Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2009 15 SeWave, sum SEV eigur 100 %, hevur ætlanir um at byggja eitt alduorkuverk og gera ein veg út í Nípu, ið er eitt av Føroya vakrastu nátturuøkjum. Hetta royndarverk, um tað eydnast, fer ikki at geva meira orku enn ein lítil vindmylla framleiðir S eWave hevði tann 07.05.2009 ein kunnandi fund við eigar­ nar av Nípuhaga, har Ólavur Gregersen og Henning Jacobsen løgdu teirra verkætlan fram. Tíverri vísti tað seg, at meirilutin av eigarunum vóru fyri ætlanini. Hetta gjørdist týðiligt tá SeWave bjóðaði í alt 600.000 kr til at keypa tað lendið, ið skal brúkast til tann 2 km langa vegin, sum teir ætla at gera út í Nípu. Um so er, at hettar gerst veruleiki, verður størri dentur lagdur á peningin, enn at varðveita okkara náttúru. Um hendan verkætlanin hevði kunna nøktað tann størsta partin av el­tørvinum í Føroyum, so var støðan ein heilt onnur. Trupul­ leikin er bara tann, at teirra útrokningar vísa at teir ikki fáa so øgiliga nógva orku burturúr. Ætlanin er at seta fyrst eina 750 kw luft turbinu upp og teir vænta at virkningsgradin verður millum 50 og 70 %. Seinni er ætlanin so at seta fleiri upp. Men teir hava ongar aldumátingar gjørt undir Nípubergi. Á øllum høgættum er ongin alda undir Nípubergi og Trælanípan verjir partvís móti vesturættini. Alduorkan er stór, men man fær ikki beinleiðis orkuna frá alduni, men frá luft­ trýstinum frá alduni, so at har er ein stórur munur. (SeWave upplýsir at alduhæddin skal verða uml. 2 metur fyri at turbinan kann virka). Av tí at tað mangan er litil og ongin lada undir Nípu bergið vanti eg at virkningsgradin verður millum 10­20 % Tað skal leggjast aftrat at SeWave als ongar kanningar hevur gjørt av fjallinum. Her kann nevnast seismikk ella kjarnuboringar. Tá rættuligt brim er tað sera ógvusligt og aldan fer einar 30 ­ 40 metur upp í bergið. Man kann vanta at leyst grót kann fara við brimi og luft trystinum heilt up til turbinuna og knúsa hana sundur. Altso er tað stórur vandi fyri at hendan verkætlan als ikki fer at eydnast, tí hon er illa undirbygd. Tað er so lætt at geva út litfagran faldara Tað er ongin trygd fyri at hetta lítla royndarverk fer at eydnast. Hvat ger man so? Eftir liggur ein langur vegur og ein stórur tunnils­ munni í einum av Føroya vakr­ asta økið, sum er ein sonn perla í Vágum. Hvør hevur ábyrgdina um okkurt miseydnast ? Soleiðis at umhvørvið og bergið verður gjørt aftur í sama stand. Um summari verður hetta økið nógv vitja av bæði vágafólkið og ferðafólkið. Eisini er stutt at ganga út í Oyrar. At vera úti í Oyrum og við Bøsdalafoss er nakað serstakt og tað er ein serligur friður, ið valdar har úti. Hetta kemur kanska serliga av tí at tað als ikki er nakar vegur í haganum. Barnafamiljur liggja mangan har úti í tjaldi og hugna sær og njóta náttúruna, burtur frá øllum gerandis rokinum. Alt hetta verður órógvað og upplivingin av at vera har úti, gerst ein heilt onnur, um man sær beint inn í ein stóran tunnils­ munna og ein 2 km langan veg. Hetta fer at fáa stórar avleiðingar innan ferðavinnuna og fyri borgarnar í Vága kommunu. Eg vil hervið gera vart við vansar við hesi ætlan: • Vegurin fer at hava eina ógvus­ liga ávirkan á hetta náttúruøkið. • Bilferðsla út til tunnilsmunnan. (Inni í tunnilinum verður skriv­ stova/royndarstova). • Heiðafuglur fer ikki at støðast har longur. • Tað er ein stórur vandi fyri, at ristingar frá spreingingum kunnu elva til omanlop í Nípubergið. Sum nú er, er ein stór riva við rásina inn í Múla har seyður gongur, og raplar rásin, verður ikki atkomiligt hjá 24 áseyðum, at ganga har longur. • Tá hesi stóru hol eru sprongd inn í fótin á Nípubergið, fer brimið fer at gera tey enn størri og vandin fyri rivum og omanlopi veksur. • Undir bygging er vandi fyri dálking av Leitisvatni, sum er drekkivatn fyri alla oynna. • Kostnaðurin er alt ov høgur í mun til vágan og orkuna, sum hetta royndarverk fer at framleiða. Kostnaðurin er mettur til at verða 50 mió. kr til fyrsta byggistig, har av skal landið og SEV