fríggjadagur 15. mai 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 92 - 15. mai 2009
lýsing
Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo
krea . tel 60 80 80
Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til
fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstyrelsen og IMO.
Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella skipsførari ?
Set teg so í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøku-
treytir og lesturin saman við umsóknarblaði.
Umsóknarblað kann eisini heintast á heimasíðu okkara: www.vh.fo
Spennandi útbúgvingar
- eitt hav av vinnumøguleikum
Nýtt skúlaár byrjar 3. august 2009. Umsóknarfreistin er 2. juni 2009.
Maskinmeistari
Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjøl-
broytta og hægsta tekniska yrkisútbúgv-
ing, sum kann takast í Føroyum. Útbúgv-
ingin gevur sera stórar møguleikar, bæði
á sjógvi og landi, líkamikið um tað er í
Føroyum ella úti í heimi. Maskinmeistara-
útbúgvingin gevur eisini møguleikar fyri
at blíva elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni
eru maskinmeistarar størsti einstaki yrkis-
bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár.
Upptøka til maskinmeistaraútbúgvingina
verður í august 2009 og í januar 2010.
Maskinistur
Upptøka til maskinistútbúgvingina verður
í januar 2010.
Skipari
Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar
útbúgvingar til skipara og skipsførara,
sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og
landi um allan heim. Sum skipari kanst tú
føra øll fiskiskip um allan heim, eins og
farmaskip, upp til 3.000 tons.
Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár.
Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú fara
beinleiðis til skipsførara.
Upptøka til skipara verður í august 2009.
Skipsførari
Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans 3
ár; 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálvár til
skipsførara. Sum skipsførari kanst tú føra
øll skip á øllum høvum.
Upptøka til skipsførara verður í august
2009 og í januar 2010.
Maskinmeistara-, skipara og
skipsføraraútbúgvingarnar
eru moduluppbygdar.
Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari
Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari
Tórshavnar kommuna
Leiðari til Dagstovnin á Velbastað
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara 40
tímar um vikuna til Dagstovnin á Velbastað
at byrja 1. juli 2009.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv í einum
nærumhvørvi, har náttúran hevur
stóran leiklut í gerandisdegnum
og har spælið fyllir nógv
• møguleika at seta dám á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving
• møguleika fyri eftirútbúgving
• tær at vera partur av einum netbólki,
sum kommunan skipar fyri millum
dagstovnarnar
Vit vænta at tú
• ert útbúgvin pedagogur
• hevur leiðsluroyndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemi í einum
dagstovni
• hevur hug og áræði at skapa ein
fjølbroyttan og tryggan gerandisdag,
við virðing og umsorgan fyri tí einstaka
barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
• kanst virka í góðum samstarvi við
starvsfelagar og foreldur
• dugir væl at samskifta, bæði innan –
og uttanhýsis
• ert opin fyri møguligum bygnaðarbroytingum
• sært møguleikar framum vansar
• hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir
• ert køn/ur í teldu
• hevur lætt við at orða teg munnliga og
skrivliga á føroyskum
Setanarviðurskifti
løn sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, royndum og upplýs-
ingum um útbúgving skal vera Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi
í seinasta lagi týsdagin 2. juni 2009.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Katrina
Petersen, deildarleiðara, ella Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóra, á telefon 30 20 10.