Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2009 Tinglimir úr Tjóðveldi skuldseta Anniku Olsen fyri at hava krógvað týðandi upplýsingar fyri Løgtinginum og nú vilja teir hava landsstýris­ málanevndina at kanna embætisførslu hennara Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Annika Olsen hevur brotið lógina um ábyrgd lands­ stýrismanna. Tað halda tinglimir úr Tjóðveldinum. Tí vilja teir nú hava lands­ stýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni í inn­ lendismálum. Rættiligt rok var í Løg­ tinginum í gjár, tá ið ein lóg um jørð var til viðgerðar. Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri løgtingið, sum ger tað munandi lættari at býta jørð sundur í fleiri matrikulnummur. Hetta fall Tjóðveldinum rættiliga fyri bróstið og teir skuldsettu Anniku Olsen fyri álvarsom brot á hennara skyldur. Í hesum sambandi var hon skuldsett fyri at hava krógvað týðandi upplýsingar um málið fyri Løgtingi­ num. Hetta halda tinglimir hjá Tjóðveldinum vera so groft, at tað átti bæði at ført til misálit á landsstýriskvinn­ una og at landsstýrið legði frá sær. Men í øllum førum heitti Tjóðveldi á landsstýrismála­ nevndina at taka málið upp og at kanna embætisførslu hennara í hesum máli. Ráðgevarar mæltu frá Teir upplýsingar, sum ting­ limirnir hjá Tjóðveldi sipa til, er, at fakliga ráðgevingin hjá landsstýriskvinnuna hevur mælt frá, at uppskotið verður samtykt, sum støðan er nú. Bjørt Samuelsen sigur, at Umhvørvisstovan hevur í brævi boða frá, at hon kann als ikki viðmæla so stórum og álvarsomum broytingum og stovan heitir eisini á landsstýriskvinnuna um at bíða við uppskotinum til betri stundir fáast at meta um avleiðingarnar, sum tey síggja at tað fer at føra við sær, verður uppskotið sam­ tykt. Men Tjóðveldið átalar, at hesir upplýsingar eru als ikki lagdir fyri Løgtingið og tí heldur flokkurin, at landsstýriskvinnan hevur tagt týðandi upplýsandi í málinum fyri Løgtinginum. ­ Hevði tað verið í Fólkatinginum, at ein ráðharri ikki hevði lagt øll viðkomandi skjøl við einum máli, hevði hann ikki verið ráðharri í fimm minuttir afturat, staðfesti Høgni Hoy­ dal. Brot á alla siðvenju Høgni Hoydal, Bjørt Sam­ uelsen og onnur tjóð­ veldisfólk staðfesti, at tað er brot á alla siðvenju, at landsstýrið leggur eitt upp­ skot fyri Løgtingið, hóast fakliga ráðgevingin mælir frá. Tinglimir hjá Tjóðveldi vildu eisini hava at vita frá løgmanni um hann fram­ vegis hevur álit á lands­ stýriskvinnuni og um hann metti, at hon hevði umsitið sítt málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Kaj Leo Johannesen, løg­ maður dugdi ikki at síggja nakað illgrunasamt og hann kunngjørdi, at hann hevði fult álit á Anniku Olsen. Frá landsstýriskvinnuni sjálvari fekst onki svar, tí hon var ikki til staðar í Løg­ tinginum og løgtingsfor­ maðurin átalaði hana fyri ikki at vera til staðar at svara spurningum. Men tað vóru aðrir politikarar í samgonguni, sum svaraðu fyri hana. Poul Michelsen vísti aftur, at upplýsingar vóru tagdir burtur, tí hann stað­ festi, at Búnaðarstovan hevði verið í Rættarnevndini og greitt frá sínum sjónar­ miðjum, so øll kendu sjónar­ miðini. Bæði hann og Kaj Leo Johannesen staðfesti, at nógv umrødda skrivið frá Búnaðarstovuni var ikki eitt hoyringsskriv, sum lands­ stýriskvinnan hevði skyldu til at leggja við málinum, men ein viðmerking frá stovninum. Hann viðgekk kortini, at tað kundi ymsar meiningar vera um, antin tað skuldi ligið við málinum ella ikki. Hinvegin førdi Heðin Zachariasen