Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 91 - 14. mai 2009 ] Gøtumenn og leir­vík­­ ingar­ fór­u úr­ Fugla­ fir­ði við tepr­um sigr­i í gjár­k­vøldið, og nú sk­al vilja illa til, um tað ik­k­i ver­ða teir­, sum ólavsøk­udag far­a at spæla finalu Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Víkingur tykist hava annað beinið í steypafinaluni ólav­ søkudag. 1­0 sigurin í Fuglafirði í gjárkvøldið ber ógvuliga góða útgangsstøðu við sær undan seinnu hálv­ finaluni, sum verður í Sarpi­ gerði hóskvøldið 28. mai. Einsamalla málið skoraði Finnur Justinussen mið­ skeiðis í 2. hálvleiki, tá ið hann við fremra stólpa smekkaði høvdið undir bólt­ in, eftir at vongverjin í høgru, Sverri Jacobsen, hevði lagt innfyri. Málið kom ikki óvæntað. Sum 2. hálvleikur leið, hevði Víkingur spælt seg til fleiri málmøguleikar. Ser­ liga var tað eftir upplegg í høgru, har Sverri Jacobsen ofta bjóðaði seg til í álops­ partinum, og har Hans Jørgen Djurhuus, sum van­ liga plagar at vera í hinum borðinum, var sera ágrýtin miðvallari. Bartal Eliasen møtti við sínum sterka høvdi ofta, tá ið bóltarnir vórðu lagdir innfyri, men Andreas Lava Olsen, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, og Finnur Justin­ ussen, sum heilt týðuliga hevur máltevið hjá pápanum (Símun Petur), lúrdu alla tíðina, og teir kundu væl havt fingið uppaftur fleiri mál. Eina ferð vóru tveir víkingar leysir í málteignum, men tað eydnaðist verjuni at verja fyri, og eina ferð stútaði Finnur úr trimum metrum og upp um málið. Ta ferðina stóð Andreas so at siga í bíðirøð! Tað kann vera, at gongdin bar brá av, at hetta var fyrra av tveimum hálvfinalum soleiðis at skilja, at intensi­ teturin onkuntíð hevur ver­ ið størri í grannauppgerð­ ini. Men báðir partar løgdu dent á at spæla fótbólt, og um eydnan hevði verið við heimaliðnum, so kundu teir longu í 1. hálvleiki havt lagt seg á odda. Hanus Elias­ en, sum hevur verið skaða­ plágaður var fremsti maður, og í 1. hálvleiki sendi hann bóltin í stólpan. Høgni Zachariasen reik­ aði nógv aftanfyri hann, og sentralt var tað Alexander Jovevic, sum leingi hevur verið skaddur, ið royndi at stýra. Hann vísti seg at hava gott eyga fyri spælinum, men tað sást í 2. hálvleiki, tá ið víkingarnir vóru undir­ mannaðir, at dystarvenjingin ikki er heilt í toppi enn. Tað var Atli Gregersen hjá Víkingi, sum sá reytt. Ransin Djurhuus fór í lumman eftir skorpuni, tá ið Tá ið miðverjin mitt úti á vøllinum hevði taklað aftan í frá uttan at hava havt møguleika at røkka bóltin. Súni Olsen varð tá fluttur aftur í miðverjuna, og hóast heimaliðið síðstu løtuna royndi at trýsta, so eydnaðist tað ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Geza Turi. Bartal Eliasen varð fluttur fram í ÍF álopið, og tað legði eyka trýst á. Nógv av uppspæli­ num var í høgru, har Áki Petersen og Nenad Saric vóru fadrar til nógv inn­ legg. ÍF hevði bóltin á stól­ panum, og ta einu ferðina bjargaði Víkingur á strik­ uni. Men tað eydnaðist ikki ÍF at skjóta mál, og við 1­0 sigri á útivølli í hálvfinaluni kunnu víkingar so smátt fara at fyrireika seg til ólav­ søkufótbólt. Men fuglfirð­ ingar, sum munnu iðra seg um, at teir ikki kendu sína vitjunartíð fyrra partin av 1. hálvleiki, eiga nýggja roynd um tvær vikur. ÍF-Víkingur 0-1 (0-0): Víkingar tættari ólavsøkuni Barcelona vann steypið Talan gjørdist um tryggan 