Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 91 - 14. mai 2009 ] Fyri bara aðru ferð kann Alex Ferguson fegnast um møguleikan at vinna gull á heimavølli í Manchester Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sir Alex Ferguson hevur roynt tað tíggju ferðir áður. Tað sama hevur Ryan Giggs. Men bert eina ferð hava teir báðir verið við til at tryggja sær gullið á heimavølli á einum full­ settum Old Trafford. Níggju av teimum tíggju ferðunum, sum Manchester United hevur vunnið gull í Premier League, hevur tað nevnliga verið á útivølli, at gullið er tryggjað. Men leygardagin ber aftur til. Manchester United megn­ aði nevnliga at venda hótt­ andi tapi til sigur í útidyst­ inum móti Wigan í gjár. Gylti Tevez Fyri steðgin sá annars ikki nakað serligt út. Hugo Rodalliga legði nevnliga vertirnar á odda fyri steðgin, og tað var sum heild lítið, sum bendi á, at gestirnir skuldu venda hesum. Stve Bruce, sum í dag er venjari hjá Wigan, átti sín avgerandi leiklut í fleiri teimum fyrstu Premier League heitunum hjá Man­ chester United. Og tí veit hann betur enn tey flestu, at reyðu devlarnir ikki geva seg uttan víðari. Og tað gjørdu teir heldur ikki hesa­ ferð. Carlos Tevez, sum alt meira sannlíkt fer til annað felag í summar, varð skiftur inn, og hann javnaði til 1­1 við einum framúrskrandi máli, sum hann skoraði við hælinum. Og bara fýra minuttir fyri leiklok varð fagnaðurin ovurstórur, tá Michael Carr­ ick langaði bóltin í netið til 2­1. Sigurin ber við sær, at Manchester United nú bert skal hava eitt stig í trimum teimum seinastu dystunum. Og fyrsti møguleikin til hetta er altso leygardagin, tá Arsenal kemur á vitjan á Old Trafford. ÍSF hevur boðið øllum teimum, sum taka lut á oyggjaleikum, til fund í Norðurlandahúsinum í kvøld Gullið kann takast leygardagin Fagnaðurin var ovurstórur, tá Michael Carrick bara fýra minuttir fyri leiklok rættaði gullkósina hjá Manchester United. Nú er ein javnleikur móti Arsenal leygardagin nóg mikið til at vinna Premier League fyri 11. ferð Mynd: Polfoto/AP Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Man Utd 36 27 - 5 - 4 67 24 43 86 2 Liverpool 36 23 - 11 - 2 72 26 46 80 3 Chelsea 36 23 - 8 - 5 63 22 41 77 4 Arsenal 36 19 - 11 - 6 64 36 28 68 5 Aston Villa 36 16 - 10 - 10 52 47 5 58 6 Everton 36 15 - 12 - 9 50 36 14 57 7 Fulham 36 13 - 11 - 12 38 32 6 50 8 Tottenham 36 13 - 9 - 14 42 41 1 48 9 West Ham 36 13 - 9 - 14 39 41 -2 48 10 Man City 36 14 - 5 - 17 56 48 8 47 11 Wigan 36 11 - 9 - 16 33 43 -10 42 12 Stoke 36 11 - 9 - 16 35 51 -16 42 13 Bolton 36 11 - 7 - 18 40 51 -11 40 14 Blackburn 36 10 - 10 - 16 40 58 -18 40 15 Portsmouth 36 9 - 11 - 16 35 55 -20 38 16 Sunderland 36 9 - 9 - 18 31 48 -17 36 17 Newcastle 36 7 - 13 - 16 40 57 -17 34 18 Hull 36 8 - 10 - 18 38 62 -24 34 19 Middlesbr. 36 7 - 10 - 19 56 54 2 31 20 WBA 36 8 - 7 - 21 36 65 -29 31 Fyrilestrar um Oyggja­ leikir Einkultstartur í Sundalagnum Sunnudagin verður súkklað um kapp á einkultstarti, sum er 40 kilometrar. Byrjað verður á víkiplássinum við Kirkjuna í Kollafirði, og súkklað verður til rundkoyringina við Streymin og aftur. Eisini verður skipað fyri einkultstarti fyri motionistar, og venda hesi við Áir. Tvey nýggj í HSF­ nevndina Hondbóltssambandið hevði aðalfund leygardagin, og har vórðu tveir nýggir nevndarlimir valdir. Anya Midjord og Leivur Mikkelsen bóru seg bæði undan afturvali, og í terirra stað vórðu vald Jón Kragesteen og Margrið Weihe. Hinir nevndarlimirnir eru Kristian Johansen, sum framvegis er formaður, Eina Gudmundsen og Sigvør Matras. Tiltakslimir eru Kára á Dunga og Eydna Mikkelsen. Tað stendur ofta nógv á ítróttarfólkunum, so nógv kann vinnast við góðari fyrireiking Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er um felags fyrireik­ ing til leikirnar, har mongu føroysku ítróttarfólkini sjálvandi vilja gera sítt til, at føroyska úrtøkan verður tann best møguliga. Evnini á fundinum í kvøld eru venjing, kostur og doping, og verða tríggir fyrilestrar upp á einar 20 minuttir hvør á skránni. Fyrilestrarhaldarar eru Magni Mohr, ítróttarfysio­ logur, Sølvi Winther Olsen, ítróttarlækni og Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðsluráðgevi. Fundurin byrjar klokkan 19, og millum fyrilestrarnar verður sjálvandi høvið hjá luttakarunum at seta spurn­ ingar til serfrøðingarnar.