hósdagur 14. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 91 - 14. mai 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í morgin kl. 16 letur
Olivur við Neyst,
listamálari upp
framsýning í Lista
glugganum
Við á framsýningini eru
málningar
og
vatnlits
myndir. Øll verk eru nýggj
og eru myndevnini eisini
nýggj, tó eru einstøk kend
ímillum. 18 málningar og
6 vatnlitsmyndir myndað
eina framsýning í hongur
væl saman og er gjørv í lita
vali.
Olivur sigur: “ Eg havi
lagt meg eftir skrappun lit
um uttan tó at tað er eitt
serstakt evni í verkunum.
Eg máli tað sum fellur mær
í huga, tó eru flestu mynd
irnar av náttúru ella fólkum
í ymiskun høpi, t.d. í kava, í
hoyna ella fólk í fiski
vinnu.”
Í bókini Livandi List, eft
ir Inger S. Sørensen stendur
m.a.: “ Útjavningin av tí
dynamiska og tí harmoniska
sæst aftur í litinum. Djúpir
bláir, lilla og reyðir litir
verða
settir
upp
móti
skríggjandi gulum og grøn
um litum. Myrkir bláir,
reyðir og grønir litir verða
settir upp ímóti ljósum gul
um, grønum og bláum. Heit
ir reyðgulir, reyðir og brúnir
litir verða settir upp ímóti
køldum bláum. Spælið við
mótsetningunum
heldur
fram soleiðis sum litirnir
eru smurdir á løriftið.
Onkrastaðni eru teir smurdir
tjúkt og pastost á løriftið og
aðrastaðni eru litirnir lagdir
í tunnun nærum ósjónligum
lagi, so løriftið sæst ígjøgn
um málingina, og tað tykist
sum eitt ljós kemur innan
ífrá. “
Framsýningin í Lista
glugganum verður at síggja
allan mai mánað.
Opið er týsdag – fríggja
dag, kl. 15.00 – 17.30 og
leygardagar 11.00 – 14.00.
Listagluggin heldur til í
Niels Finsengøtu 25.
mg
Framsýning við Olivur við Neyst
Andlát og jarðarferðir
Ása
Hinson,
fødd
Skrøder, ættað úr Havn,
búsitandi í Humnanby í
Onglandi, andaðist 11.
mai, 73 ára gomul.
Meinhard Forná úr
Kvívík andaðist á Lands
sjúkrahúsinum 12. mai,
82 ára gamal. Farið verð
ur úr kapellinum fríggja
dagin kl. 18 í Kvívíkar
kirkju. Jarðarferðin verð
ur úr Kvívíkar kirkju
leygardagin kl. 14. Sung
ið verður úr sálma
bókini.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
14. mai. Kristjan. Teir vita einki um nakað
halgimenni við hesum navni. Navnið er latínskt, gjørt
eftir grikska navninum Kristos, sum aftur er týðing av
tí hebráiska Messiah, ið merkir salvaður.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta
útgáva 2008)
Mynd frá ”Realskúlaframsýn
ingini 191666”, sum Jórunn
Dánjalsdóttir skipaði fyri í
Kommunuskúlanum í Havn í
2007. Her er eitt fimleikalið í
Realskúlanum í 1925.
Aftasta rað f.v.: Elisabeth
(Ebba)
Kamban
(Petersen),
Berghild Breckmann (Christian
sen), Ella Rubeksen, Thomas
Pauli Christiansen, Páll Jensen
(á Dul), Mikkjal Helmsdal, Elie
sar (Illeba) Johansen, Eivind
Rubek Nielsen, Sigmund Hoy
dal,
Jørgen
Eilif
Joensen,
Gunnar Isholm, Sofía Debes,
Hanna Bjørgheim, Helena Dam,
og Dagny Nicodemussen.
Miðraðið f.v.: Anna Alberg,
Lotte Philip Hansen, Lene
Nicolajsen,
Bente
Hessen
schmidt, Esther Mørk, Torbjørg
Winther (Holm), Ása Morten
sen (Vágsheyg), Lilly Jensen,
og Mia (Maria) Weihe.
Fremst f.v.: Mourits Rub
eksen, Samson Højgaard og
Pauli Christiansen.
Um onkur hevur okkurt at
viðmerkja í sambandi við
myndina ella hevur hug at
ogna sær hana, er viðkomandi
vælkomin at venda sær til Jór
unn Dánjalsdóttir á telefon:
226024. (Mynd nr. 258).
Myndaeigari: Fornminnissavnið
Realskúlamynd frá 1925