eisini fram, at tað er ikki umsitingin, sum skal avgera førda politikkin á økinum, tí tað er uppgávan hjá Løgtinginum. Og tinglimir førdu fram, at tað kundi ikki vera rætt, at tað ikki kundi bera til at býta jørð sundur í smærri stykki, tá ið tað var neyðugt í sambandi við keyp og sølu, ella í sambandi við arv. Sum lógin er nú, er tað ómetaliga tórført at jørð sundur í smærri stykki og tað hevur gjørt tað sera tvørligt hjá fólki, sum ikki eiga jørð frammanundan at ogna sær eitt stykki. Tvær klagur Her kann leggjast afturat, at hetta er aðru ferð hesa vikuna, at Tjóðveldi klagar ein landsstýrismann fyri landsstýrismálanevndini. Fyrr í vikuni heitti Tór­ bjørn Jacobsen á lands­ stýrismálanevndina um at kanna enbætisførsluna hjá Jacobi Vestergaard í sam­ bandi við eina broyting í lógini um vinnuligan fiski­ skap, har tað nú ber til at flyta fiskiloyvi ímillum trolbátar, sum eru undir og yvir 110 tons. Krevja størri landgrunsøki Tað eru ikki bara føroyingar, sum halda seg hava krav upp á størri landgrunnaøki norðanfyri. Um somu tíð sum føroyskir myndugleikar lótu ST skjøl, sum skuldu styðja tað føroyska kravið, gjørdi íslendska stjórnin tað sama. Eins opg føroyingar halda íslendingar seg hava rætt til eitt øki í Ægisdýpi, sum íslendingar rópa leiðina norðanfyri. Í 2006 samdust íslendingar, norðmenn og danir Føroya vegna at býta ta umstríddu leiðina norðanfyri sínamillum, og nú skulu londini so siga, hvørjar partar av leiðini tey halda seg hava rætt til. Umframt leiðina norðanfyri vilja íslendingar hava part av Hatton­Rockall eins og føroyingar, og harafturat vilja teir hava eitt stórt øki á Reykjanesrygginum. Stórur tørvur á kreppumiðstøðum Síðani tær fyrstu kreppumiðstøðirnar blivu skipaðar í Grønlandi seint í áttatiárunum, hava royndirnar víst, at støðirnar komu í tøkum tíma, og at tørvurin hevur verið stórur líka síðani. Regina Enoksen, sum er forkvinna í kreppumiðstaðararfelagnum, sigur við KNR, at síðani miðstøðirnar komu, hava tær havt millum 800 og 900 brúkarar um árið og okkurt árið meiri enn 1.000. Hon leggur afturat, at samanborið við fólkatalið eru tølini rættiliga stór samanborið við onnur lond. Seks kreppumiðstøðir eru í felagnum. Tann í Nuuk er undir kommununi og ikki við í felagnum. Anniku Olsen kannast út í æsir Sunnudagin fer Rakel Helmsdal at fortelja suðuroy­ ingum, hvussu hon kapar eina søgu Rakel Helmsdal er væl kendur rithøvundur og henni hevur altíð dáma at siga frá søgum. Og tað hevur hon eisini gjørt, so leingi hom minn­ ist. Men hvaðani koma all­ ar søgurnar hjá Rakel? Tað fer hon at greiða suðuroyingum frá á almennum fundi á Segl­ loftinum á Tvøroyri nú sunnudagin, 17. mai klokk­ an 15. Tað er Pakkhús 4, sum skipar fyri tiltakinum, er bæði fyri børn og vaksin og tey fara at hoyra Rakel Helmsdal greiða frá, hvað­ ani hon fær hugskot til søgurnar, hvussu tað er at arbeiða við hesum hug­ skotum og annars fer hon at greiða frá um tað at skapa søgur. Áhoyrararnir sleppa eis­ ini at hoyra onkur brot úr søgum hjá hennara. Rakul Helmsdal hevur skrivað kendar søgur sum “Søgur úr Port Janua”, “Drekar og annað vala­ fólk” umframt røðina um Hugo og røðina um Skrímslini. -áki- Tekur suðuroy­ingar inn í annan heim Annika Olsen stóð rættiliga fyri skotum í Løgtinginum í gjár og skuldsetingar um brot á bæði lógir og gamla siðvenju heglaðu niður yvir hana. Nú vil Tjóðveldið hava, at framferðin hjá henni verður kannað. Sjálv var hon ikki til staðar, men bæði løgmaður og tinglimir úr samgonguni vardu hana