Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 92 • 15. mai 2009 Luttakararnir byrjaðu fyri fleiri vikum síðani at fáa ymisk boð í teldubrævi. Millum annað var mint á, at einir góðir sterkir fjallastivlar máttu til. Og tá tosa vit altso ikki um einar smartar Dr. Martens ella annað mótagreið. Vit tosa um einar rættar skótastivlar, sum kunnu tola alt slag av veðri og undirlagi. Eyðun segði okkum, at vit máttu ganga stivlarnar til, um teir vóru nýggir, og tað var gott at fáa at vita, tí slíkur túrur letur seg so at siga ikki gera við einari ella tveimum stórum bløðrum á fótunum. MATURIN -Koyrið í tykkum. Ikki hugsa um kalloriir, tí tit koma ikki at klára at eta so nógv, sum tit fara at forbrenna teir næstu tveir dagarnar. Eyðun Berg og hansara fólk hava tikið ímóti okkum á Hvonn í Havn. Vit eta morgunmat saman, áðrenn farið verður í bussin, sum skal koyra okkum norðureftir. Vit síggja myndir frá túrinum, sum vit nú skulu uppliva, men ikki ov nógvar, tí pláss má eisini verða fyri tí óvæntaða. Vit fáa at vita nógv um trygd, og vit fáa at vita, at vit skulu býta byrðurnar ímillum okkum – tó sjálvsagt í mun til styrki. Tað er ov drúgt at greiða frá øllum teimum vøkru støðum, sum vit sóu í Norðstreymi hesar báðar dagarnar, og tey, sum fara sjálvi, skulu eisini sleppa at gerast bilsin. Men tað ber til at avdúka, at fólk, sum fyri tað mesta hava parkettgólv ella asfalt undir sær, fara at fáa eina sera víðgongda uppliving burturúr. Eina uppliving, sum als ikki fer at gera av við tey, men harafturímóti eina uppliving, sum fer at gera tey sterkari. Eina uppliving, sum fer at seta seg sum eina megi miðskeiðis í bringuni, ið so kann takast fram í framtíðini, tá brúk er fyri onkrum, ið krevur serliga styrki. Eyðun Berg frá Faroe Adventure, á Sneis, sum var fyrsta fjallið á túrinum Janus Hansen frá Fuglafrøðifelagnum greiðir frá um fuglalív Á toppinum á Postulakirkju í sólsetri Ein uppliving, sum kann takast fram, tá brúk er fyri onkrum, ið krevur serliga styrki