4­1 sigur til Barcelona, tá teir í gjár spældu sponsku steypafinaluna móti Athletico Madrid. Athletico Madrid kom tó á odda eftir bara 10 minuttum, men tann leiðslan helt ikki leingi. Barcelona javnaði fyri steðgin, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara. Við trimum málum upp á tíggju minuttir avgjørdu Messi & Co. dystin, soleiðis at Barcelona framvegis er á kósini at vinna bæði ligu, steypakapping og Champions League. Lazio betri til brotsspørk Lazio vann í gjár italsku steypafinaluna í fótbólti. Í finaluni, sum varð spæld á heimavøllinum hjá Lazio í Rom, stóð annars á jøvnum eftir bæði 90 og 120 minuttir. Tí gjørdist neyðug við brotsspørkum, og her brendu Antonio Cassano og Campagnero fyri Samdoria, meän Tommaso Rocchi var einasti spælarin, sum ikki sendi bóltin í netið fyri Lazio. LØGMANSSTEYPIÐ 1. hálvfinala ÍF-Víkingur 0-1 (0-0) 0-1: Finnur Justinussen 67 Dómari: Ransin Djurhuus ÍF: Andras Gango – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Fritleif í Lambanum – Nenad Saric, Frank Poulsen (Jan Ellingsgaard, 55.), Alexander Jovevic, Høgni Zachariasen, Andy Olsen – Hanus Eliasen (Viggo Johannesen, 80.) Gult kort: Frank Poulsen, Áki Petersen, Alexander Jovevic Víkingur: Geza Turi – Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus (Martin Olsen, 81.), Sam Jacobsen, Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen (Símun Louis Jacobsen, 81.) – Finnur Justinussen Gult kort: Andreas Lava Olsen, Sverri Jacobsen Reytt kort: Atli Gregersen 59. FAKTA Aftur hesa ferð var Víkingur við yvirlutan móti grannunum. Við heimavølli í seinnu hálvfinaluni hava víkingarnir nú tríkvartan fótin í steypafinaluni savnsmynd ÍF venjar­in hevur­ ik­k­i mist mótið um finalupláss, og Vík­inga venjar­in undir­str­ik­ar­ staði­ liga, at tað fr­amvegis er­ langur­ vegur­, áðr­enn finaluplássið er­ tr­yggjað Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Jógvan Martin Olsen var sjálvandi fegin um, at tað hevði eydnast hansara monnum at vinna 1­0 á útivølli í 1. hálvfinaluni. Hann harmaðist um, at Andreas Lava Olsen eftir gult kort verður leikbann­ aður í seinnu hálvfinaluni, men samstundis fegnaðist hann um avrikið, sum hansara menn høvdu víst: ­ ÍF hevði takið fyrstu løtuna, men so fótaðu vit okkum, og tað var ikki fyrrenn síðsta korterið, at tað aftur rættuliga verður trýst á okkum. Tað eri eg sera væl nøgdur við, ser­ liga tá ið havt verður í huga, at vit, eisini eftir at vit høvdu mist Atla, spældu okkum til góðar møguleikar. Og nú eru tit nærri final­ uni? ­ Hesin sigurin verður sjálvandi góður at hava í viðførinum til seinnu hálv­ finaluna, men tað er av­ gerandi, at vit eru tilvitaðir um, at tað framvegis er langt á mál. ÍF spældi seg til fleiri góðar møguleikar, og teir kundu gott havt skorað. Enn er alt fram­ vegis púra opið, undirstrik­ ar Víkinga venjarin. Jón Simonsen, venjari hjá ÍF, helt, at hugburðurin hevði verið góður, men hann harmaðist um, at tað ikki hevði eydnast hansara monnum at skjóta mál: ­ Um vit skulu røkka finaluni, so mugu vit skjóta mál í Gøtu, og tí eru tað møguleikar fyri. Leikliga stóðu vit avgjørt ikki aftanfyri teir, og vit spældu okkum til 3­4 upp­ lagdar møguleikar. Men vit høvdu ikki marginalir­ nar við okkum. Tað mugu vit vóna verður betri á úti­ vølli. Vit rokna framvegis við, at tað skal bera til. Framvegis púra opið