hósdagur 14. mai 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 91 - 14. mai 2009
Sigling í báti er vorðið
eitt frítíðarítriv, sum
hevur vundið nógv
upp á seg í Føroyum.
Nógvar familjur duga
soleiðis at hugna sær
saman á báti. Tað er tí
ógvuliga umráðandi,
at øll, sum við eru
til slík tiltøk, koma
heimaftur í øllum
góðum – og við ríkum
upplivingum
Vestmanna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrireikingarnar til báta
stevnuna í Vestmanna leyg
ardagin eru so gott sum
komnar undir land.
Vit royna at gera
umstøðurnar hjá teimum,
sum koma í báti, so góðar
sum til ber. Soleiðis hava
vit aftur í ár lagt bátabrúgv
arnar útaftur á sama hátt
sum undanfarin ár. Hetta
verður gjørt fyri at hava so
góð atløguviðurskifti sum
gjørligt.
Elskáp
verða
eisini sett upp, soleiðis at
bátar kunnu fáa el umborð.
Hetta hevur stóran týdning
fyri bátsmanningarnar, sum
hava brúk fyri landstreymi,
meðan stevnan er. Eisini
verður øki til kampingvognar
gjørt klárt við skipasmiðj
una, har hesir kunnu fáa
bæði el og vatn.
Tað sigur Bárður Nielsen,
sum er ein av trimum í báta
stevnunevndini undir VÍF,
Vestmanna Ítróttafelag.
Trygd í hásæti
Hann sigur, at fyrireikararnir
leggja stóran dent á, at
trygdin hjá teimum, sum
koma í báti og hjá fólki,
sum ferðast eftir bryggjuni,
verður sett í hásæti.
Trygdarnet at spenna
millum bátar og millum bát
ar og brúgvar verða til sølu,
tá bátarnir koma til lands.
Hetta eru net, sum vit hava
fingið trolvirkið Vónina at
gera, og sum skuldu verið
væl egnaði til sítt endamál
– nevniliga til fyribyrgjan,
so fólk, ið ganga millum bát
ar og av báti og upp á brúgv
ar, ikki fara niður ímillum.
Bárður vísir á, at tey í ár
eins og onnur ár eisini
fara at skipa so fyri, at
vaktarfólk verða á bryggjuni
alla náttina.
Hetta eru í fyrsta lagi
fólk hjá sløkkiliðnum og
bjargingarfelagnum í Vest
manna, umframt at vit plaga
at hava sámarittar til at
hjálpa okkum, meðan stevn
an er, sigur hann.
Skal ikki henda
Tað er meira enn so hent, at
fólk eru farin niður ímillum
á bátastevnum og øðrum
stevnum kring landið, men
tíbetur hevur onkur verið
hjá, soleiðis at hesi eru fing
in uppaftur á turt í øllum
góðum – og áðrenn van
lukkan hendi.
Ein slík vanlukka skal
bara ikki henda, og vit fara
sum nevnt at gera alt, sum
liggur í okkara makt fyri, at
umstøðurnar skulu vera so
tryggar sum gjørligt.
Bárður vísir á, at skuldi
tað ringasta hent, sum er
ein druknivanlukka í sam
bandi við eina stevnu, hevði
slík syndarlig hending lagt
ein “dempara” á hesi tiltøk.
Sigling í báti er vorðið
eitt frítíðarítriv, sum hevur
vundið nógv upp á seg í Før
oyum, og tað eru nógvar
familjur, sum duga at hugna
sær saman á henda hátt. Tað
er tí ógvuliga umráðandi, at
øll, sum við eru til hesi til
tøk, koma heimaftur í øllum
góðum – og við ríkum upp
livingum.
Vandamikið spæl
Bárður vísir á, at tá eitt nú
ungdómur samlast er eisini
skjótt, at fólk kunnu finna
upp á býtt ting, sum eitt nú
at leypa á sjógvin og svimja,
kanska í kapping um eitt
hvørt hissini.
Men eg vil staðiliga
mæla frá, at nakar tekur sær
slík óráð fyri, tí tað er ikki
gamansleikur at leypa í
kaldan sjógv, ikki minst, tá
fólk eru í rúsi.
Bárður Nielsen sigur, at
uppgávurnar hjá vaktunum,
sum verða við bátabrúgvar
nar alla náttina, í fyrsta lag
eru at halda eyguni við, at
eingin dettur á sjógv, men
eisini at ansa eftir, at fólk í
vandamiklum spæli ikki
taka sær óráð fyri.
Ein vanlukka
skal ikki henda
á bátastevnu
Neystið, sum
kappróðrardeildin
hjá VÍF hevur latið
byggja, fer at standa
í sløkum 2 miljónum
krónum, tá tað er
liðugt
Vestmanna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eitt úrslit av bátastevnuni í
Vestmanna, sum nú verður
hildin fyri áttandu ferð, er
kappróðrarneystið hjá vest
menningum.
Peningurin,
sum kemur inn fyri báta
stevnutiltakið, fer, sum Bárð
ur Nielsen málber seg, prim
ert til kappróðrarneystið.
Vit tóku niðaru hædd í
neystinum í nýtslu fyri nøkr
um árum síðan, og nú er tað
so ovara hæddin, sum skal
innrættast og gerast liðug.
Bárður Nielsen, sum er í
bátastevnunevndini hjá VÍF,
sigur, at kappróðrarneystið
er 22 x 12 metrar til støddar
– og í tveimum hæddum,
har ovara hæddin er líka stór
í fermetrum sum hin niðara.
Í niðaru hæddini hava
vit bátarnar, skiftiog brúsu
rúm, wc’ir og venjingarhøli.
Hann sigur, at nú er tað
ovara hæddin, sum stendur
fyri at skula gerast liðug.
Í ovaru hæddini verður
eitt nú felagshøli og venjing
arrúm.
Bárður vísir á, at higartil
eru umleið 1,2 miljónir
krónur lagdar í neystið og
tað, sum eftir er at gera, fer
helst at kosta einar 700.000
krónur, tá alt er liðugt.
Soleiðis fer kappróðrar
neystið, tá báðar hæddirnar
standa lidnar, at kosta slakar
2 miljónir krónur, leggur
hann aftrat.
Peningurin fer primert til kappróðrarneyst
Lá deyður í bátinum
Løgreglan í Keypmannahavn kannar nú umstøðurnar í
sambandi við, at ein 25 ára gamal norðmaður varð funnin
deyður í einum sokallaðum húsbáti í Suðurhavnini í
Keypmannahavn týskvøldið. Tað er greitt, at maðurin var
fyri ágangi á einum vertshúsi sunnumorgunin, tá onkur
tveitti eitt tungt glas í høvdið á honum. Undir
líkskoðanini bleiv staðfest, at maðurin var deyður av
heilabløðing, og løgreglan sóknast nú eftir fólki, sum
vóru á viðkomandi vertshúsi sunnumorgunin, og sum
sóu, hvat hendi har.