hósdagur 14. mai 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 91 - 14. mai 2009
Dreingir og gentur
Vestmenningar hava mann
að 5. mannafarið Havfrúnna
við dreingjum og gentum í
summar, og 6. mannafarið
Furtúna er mannað við
monnum. Haraftrat fer Hav
frúgvin eisini at luttaka í
barnaróðrum í summar.
10. mannafarið Vestmenn
ingur er tíverri ikki mann
aður í summar, tí menn, sum
hava róð við bátinum, ynsktu
at hava frí frá kappróðri í
summar. Vit vóna tó, at
báturin verður mannaður
aftur
næsta
kappingarár,
sigur Bárður Nielsen.
Stórur bátastevnu
dansur verður í
ítróttarhøllini í
Vestmanna leygar
kvøldið, har vest
mannabólkarnir,
Thunderbirds og
Vestmenn, spæla.
Skipað verður fyri koyr
ing við náttarbussi
millum Vestmanna
og Havnina, har fólk
eisini sleppa heimaftur
eftir dansin
Vestmanna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hæddarpunktið á bátastevn
uni, sum verður í Vestmanna
leygardagin,
er
sjálvsagt
løtan, tá siglt verður inn á
Vestmanna, og bátarnir verða
bundnir við brúgvarnar.
Eins og undanfarin ár
savnast bátarnir, sum verða
við í siglingini, við Fútaklett
undir Vágalandinum. Gamli
postbáturin Ólavur tekur
ímóti, og klokkan 14.30
verður tað skiparin á Ólavi,
sum skipar fyri siglingini
inn á Vestmanna.
Umleið ein tíma eftir, at
bátarnir hava sett kós inn á
Vestmanna, er væntandi, at
allir eru komnir inn móti
bryggjuni og brúgvunum,
har bátsmanningarnar eisini
fáa vegleiðing um, hvussu
bátarnir skulu leggjast.
Við
atkomuna
verður
høvi hjá bátafólki at keypa
sær trygdarnet, sum skal
spennast millum bátarnar
fyri at tryggja, at fólk ikki
detta niður ímillum.
Eftir
at
bátarnir
eru
bundnir, og fólk samstundis
eru komin til bygdar í hús
vognum, á motorsúklu ella
á hestbaki, verður um
15.30tíðina høvi at vitja
innar í tjaldið, har gestirnir
fáa feska suppu og annað
leskandi. Tá kunnu gestirnir
eisini bíleggja sær morgun
breyð, sum síðan verður
borið út morgunin eftir.
Áðrenn vit fara víðari við
sjálvari skránni, kunnu vit
leggja aftrat, at vaktarog
hjálparskipið Tjaldrið ella
Brimil fylgja bátum, sum
fyrr um dagin leita sær suð
ur um Glyvursnes við kós
móti Vestmanna.
Staðið og Bryggjan
Klokkan 1319 leygardagin
verða
tvær
áhugaverdar
framsýningar í Vestmanna,
báðar á Staðnum. Onnur
verður við modellum av
gomlum vestmannaskipum,
sum Finnbogi Christiansen
hevur gjørt. Hin er ein fram
sýning við gomlum mynd
um úr Vestmanna, og her er
tað Helgi Jacobsen, tíðinda
maður, ið skrivar søgu um
Vestmanna, sum sýnir fram.
Eitt annað tiltak, sum er á
skránni tíðliga leygardagin,
er, at Café Bryggjan vísir fót
bóltsdyst millum Manchester
United og Arsenal á stór
skíggja. Hesin dystur verður
sýndur klokkan 12.45.
Millum klokkan 16 og 19
verður tivoli í ítróttarhøllini
við eitt nú fiskibrunni, bólt
kasti við ferðmátara, hoppi
borg, tombola, kaffisølu og
lutaseðlasølu.
Klokkan 18 byrjar søla
av grillaðum og vælumtókt
um
bátastevnubúffum
á
havnalagnum, og klokkan
1921 syngja og spæla Sám
al Ravnsfjall og Jóan Jakku
Guttesen á havnalagnum.
Náttarbussur
Úr skránni leygarkvøldið
kann annars nevnast, at fýr
verk verður skotið klokkan
24, eftir at felagssangur er
liðugur.
Stórdansurin í ítróttarhøll
ini byrjar klokkan 23, har
vestmannabólkarnir, Thund
erbirds og Vestmenn spæla,
og her verður 18 ára aldurs
mark.
Skipað verður eisini fyri
koyring við náttarbussi,
sum fer úr Vestmanna klokk
an 21.30 og 23.30 og úr
Havn til Vestmannar klokk
an 22.30 og 00.30.
Koyrt verður úr aftur
Vestmanna eftir dansin.
Sunnudagin verða eisini
tiltøk á skránni, og tá verða
framsýningarnar á Staðnum
við modelskipum og goml
um myndum úr Vestmanna
uppafturtiknar.
Framsýningin við model
skipum letur upp klokkan
12, og framsýningin við
gomlum myndum klokkan
15. Báðar hava opið til
klokkan 18 sunnukvøldið.
Hetta er í hvussu er eitt
talandi dømi um, hvussu
netini millum bátar og millum
bátar og bryggju ella brúgvar
IKKI skulu nýtast
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fjølbroytt skrá fyri
bátastevnuna 2009
Myndin er tikin á bátastevnu í fjør, tá allur riðilin av bátum stevndi inn á Vestmanna
Knud Rasmussen í Vestmanna
Vestmenningar hava fingið við upp í bátastevnuskránna, at nýggja danska sjóverjuskipið
Knud Rasmussen (mynd) fer at liggja við bryggju í Vestmanna leygardagin millum
klokkan 12 og 14. Tá verður høvi hjá fólki at vitja umborð og síggja skipið.
Sjóverjuskipið var fyrr í vikuni á Miðvági, men legði ikki til bryggju. Seinni sama
kvøld var skipið at síggja í Vestmanna, og týsdagin kom ein lastbilur hjá donsku verjuni
til Miðvágs við eini minu, sum skal setast upp á Krígssavninum í Vágum. Minan var tó
óskaðilig. Myndin av Knud Rasmussen, sum vit prenta saman við hesum stubba, er
tikin á Skálafjørðinum týsdagin, tá skipið sigldi aftur og fram har.