Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2009 29 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Hóast EB/Streymur var favorittur og hevði yvirtakið í dystin­um á Argj­um í gj­ár, so er steypakappin­gin­ n­ak­ að serligt, og AB megn­­ aði at stríða seg til j­avn­leik og kun­n­u vera rímiliga n­øgdir, hóast teir hava eitt sin­dur verri útgan­gsstøði til sein­n­a dystin­ Fótbóltur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo EB/Streymur kann helst iðra seg, at teir ikki megnaðu at vinna dystin ímóti AB í gjár, tí tað mesta av dystinum hevði EB/Streymur yvirtakið, hóast AB eisini kundi fingið fleiri mál, serliga, um Thom­ as Hans Rub­b­eksen hevði vitað, hvussu leysur hann var um miðjan seinna hálvleik. Men Alex Dos Santos megn­ aði eisini at skalla upp um í seinna hálvleiki. Dysturin var, sum so, ikki nakað at lýta aftur á, men Dánjal Davidsen hjá EB/ Streymi fer helst at minnast dystin við stórari gleði. Stutt eftir hálvleik verður fríspark til EB/Streym, nak­ að framman fyri miðjuna í høgru síðu hjá AB. Hans Pauli Samuelsen leggur b­óltin inn í b­rotsteigin, og har er Dánjal Davidsen og skallar b­óltin fram við Heðini Stenb­erg, sum stóð ein góðan dyst fyri AB. Sostatt hevði EB/Streym­ ur nú fingið eitt b­etri útgangsstøði, víð týdningar­ mikla útivallarmálinum, sum ofta avger. Men AB kom veruliga innaftur í dystin eitt lítið korter eftir málið. Bólturin verður vunnin av Leif Niclasen hjá EB/ Streymi á miðjuni, og so gongur skjótt. Bólturin verð­ ur spældur yvir ímóti vinstru síðu hjá AB, langt frammi á vøllinum. Kenneth Jacob­sen, sum spælir høgri b­akkur hjá AB, rennir fram eftir síðuni, og gerst púra leysur, nú Leif Niclasen liggur, og verjan hjá EB/Streymi ikki veru­ liga er klár yvir hetta. Tá Kenneth Jacob­sen fær b­óltin ger hann eitt lítið trekk, áðrenn hann leggur b­óltin ímóti handaru stong, fram við Gunnari á Steig. Feria fyri hálvleik Tá Petur Reinert b­lásti dyst­ in í gongd umleið klokkan 18 í gjár, vísti tað seg, at leikararnir ikki høvdu hoyrt hann, tí lítið fantilsi var á allan fyrra hálvleik. Liðini vóru eitt sindur varin. Sendu ikki alt ov nógv fram, og royndu at spæla einfalt, við tí úrsliti at fáar avleveringar vóru styttri enn einar 15 metrar. AB royndi eftir førum muni at seta sínar vengur í spæl, meðan EB/Streymur royndi at gyppa b­óltar eftir Arnb­irni Hansen, sum nú sær út at vera frískur aftur. Ímóti endanum á hálvleik­ inum komu tó tveir veruligir málmøguleikar. Job­in Drangastein kom at standa rættiliga leysur í b­rotsteigin­ um, tá Edward Ble, sum hevði ein týdningarmikan verjukendan leiklut á mið­ vøllinum, var komin fram ímóti hornaflagginum og legði b­óltin innfyri. Men Job­­ in Drangastein fekk ikki veru­ ligt skot á. Í hinum endanum fekk EB/Streymur eisini nakrar møguleikar. Tann størsta átti Arnb­jørn Hansen, tá hann úr fýra metrum skallaði b­óltin framvið málinum. Intensiteturin hækkar Tá Petur Reinert b­ríkslaði á fyrsta sinni í seinna hálv­ leiki, vísti tað seg, at leikar­ arnir høvdu hoyrt hann. Bæði liðini løgdu meira fyri og fóru harðari inn í nærdystirnar. Smáar tíggju minuttir inni í seinna hálvleiki fekk EB/Streymur mál, og b­eint eftir royndir Bárður Olsen seg við skotroynd. Eftir hesa skotroynd tók AB yvir, og verjan hjá EB/ Streymi, har stórar útskift­ ingar høvdu verið, hevði stórar trupulleikar við at fáa b­óltin b­urtur av vanda­ leið, og soleiðis megnaði AB at halda trýstið. Meðan hetta trýst var, fingu frens­ arnir einar fýra størri ella minni málmøguleikar, og hetta endaði við málinum, tá einir 