóku veruliga beinini undan mær, tí hetta er veruliga ein gimsteinur. Og her er veruliga talan um eitt land, sum er ein fjaldur gimsteinur, og einasti trupulleikin er, at fólk kenna ikki landið, sigur Simon Anholt, leiðandi serfrøðingur í kappingarsamleika Hermenninir skulu heimaftur Flestu danir vilja nú hava teir donsku hermenninar heim úr Afghanistan. Í einari nýggjari meiningakanning hjá metroXpress siga 50 prosent av teimum spurdu, at Danmark eigur at taka sínar hermenn úr Afghanistan. 41 prosent halda, teir skuldu halda fram har. Politiski viðmerkjarin Tommy Brems Knudsen heldur, at tað er skeivt av politikarunum at siga, at teir donsku hermenninir eru í Afghanistan fyri at forða fyri yvirgangi í Danmark. Hann heldur, at tað hevði fingið størri undirtøku, um politikararnir søgdu, at hermenninir eru í Afghanistan fyri at skapa frið og demokrati har. Havið tekur summarhúsini Tey seinastu árini hevur Norðsjógvurin tikið alt meiri av vesturjútsku strondini, og í umráðnum við Blåvand og Skallingen norðan fyri Esbjerg er havið so smátt farið at hótta tey ytstu summarhúsini. Í fyrsta umfari hevur tað fingið eigararnar at biðja myndugleikarnar verja strondina betur við eitt nú byrgingum ella verjugørðum. Blåvand og Skallingen eru í Varde kommunu, og umsitingin har sigur, at tað fer at kosta hálva aðru millión krónur um árið at verja summarhúsini. Kommunan sigur, at summarhúseigararnir noyðast at gjalda ein part sjálvir. ” »At skriva eina bók er at líkna saman við at loysa sær buksurnar, tú sleppur tær av við tað, sum tær ikki nýtist meira. Tú skrivar tað í eina bók og so er tað liðugt, tær nýtist ikki at hugsa um tað meira, og tú kanst í staðin menna nýggjar tankar«