Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 7 Nr. 92 • 15. mai 2009 klimaksið á túrinum, hægsta fjall á Streymoynni, Kopsenni, sum er 790 metrar høgt. SAMANHALDIÐ Faroe Adventure skipar fyri fjallatúrum, teambuilding og slíkum, men ein av hesum víðgongdu túrum, sum vit sluppu at uppliva her miðskeiðis í mai, inniheldur alt í einum, kennist tað. Tað er sum tá flogfarið ikki fær lent í Vágum, og tú endar á einum hotelli í Norra ella aðrastaðni. Áðrenn tú veist av, situr tú og prátar inniligt við ein persón, sum tú ikki kendi, tá tú fór umborð á flogfarið. Nú tit eru tarnaðir av veðrinum, verður verjan slept, og aðrar reglur fyri sosiala samveru gerast galdandi. Soleiðis er eisini við víðgongdu túrunum hjá Eyðun Berg og teimum. Tá tú byrjar við at fara upp á Sneis tann fyrra dagin og sært allar Føroyar úr norð heilt suður til Suðuroyar, og upplivingarnar síðani bara gerast betri og betri, so kann tað gera tað sama hvønn tú ert saman við úti í haganum og uppi í fjøllinum. Hesi fólk gerast tín familja, tíni vinfólk – ja í veruleikanum tey einastu, sum eru til teir báðar dagarnar. VÆL FYRI Faroe Adventure skipar fyri ymiskum túrum, men allir hava eitt sindur av villskapi yvir sær. Eyðun Berg og hansara fólk eru ikki nakar kappingarneyti hjá lokalum gongufeløgum, har fólk í, eg mundi sagt ”øllum vektklassum” kunnu vera við. Túrarnir hjá Eyðun krevja eitt sindur av tær, og velur tú tann torførasta túrin, sum var tann, vit sluppu at royna, skalt tú vera væl fyri kropsliga. Kennir tú á tær, at tú ikki er tað, men kundi hugsað tær at roynt slíkan túr, so eru tvey í at velja: Antin so er at byrja at venja til túrin, ella velja sær ein minni torføran túr, tí teir eru eisini á skránni hjá Faroe Adventure. -Her hava vit eitt gásareiður, fortelur Janus Hansen og peikar niður í bøin. Janus, sum er formaður í Føroya Fuglafrøðifelag, er ein partur av toyminum hjá Faroe Adventure. Tað er hansara uppgáva – umframt at sleipa útgerð o.a. – at greiða frá um djóralív og annað í náttúruni – og tað dugir hann avbera væl. -Vit mugu ikki dvølja ov leingi uppi yvir reiðrinum, tí so kunnu eggini kólna, sigur hann og vit skunda okkum víðari. BRÓTA MØRK Túrurin, sum vit royndu, vardi tveir dagar. Um náttina svóvu vit í telti Norðuri á Fossum omanfyri Vestmanna. Fyri tey, sum ikki hava roynt at sovið í haganum, er tað ein avbjóðing í sær sjálvum at sova úti. Og tað eru fleiri slíkar avbjóðingar, sum krevja at mørk verða brotin. Bara tað at skula gera av sær, er nakað heilt annað, enn tað mann er vanur við heimanífrá. Fyrireikingin til túrin var ómetaliga væl skipað. av ger teg sterkari ➘ Hópurin fær ein kaffimunn hjá Fisking og Frítíð (www.fiskogfritid.com) Ganga gásagongd við Eyðuni fremst Á veg niðan á Kopsenni – Skorastova sæst har niðri høgrumegin Klár til tann næsta dagin Á Kopsenni, 790 metrar Millum Djúpadalsgjógv og Dalagjógv