skulu gjalda 40%. Teir vænta at EU skal fíggja restina. SeWave hevur arbeitt við hesum ætlanum síðan 2003 og hvat hevur tað kostað higartil bæði í kontór leigu, ferðing, løn til ráðgevarar, nevndarlimir og stjóra o.a.? Til Búnaðarstovuna Av tí at stórur partur av Nípuhaga er landsjørð, vil eg heita á Búnaðarstovuna um at nokta loyvið til hesa ætlan. Til Friðingarnevndina í Vágum og Yvirfriðingarnevndina Eg vil heita á tykkum um at nokta byggiloyvi. Eg vil minna á, at eitt umboð fyri friðingarnevndina í Vágum fekk eitt eintak av 525 mótmælis undirskriftum. Vit umhugsa at savna enn fleiri undirskriftir. Hetta var fyri umleið tveimum árum síðani, vónandi respektera tit hetta og hava hetta í huga tá ið tit taka avgerðina. Til Føroya Landsstýrið Vónandi seta tit ikki fleiri pening av til hetta prestiguprojekt. Teir kunnu brúkast betur til onnur endamál. Føroya land er ov lítið í stødd til at vit kunnu tilláta okkum at brúka náttúruna sum eitt royndarøki. Til ber at útvinna alternativa orku uttan at gera seg ov nógv inn á náttúruna Her eru nøkur uppskot: • Setið heldur nakrar stórar 3 MW vindmyllur upp, so at tað ikki endar við at ein lítil vind­ mylla stendur á nærum hvørjum fjalli. Hetta tí at vindmyllurnar heldur ikki eru nakað prýði. Men tær kunnu hóast alt beinast burtur ella flytast seinni, uttan at gera skaða á umhvørvið. • Í Føroyum er el­netið veikt, spenningurin og frekvensurin kann svinga. Til ber at kobla stór­ ar vindmyllur á netið umvegis ein invertara og man fær meira effekt frá mylluni av tí at vindmyllan kan variera í snúningum, men tað er nakað dýrari at seta upp. Eg havi siglt við skipið, sum hevur ein aksul motor/generator uppá 3 MW ( 3000 kw ). Generatorin gav 1000 V veksul­ streym, sum bleiv einsrætta til javnstreymi, sum so bleiv invert­ era til veksul streym við at brúka Thyristor til konstantan frekvens og spenning. Síðan til eina har­ moniska filtur eind og so til ein transformara 1000 V / 6500 V. • Ein blindefekt maskina við run up motori var til fasukompencering. • Genratorin var í drift fra 45 til 105 snúningum sum var max. á høvuðsmotorinum. • Týska fyritøkan Siemens sum eisini ger vindmyllur, framleiður hesa útgerð. • Ein vanlig vindmylla hevur ein asynkron generator við einum kondensator battarí. • Um man hevur fleiri stórar vindmyllur kann man hava eina felags blindeffekt maskinu. • Møguleiki er at fjarstýra magnetsering/last av vind­ myllum. • Havi lisi um at hetta systemi verður brúkt til Vindmyllur arðastani har el­neti er veikt Aðrir møguleikar, ið ikki oyðileggja náttúruna, við tað at tað alt kann takast burtur aftur seinni • Stuðlið heldur verkætlanini í Vestmanna, har teir ætla at pumpa vatnið niðan aftur i tað ovaru vatngoymsluna við at brúka streymin frá vindmyllum. • Kannið møguleikan at fram­ leiða brint frá vindmillum tá el­ netið ikki kan móttaka alla el­ framleiðsluna frá vindmyllum. • Kannið møguleikan at nýta El til at hita vatni til fjarhitaskipanina í Havn, tá el­netið ikki kann móttaka alla el­framleiðsluna frá vindmyllum (um náttina o.s.v.). • Kannið møguleikan at seta turbinur í Vestmanna sund ella undir brúnna við streym. Til at vinna orkuna frá sjóvarfallinum. Til Vága kommunu Eg vil heita á Vága kommunu, um at nokta byggiloyvið til hesa ætlan. Eg vil minna á, at eg havi latið kommunuskrivstovuni í Miðvági 525 undirskriftir, frá fólkið sum mótmæla hesi ætlan. Føroyar eru ikki stórar og vit hava eina ábyrgd til at varðveita tey serligu nátturu økini til okkara eftirkomarar. Tað lønar seg ikki bert at hugsa um løtuvinningar, so sum arbeiði til nakrar lastbilførarar o.a. Vága kommuna skal nú velja, um loyvi skal gevast til eina ætlan, ið kann fáa sera stórar og ólukkuligar avleiðingar fyri hetta vakra náttúruøkið og sum byggir á eitt sra veikt grundarlag. Økið er nú ein sonn perla í oynni og hagin og bergi ein ímynd av sjálvari Vágoynni. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Alduorkuverk við Nípuna í Miðvági tíðargreinin Gunnar R. Nattestad Maskinmeistari Miðvágur Tíðargreinin