Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2009 17 Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Góðu gestir, góðu bygdarfólk og góðu bátar. Vælkomin á bátastevnu, vælkomin til Vestmanna. Orðið “stevna” hevur fleiri merkingar. Ein er at stevna móti onkrum, seta kós – henda merking hóskar sera væl til hetta høvi; onnur hóskandi merking er at seta onkrum stevnu, sum merkir at hittast. Hetta er áttandu ferð, at kós er sett móti Vest­ manna, og at vit hittast á bátastevnuni. Bátastevnan er øðrvísi enn flestu aðrar stevnur; summarstevnurnar eru sera líkar, tær eru í stóran mun merktar av ítrótti, kapping, penganýtslu og eisini skundi. Bátastevnan er savnað um bátar, samveru og hugna – og fólk hava stundir at práta. Tað er ongin loyna, at nógv gleða seg meir til bátastevnuna enn til summarstevnurnar. Eg eri sjálvur ein teirra. Allar bátastevnurnar higartil hava verið góðar, hóast veðurlíkindini onkuntíð hava verið minni góð. Orsøkin til, at bátastevnur­ nar hava eydnast væl, er partvíst góð fyrirei­ king, og at eldsálir skipa fyri. Lat okkum takka teimum fyri teirra stríð og vóna, at teir halda fram og duga at seta gott fólk við. Martin Joensen byrjar sína kvøðu til heimbygdina við hesum ørindi, sum lýsir løtuna, tá fyrstu vestmenningarnir komu til bygdar: Komu tey ein kaldan heystardag av havinum og nomu hendan stað. Tey funnu trygga havn, og góvu tær títt navn, favnur tín var opin Vestmanna. Árstíðin er skeiv, men eg vænti tó, at bátastevnugestirnir fara at hava somu kenslu 16. mai sum ímyndaðu niðursetu­ fólkini: Her er trygg havn, og Vestmanna tekur móti tykkum við opnum favni. Enn einaferð: Vælkomin til Vestmanna. Karl A. Olsen borgarstjóri At seta kós og hittast