hósdagur 14. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
vinnan
Nr. 91 - 14. mai 2009
Einasta familjan í
Koltri er nú økt úr
fýra upp í fimm.
Týsdagin átti Malan
Patursson eina gentu,
sum er fyrsta barn
í oynni í góð 30 ár.
Í Koltri kann lítla
diddan gleða seg
at spæla í heimsins
størsta sandkassa
Føðing
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Ein lítil fitt genta kom til
verðina á helst sólríkasta
degi í ár. Tað var týsdagin,
at lítla dóttir Malan Paturs
son og Petur á Dul Patursson
sá dagsins ljós. Tað, sum er
serligt við hesi føðingini, er
at dóttir Malan og Petur er
fyrsta barn føtt í fleiri enn
30 ár, sum er búsitandi í
Koltri. Tíðliga í ár tók
familjan
Patursson
yvir
garðin í Koltri, sum pápi
Malan rak í umleið 15 ár.
Malan og Petur eiga framm
anundan tveir dreingir, ið
eru átta og níggju ára gaml
ir. Fyri at fáa undirvísing til
teirra, er avtala gjørd um at
dreingirnir ganga í skúla í
Velbastað aðru hvørja viku,
og aðru hvørja viku fáa teir
heimaundirvísing.
Síðan
tey fluttu, hevur pápin kort
ini verið einsamallur í
oynni, tí Malan hevur verið
sjúkrameldað
síðan
tey
skuldu flyta, og hevur tí ver
ið í Kirkjubø tað mesta av
tíðini. So heimaføðing í
Koltri gjørdist ongantíð
rættiliga aktuelt fyri tey,
hóast tey skemtaðu við tí
eina tíð.
Týsdagin kom hon so til
verðina. Og tað gekk skjótt
fyri seg. Tað snúði seg ikki
meir enn um ein tíma, so
var hon her, sigur stolti páp
in á føðideildini í morgun.
3800 gramm vigaði hon,
og var 52 sentimetrar til
longdar.
Heim til heimsins
størsta sandkassa
Diddan, sum ikki hevur
fingið navn enn, er somu
leiðis tann fyrsta av syst
kinabørnunum,
sum
er
kvennkyn. Børnini hjá Mal
uni og Peturi hava bert
dreingjasystkinabørn. Með
an báðir beiggjarnir hava
hvønn annan at spæla við,
verður diddan púra einsa
møll. Men eitt systkinabarn
kemur væntandi til verðina
í summar, sum kann væntast
at koma at spæla við lítlu
koltursgentuna, tá tann tíðin
kemur. At tað skuldi verða
ein genta, hava foreldrini
vitað leingi.
Beiggjarnir eru so stoltir
av henni, og kappast um at
trilla hana eftir gólvinum.
Hon er so fitt og góð, hon
líkist beiggjunum nógv, og
hevur sama reyða hárlit, sum
teir, sigur mamman glað.
Tað er nógv at gera í
Koltri hesa tíðina. Nógv
ferðafólk kemur út í oynna,
og hvønn dag hesa vikuna
eru vitjanir fráboðaðar. Har
afturat er lembing fyri, so
nokk er at tríva í. Tí noyðist
pápin út aftur til Kolturs
longu í morgin. Mamman
og dóttirin vera væntandi
nakrar dagar í Kirkjubø,
áðrenn lítla sleppur at seta
fót á Koltur. Hon hevur kort
ini nógv at gleða seg til, eru
foreldrini samd um. Á
Koltri er nevniliga fínasta
sandstrond til børnini at
spæla á.
Vit mugu hava heimsins
størsta
sandkassa,
sigur
pápin og smílist.
Vilja ikki hava evruna
Nú er aftur meiriluti í Danmark ímóti at seta evruna í gildi ístaðin
fyri krónuna. Ein nýggj kanning hjá Rambøll vísir, at 45,2 prosent
vilja varðveita krónuna, meðan 43,7 prosent vilja hava evruna sum
gjaldoyra. Hetta er ein broyting í mun til eina tilsvarandi kanning í
januar, tí tá vildu 49,8 prosent hava evruna, meðan 44,6 prosent
søgdu nei. Hóast undirtøkan fyri evruni er minkandi, heldur Lars
Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fast um, at ætlanin er
framvegis at hava fólkaatkvøðu um evruna í hesum valskeiðinum.
Tað er tó ein fyritreyt, at flokkarnir í Fólkatinginum hava tikið
greiða støðu í málinum, sigur hann.
Læna pengar uttan rentur
Í Svøríki hevur tann stóri Handilsbankin gjørt av at bjóða fólki at
læna 100.000 svenskar krónur í eitt ár við 0 prosentum í rentu,
skrivar Børsen og leggur afturat, at tað eru ikki bara sviar, sum
kunnu gera gagn av tilboðnum, tí tað er eisini galdandi fyri danir.
Hugskotið aftan fyri tilboðið hjá Handilsbankanum er at geva
svenska búskapinum eitt skump fyri at fáa meiri ferð á. Bengt
Carlsson, talsmaður hjá Handilsbankanum, sigur við Børsen, at tá
lánið skal gjaldast aftur eitt ár aftan á stovnan, fer bankin at
krevja at vanliga bankarentu fyri lánið.
Fyrsta koltursbarn í 30 ár
Koltursdiddan er fyrsti koltursbúgvi føddur í 30 ár.
Hon var› borin í heim á Landssjúkrahúsinum t‡sdagin,
og viga›i 3800 gramm og var 52 sentimetrar long. Um
nakrar dagar fer hon heim til Kolturs, har hon kann
gle›a seg at sleppa at spæla í heimsins størsta sandkassa.
Hon eigur tveir beiggjar, níggju ára gamla Bjørn Sjúr›ur
og átta ára gamla Jóan Paula, og foreldrini eita Malan
Patursson og Petur á Dul Patursson.
Myndir: Jens Kristian Vang