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Bæði kundu avgjørt Sum seinni hálvleikur leið gjørdist munurin millum lið­ ini størri og størri, og ungi Arnar Dam, kom væl inn í dystin fyri EB/Streym. Men tað var Alex Dos Santos, sum fekk størsta møguleikan, tá Heðin Sten­ b­erg ikki reiðiliga hevði stýr á einum b­ólti í b­rots­ teiginum. Bólturin fór høgt upp í loft, og b­æði Arnb­jørn Hansen og Alex Dos Santos høvdu møguleika at stýra b­óltinum í tóma málið. Kollfirðingurin royndi at saksa, meðan b­rasiliumaður­ in royndi at skalla. Pressaður av Arnb­irni Hansen megnaði Alex Dos Santos at skalla b­óltin fitt upp um. Í hinum endanum fekk Thomas Hans Rub­b­eksen ein stóran møguleika, tá hann gjørdist leysur aftan­fyri verj­ una hjá EB/Streymi, men helst hevur hann ikki vitað, hvussu leysur hann í veru­ leikanum var, tí hann royndi ikki at seta b­óltin í málið. Sostatt hevur EB/Streym­ ur eitt sindur b­etri út­gangs­ støði fyri seinna dystin við einum útivallarmálið, men AB sýnist sterkari enn úrslitið ímóti HB um viku­ skiftið vísti. Tað er framvegis púra opið, um tað verða AB- ella EB/Streymsleikarar, sum stinga fótin nóg langt fram til finaluna Mynd: Sofus D. Johannesen Reinert tók sig- urin frá okkum Hóast Sigfríður Clement­ sen ikki er heilt nøgdur við spælið á Argjum í gjár, so heldur hann, at Petur Reinert gav AB javnleikin. ­ Dómarin eigur alt málið hjá AB. Tað verður eitt rættiliga stórt fríspark gjørt ímóti okkara vinstra b­akki, dómarin ger onki, so sleppa teir at kontra, og tá manglar okkara vinstri b­akkur á plássin­ um, sigur Sigfríður Clem­ entsen. Hann greiðir frá dystin­ um, at tað var ein rætti­ liga rótutur dystur, har hann var væl nøgdur við verjuarb­eiðið, men at tað nú verður upp á tíðina at fáa skil upp á álopsfót­ b­óltin eisini. Spurdur um hann sær EB/Streym í eini finalu, er venjarin hjá verandi steypavinnarnunum avgjørdur. ­ Vit hava verið í final­ uni í tvey ár á rað, og tað ætla vit eisini í ár, stað­ festir hann. AB trýr upp á finalu ­ Vit skulu skora eitt mál í Streymnesi, og tað er ikki ógjørligt, so vit trúgva uppá tað, sigur John Petersen, ein av venjarunum hjá AB. Hann greiðir frá, at EB/Streymur var omaná fyrstu løtuna, men so hvørt, sum dysturin leið komu teir meira inn í dystin, og eru ikki so mis­ nøgdir við úrslitið á Argj­ um, hóast EB/Streymur fekk eitt útivallarmál, ið kann gerast avgerandi. ­ Teir fáa eitt týdningar­ mikið útvallarmál, men vit koma aftur og fáa ein javnleik, so nú er púra opið, sigur hann. Hann metir somuleiðis, at ongin munur var á lið­ unum í gjár, og metir hann tað ikki vera ógjør­ ligt hjá AB at spæla í Gundadali á Ólavsøku, tá finalan um Løgmans­ steypið verður. LØGMANSSTEYPIÐ 1. hálvfinala AB-EB/Streymur 1-1 (0-0) 0-1: Dánjal Davidsen 53. 1-1: Kenneth Jacobsen 68. Dómari: Petur Reinert Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda & Jens A. Simonsen AB: Heðin Stenberg – Alex Mellemgård, Høgni M. Joensen, Tehe Aristide, Kenneth Jacobsen – Rasmus Neilsen, Evrard Ble (Liam Killa, 88.), John Hansen, Jobin Schrøter Dranga- stein (Tummar Justinussen, 82.), Janus Joensen – Nikolai Lindholm Eriksen (Thomas Hans Rubbeksen, 68.) Gult kort: Jobin Drangastein EB/Streymur: Gunnar á Steig – Pætur Dam Jacobsen, Sor- in Anghel, Dánjal Davidsen, Leif Niclasen (Arnar Dam, 82.) – Hans Pauli Samuelsen (Gudmundur Nielsen, 66.), Bárður Olsen, Brian Olsen (Pauli G. Hansen, 66.), Levi Hanssen, Alex Santos – Arnbjørn Hansen Gult kort: Alex Dos Santos FAKTA AB-EB/Streymur: 1-1 (0-0): Frensarnir klóraðu seg til javnleik