Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 91 - 14. mai 2009 - Tá ið vit byrjaðu fyri átta árum síðan, hugsaðu vit ikki, at hetta tiltak við tíð- ini fór at gerast so stórt og umfatandi. Vit bjóðaðu fólki, sum hava bátar og hava sigling sum frítíðarítriv, at koma til Vestmanna, og vit væntaðu, at nakrir bátar kanska fóru at koma, tá vit eisini fóru at skipa fyri dansitiltaki. Við árunum hevur tiltakið ment seg til nakað heilt stórt, og vit eru sera fegin um ta undirtøku, sum bátastevnan í Vestmanna hevur fingið, sigur Bárður Nielsen Vestmanna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vestmenningar fara nú fyri áttandu ferð at skipa fyri bátastevnu. Stevnan í Vest­ manna var soleiðis hin fyrsta av hesum slagi, sum burturav vendi sær til fólk, ið dáma at sigla og hugna sær saman á báti og í báta­ umhvørvi. Ovastevna, sum nólsoy­ ingar tóku stig til nøkur ár frammanundan, savnaði og savnar framvegis nógvar bátar. Her hevur verið van­ ligt, at bátar savnast á Eiði fríggjadag, sigla suður gjøg­ num Sundalagið og suður til Hósvíkar, har flestu liggja um náttina. Vanligt er, at hósvíkingar, sum eru vertskapsfólk, skipa fyri stórum dansitiltaki hetta kvøld. Tá so leygardagurin kemur, og ovastevna verður sett í Nólsoy, plaga bátar at loysa í Hósvík um middags­ leitið við kós suður á Nóls­ oyarvík. VÍF, Vestmanna Ítróttar­ felag, sum millum aðrar nevndir hevur eina báta­ stevnunevnd, stendur aft­ anfyri bátastevnuna í Vest­ manna. Í nevndini fyri hetta afturvendandi og vælum­ tókta árliga tiltak eru Báður Nielsen, Jónfinn Egilsnes og Eyðun Leo. Stórt tiltak ­ Vit byrjaðu vist nokk í ár 2002, men hugsaðu ikki tá, at tiltakið við tíðini fór at gerast so stórt og umfatandi, sum tað í veruleikanum er blivið. Vit bjóðaðu fólki, sum hava bátar og hava sigling sum frítíðarítriv, at koma til Vestmannar, og vit væntaðu, at nakrir bátar kanska fóru at koma, tá vit eisini fóru at skipa fyri dansitiltaki um kvøldið. Bárður Nielsen ásannar, at bátastevnutiltakið í Vest­ manna við árunum menti seg til at vera nakað heilt stórt, sum hann tekur til og tey mongu, sum standa aft­ anfyri tiltakið og eru við til at gera tað møguligt, eru sera fegin um ta undirtøku, sum festivalurin við árunum hevur fingið. ­ Nú vóru vit sera óheppin við veðrinum eini trý fylgj­ andi ár, men í fjør rendu vit okkum aftur í fagrasta summarveður – við brenn­ andi sól og hita frá morgni til myrkurs og liggjandi góð­ veðri og turrveðri alla nátt­ ina. Bárður sigur, at tá stóra dansitiltakið í ítróttarhøllini endaði um 04­tíðina á sein­ asta festivali, vóru fólk at síggja úti til langt út á morgunin. ­ Veðrið var so gott, at nógv tímdu slett ikki til hús ella í bátarnar at tørna inn, men hildu fram at hugna sær, til sólin reis aftur næsta morgun, leggur hann aftrat. Hann sigur, at talið av bát­ um í fjør var rættiliga stórt og lá um 200, og at hetta helst er eitt tað størsta talið, síðan stevnan sá dagsins ljós fyri átta árum síðan. Góð líkindi Vit spurdu eisini Bárð Niel­ sen, um tey kanska vænta færri bátar hesaferð, nú bátastevna var á Toftum so seint sum seinasta leygar­ dag. ­ Nei, vit vænta ikki, at hetta kemur at ávirka okk­ ara tiltak negativa vegin. Vit bæði vænta og vóna at síggja eitt stórt tal av bátum aftur í ár. Seinastu dagarnar hevur veðrið verið blýtt og lýtt, og hann sigur frá góð­ um veðri til leygardagin. Nú flestu bátar eru klárir, fólk eru byrjað at sigla, og fleiri longu vóru við á Toft­ um, vænta vit stóra undir­ tøka í Vestmanna leygar­ dagin. Sosialurin hevur “snýkt” seg at hyggja eftir, hvat DMI spáðar um veðurvánir­ nar leygardagin og sunnu­ dagin, og einki er, sum bendir á, at tað, sum Bárður sigur, ikki passar. DMI sigur ongan vind leygardagin, bert millum 3­ 8 m/ sek. av eystri, sum gongur upp í landnyrðing og frískar upp í 10 m/ sek. Hitin fer at liggja um 10 stig – og um náttina niður í 7 stig, sum eftir føroyskum mátistokki er lýtt veður. Sunnudagin sigur hann ongan vind, 3­8 m/ sek. og sama hitalag. Uttan at vera staðkendur, mugu vit rokna við, at eysturættirnar eru góðar í Vestmanna. Veðurútlitini eru tí av teimum bestu til bátastevn­ una í Vestmanna. Nógvir gestir Bárður Nielsen sigur, at tey hava fingið nógvar reakti­ ónir frá fólki, sum ætla sær til Vestmannar í báti leygar­ dagin. ­ Tað hevur verið soleiðis hini árini, og kanska serliga tey trý fylgjandi árini, tá lík­ indini ikki royndust, at nógv fólk eisini leita sær higar í bili, á motorsúklu og í húsvognum, umframt øll tey mongu, sum koma higar í bussum, sum koyra í sam­ bandi við stevnuna. Fyrireikararnir av báta­ stevnuni í Vestmanna hava aftur í ár leigað stóra tjaldið, sum Bátafelagið á Toftum eigur. ­ Vit leigaðu eisini tjaldið í fjør, og hetta riggaði sera væl. Tjaldið verður bara Ársins størsta bátastevna v Talið av bátum, sum stevndu inn á Vestmanna í fjør, lá um 200. Hetta er eitt stórt tal, og í Vestmanna vænta tey, at talið av bátum ikki verður minni í ár, nú hann sigur frá góðum veður­ líkindum. Bátastevnan í Vestmanna er ársins bátastevna, bæði í tali av bátum og fólki, sum vitja á stevnuni Misnøgdir útgerðarmenn Útgerðarmenn í Vestmannaoyggjunum eru alt annað enn fegnir um, at tann nýggja stjórnin hjá Samfylkingini og Vinstrafylkingini ætlar at taka stig, sum skulu forða fyri, at ov nógvur fiskur fer óviðgjørdur av landinum. Jón Bjarnason, fiskimálaráðharri, segði fyrr í vikuni, at tað er neyðugt at skipa so fyri, at sum minst av óviðgjørdum fiski fer av landinum, tí tað er neyðugt at tryggja arbeiðspláss á landi. Skip úr Vestmannaoyggjunum hava selt rættiliga fitt av óviðgjørdum fiski uttanlands, og reiðaríini eru ikki fegin um ætlanina hjá stjórnini, tí tað fer at gera, at skip og manningar fáa minni burturúr.