Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 91 - 14. mai 2009 nýtt til borðreiðing av suppu og onkrum øðrum leskandi, sum bátsmanning­ ar og gestir annars fáa eftir, at bátarnir eru komnir til bryggju. Tá ið vit spyrja Bárð, hvør kann vænta sær suppu í Vestmanna leygardagin, sigur hann, at her verður nógv suppa – og at øll, sum koma fram við, kunnu vænta sær. Men, so tekur hann aftur í aftur, at nú má tað heldur ikki verða so­ leiðis, at øll bygdin í Vest­ manna “troppar” upp! ­ Jú, øll eru vælkomin inn á gólvið í tjaldinum, leggur hann blíður og brosandi aftrat. Felagssangur Týsdagin gjørdi bátastevnu­ nevndin í Vestmanna av at broyta skránna eitt sindur við tað, at tey hava tikið fel­ agssang við upp í skránna. ­ Vit hava nevniliga gjørt av, at felagssangur skal verða á bryggjuni klokkan 23.30, áðrenn fýrverkið verður skotið leygarkvøldið klokkan 24, tá farið verður niðan í ítróttarhøllina til stóra dansitiltakið, sum ann­ ars byrjar klokkan 23. Bárður heitir á fólk um at hava Grønu sangbók við sær til felagssangin. ­ Tað er sera hugnaligt á bryggjuni eitt slíkt kvøld, tá bátastevna er, og veðrið er gott, sum tað eisini verður nú leygarkvøldið. Fólk ganga ímillum bátarnar, og tey hugna sær óført saman. Onkur leggur sær okkurt vælsmakkandi á pannuna ella grilluna, og onkur hev­ ur ljóðføri við sær ­ og so sita fólk og syngja. Hann sigur, at tiltakið við felagssanginum eisini er fyri at savna fólk og fyri at fáa fólk upp úr bátunum, sum hann tekur til. ­ Vit hugsa okkum, at mong fara at leita sær niðan í dansin, tá felagssangurin er liðugur um midnáttar­ leitið. Hini árini hava vit merkt, at nógv fólk, sum kundu komið niðan í dans­ in, ikki koma, fyrr enn langt út á náttina, og tað er kanska eitt sindur keðiligt. Vit vildu helst sæð so mong í dansinum – og so tíðliga ­ sum gjørligt. Hetta hevði eisini gjørt, at tey, sum vilja leita sær í dans, fingu so mikið meiri burtur úr kvøld­ inum, leggur hann aftrat. Aftur í ár verða tað væl­ umtóktu vestmannabólkar­ nir, Thunderbird og Vest­ menn, sum fara at spæla til dansin. ­ Hvussu bólkarnir skipa seg, finna teir út av sjálvir, sigur Bárður og vísir á, at onkur ár hava tey havt aðrar tónleikakreftir til dansin, men flestu árini eru tað hes­ ir bólkar úr Vestmanna, sum hava syrgt fyri tónleik­ inum, og tað hevur riggað sera væl. Samanhangandi Flestu tiltøk í sambandi við bátastevnuna verða í ítrótt­ arhøllini, og seinnapartin leygardagin verða soleiðis nógv tiltøk fyri børn og vaksin. Í ítróttarhøllini millum klokkan 16 og 19 verður mini­tivoli við fiskibrunni, bóltkasti við ferðmátara, hoppiborg, tombola, søla av lutaseðlum og kaffisøla. Bárður Nielsen væntar, at borðreitt verður við suppu og onkrum øðrum leskandi umleið klokkan 15.30 leyg­ ardagin. ­ Vit vænta, at hesin part­ urin av tiltakinum fer at taka einar tveir tímar til­ samans, og longu klokkan 19­21 fara vælumtóktu fólkatónleikararnir, Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, at undirhalda við sangi og tónleiki á bryggj­ uni. Eftir hetta tiltak verður fýrverk so skotið klokkan 23, eins og felagssangurin verður beint eftir. ­ Útimøti verður á Torgin­ um klokkan 21, men annars kunnu fólk millum klokkan 21 og 23 ganga á bryggjuni, millum bátarnar og annars hugna sær saman, til næstu tiltøkini eru á skránni, sigur Bárður Nielsen. verður leygardagin - Vit vænta ikki, at bátafestivalurin á Toftum seinasta leygardag kemur at ávirka okkara tiltak negativa vegin. Seinastu dagarnar hevur veðrið verið gott, og hann sigur frá góðum veðri til leygardagin. Nú flestu bátar eru klárir, fólk eru byrjað at sigla, og fleiri longu vóru við á Toftum, vænta vit stóra undirtøku leygardagin, sigur Bárður Nielsen Mynd: Jens Kr. Vang Kópaveiðan liðug í ár Norska kópaveiðan í Vesturísinum er liðug á hesum sinni, og tey seinastu kópaskipini koma aftur til Tromsø nú um vikuskiftið. Skipini høvdu loyvi at veiða 20.000 kópar, men sambært norskum fjølmiðlum hava tey fingið 8.400. Ein av reiðarunum sigur við fjølmiðlarnar, at ísviðurskiftini hava verið góð í ár, men at tað viðraði ikki serliga væl, og at skipini tí fingu heldur stytri veiðitíð í ár enn onnur ár. Norska kópaveiðan er fyri hørðum ágangi, eftir at ES­ londini eru komin til eina politiska semju um at banna øllum handli við skinnum og øðrum vørum av kópi.