hósdagur 14. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 91 - 14. mai 2009
- Vit eru ikki ringast
fyri av føroysku
kommununum, og
vit hava ongar ætlanir
um at siga nøkrum
úr starvi, hvørki
inni ella úti, sigur
borgarstjórin, sum
annars fegnast um,
at skattainntøkurnar
hjá kommununi hava
hildið stand higartil
í ár
Vestmanna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skattainntøkurnar hjá Vest
manna kommunu eru at
kalla óbroyttar fyrstu fýra
mánaðirnar í ár í mun til
somu mánaðir í fjør.
Borgarstjórin í Vestmanna,
Karl A. Olsen, sigur, at sam
bært Taks eru nettoinntøkur
nar av skatti í hesum tíðar
skeiði minkaðar við 0,56%,
sum má sigast at vera ein
evarska lítil minking.
Vit kunnu siga, at mink
aðu inntøkurnar stava frá
broytingunum í FASskipan
ini, har kommunuskattur
ikki longur verður goldin
av FASinntøkum. Vit rind
aðu umleið 450.000 krónur
til FASskipanina í fjør,
meðan inntøkurnar vóru
umleið 600.000 krónur. Nú
missa vit 600.000 krónur
um árið og sleppa samstund
is undan at rinda tær
450.000
krónurnar
eftir
nýggju skipanini. Hetta er
soleiðis ein nettominking í
inntøkum
upp
á
einar
150.000 krónur.
Karl vísir á, at undantikið
inntøkumissin orsakað av
broytingunum í FASskipan
ini eru skattainntøkurnar
hjá
kommununi
heldur
hægri higartil í ár í mun til
somu tíð í fjør.
Hægri meting
Borgarstjórin sigur, at tá
kommunustýrið legði fíggj
arætlanina fyri árið í ár,
væntaðu tey, at inntøkurnar
fóru at verða heldur størri í
ár, enn tær higartil hava víst
seg at vera.
Vit bygdu inntøkusíðuna
á fíggjarætlanini á 10 teir
fyrstu mánaðirnar í fjør, men
sum árið leið, vísti tað seg, at
inntøkurnar fyri desember
gjørdust tær lakastu í árinum.
Nú bendir so alt á, at skatta
inntøkurnar verða á leið tær
somu í ár sum í fjør.
Spurdur um hægra inn
tøkumetingin
í
verandi
fíggjarætlan
merkir,
at
kommunan so eisini setti
heldur størri tøl á útreiðslu
síðuna, enn tey høvdu gjørt,
um tey kendu inntøkugrund
arlagið betri, sigur Karl:
Í fyrsta lagi vil eg siga,
at støðan hjá okkum er góð
í mun til støðuna, sum nógv
ar aðrar kommunur eru í.
Men rætt er, at útreiðslusíðan
í dag samsvarar ikki heilt
við inntøkusíðuna, nú vit
ikki kunnu vænta okkum
størri skattainntøkur í ár.
At endurskoða
Borgarstjórin vísir á, at
kommunustýrið í næstum
fer at endurmeta fíggjarætl
anina.
Vit hava higartil í ár
roynt at tálmað útreiðslusíð
una, og nú í summar fara
vit at gera eina eykafíggjar
ætlan, har vit fara at tálma
onkrar útreiðslur.
Karl vísir á, at bygdarráðið
fer at taka støðu til at minka
um onkrar rakstrarútreiðslur
– ella at draga onkrar íløgur,
sum eru samtyktar, yvir
longri tíð, soleiðis at kostn
aðurin býtir seg yvir eitt
longri tíðarbil.
Ongar uppsagnir
Vit fara ongan at siga úr
starvi. Umsitingin av komm
ununi er lítil sum er, og
umframt borgarstjóran eru
bert trý fólk í sjálvari umsit
ingini. Vit hava heldur ikki
nógv fólk úti á vegunum og
í starvi hjá kommununi ann
ars.
Karl sigur, at tann
stóri posturin hjá Vestmanna
kommunu og øðrum komm
unum av somu stødd er dag
stovnaøkið.
Men hetta eru ikki fólk,
tú koyrir til hús. Í stuttum
kann eg siga, at vit ongar
ætlanir hava um at siga
nakran úr starvi, hvørki inni
ella úti, sum borgarstjórin í
Vestmanna tekur til.
Karl A. Olsen situr nú á
øðrum skeiði við stýrisvølin
í Vestmanna kommunu.
Vestmanna kommuna fer
ikki at siga fólki úr starvi
- Tá Café Bryggjan
og Fjørukrógvin
søktu um at fáa
longt skeinkiloyvi,
mælti eitt einmælt
bygdarráð til leingjan,
sigur borgarstjórin í
Vestmanna
Vestmanna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Karl A. Olsen, borgarstjóri,
heldur einki skeivt vera í, at
bæði Café Bryggjan og
Fjørukrógvin í Vestmanna
hava hvør sítt fulla skeinki
loyvi.
Hann heldur, at tá søkjast
kann um loyvi til skeinking
í Føroyum, og Vestmanna
samstundis hevur ríkt ferða
vinnulív, kundi hann ikki
hugsað sær at atkvøtt ímóti,
at skeinking verður verandi
sum ein partur av virksem
inum.
Virksemi
– ikki etikkur
Eg síggi eitt skeinkiloyvi í
slíkum føri meira sum part
ur av einum vinnuligum
virksemi enn sum ein spurn
ing um etikk, sigur Karl.
Tá ið Vestmanna bygdar
ráð seinast fekk umsókn til
ummælis um leingjan av
verandi loyvum, tók eitt ein
mælt bygdarráð undir við
hesum.
Hetta bendir á, at bygdar
ráðini kring landið síggja
ymiskt uppá slíkt virksemi,
og ymiskt kann væl eisini
vera, hvønn týdning eitt
slíkt loyvi verður mett at
hava fyri eitt nú ferða
vinnuna.
Eg síggi slík skeinkiloyvi
sum partur av ferðavinnu
og matstovuvirksemi, endur
tekur Karl A. Olsen, borgar
stjóri.
- Støðan hjá okkum er góð í
mun til støðuna, sum nógvar
aðrar kommunur eru í. Tað
er tó rætt, at útreiðslusíðan í
dag samsvarar ikki heilt við
inntøkusíðuna, nú vit ikki
kunnu vænta okkum størri
skattainntøkur í ár. Tí fara vit
at gera eina eykafíggjarætlan í
summar, sigur Karl A. Olsen,
borgarstjóri
At skeinkja snýr seg um vinnu – ikki etikk
Kreppan rakar Bornholm meint
Av teimum einstøku landspørtunum í Danmark er eingin so meint raktur av
búskaparkreppuni sum Bornholm. Formaðurin í ídnaðarfelagnum á oynni,
Michael Almeberg, sigur við kringvarpið DR, at ídnaðarvirkir á oynni noyðast at
taka neyðug stig nú fyri at skáka sær ígjøgnum kreppuna. Eitt nú mugu virkini
laga framleiðsluna eftir marknaðinum , samstundis sum tey mugu leita eftir
nýggjum vørum og nýggjum marknaðum. Samstundis er tað umráðandi, at
kommunur og aðrir myndugleikar ikki leggja nýggj krøv á vinnuna, sigur
Michael Almeberg.