Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 vinnusíðurnar Nr. 92 - 15. mai 2009 Nógvir skilnaðir Árini frá 2004 til 2007 fækkaði talið á hjúnarskilnaðum í Danmark, men í fjør fór tað aftur at ganga hinvegin, og tann gongin hevur hildið fram higartil í ár. Tað vísa tøl hjá donsku hagstovuni. Tølini vísa, at í fjør vóru 14.695 hjúnarskilnaðir í Danmark, og tað var fýra prosent fleiri enn árið fyri. Harafturat vísa hagtølini, at vøksturin er serliga stórur hjá hjúnum, sum hava verið gift stytri enn fimm ár. Hetta kann kanska tykjast eitt sindur óvæntað, tí undanfarin ár var tað júst hesin bólkurin, sum hevði lutfalsliga fáar skilnaðir, sigur DR. Rækjumenn egna deild Leiðslan í grønlendska fiski- og veiðimannafelagnum KNAPK hevur gjørt av, at felagið skal vera meiri virkið, eisini tá tað snýr seg um lóggávu og kunngerðir á virkisøki felagsins. Í tí sambandi hevur leiðslan gjørt av at víðka umsitingina og at skipa eina serliga felagsdeild fyri teir, sum fiska rækjur. Tað sigur formaðurin í fiski- og veiðimannafelagnum, Leif Fontaine, við kringvarpið KNR. Tann nýggja deildin hjá rækjumonnunum skal ikki einans taka lut í samráðingunum um prísir, men skal eisini halda eyga við lógum og kunngerðum á økinum. Húsvill Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - Tað er rætt, at Frosk- mannafelagið er biðið um at fara úr hølunum. Skulu vit hava Perluna klára til ólavsøku, mugu hølini tømast beinanvegin, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin hevur havt fleiri fundir við Tórshavnar Froskmannafelag um truplu hølisviðurskiftini. Víst hev- ur verið á loysnir í umhvørv- inum nær sjóvarmálanum, men áhugi hevur ikki verið fyri at húsast saman við øðrum. Kommunan vísti á hølini hjá Datatænastuni, sum kundu nýtast saman við Havnar Bjargingarfelag og róðrarfelagnum, Knørri. Men áhugi var ikki fyri uppskotinum, og tí er ein fyribils loysn funnin til Tórshavnar Froskmanna- felag, um at fara í Saltsøluna til ein varandi loysn verður funnin. - Eg var sjálvur á fundi hjá Tórshavnar Froskmanna- felag, har vit tosaðu um trupulleikan. Har tosaðu vit um loysnina at byggja nýggjan bygning til felagið, og eg vísti á útmerkað øki til slíka bygging, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu. Borgarstjórin undirstrik- ar, at sjálvandi skal Frosk- mannafelagið hava líka góðar umstøður sum onnur feløg í kommuni. Avgjørt er at hyggja fram eftir, heldur enn aftureftir, og finna best hugsandi loysn til felagið, sigur borgarstjórin. Tórshavnar Frosk­ mannafelag er við sínum 140 limum blakað á dyr. Fyrst varð felagið blakað úr Reinsarínum, og nú skal garasjan rívast niður, so ein nýggj Perla kann byggjast í staðin Høliskríggj Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í seinastu viku frættist um ætlanir hjá Tórshavnar kommunu um at ríva garasj- una í Tórsgøtu niður, sum Tórshavnar Froskmanna- felag hevur húsast í. Ætlanin er at ein nýggj Perla skal byggjast á stað- num, ið skal vera nýggja spælistaðið í Havn. Trupulleikin er bara tann, at har húsast eitt felag, sum í gjár varð sett á gøtuna, uttan at hava fingið hóskandi hølir í staðin. Talan er um Tórshavnar Froskmanna- felag. Felagið hevur seinastu árini verið flutt runt í ymisk høli. Fyrst skuldi felagið út úr Müllers Pakkhúsi, síðan var felagið tveitt úr ovaru hædd á Reinsarínum, og nú er felagið biðið um at flyta síni ting út úr garasjuni. Uttan ávaring. - Hetta er ein katastrofa. Nú standa vit við ongum. Vit hava verið víst í hølir í Saltsøluni, sum í orðsins rætta týdningi má sigast at vera ein fyribils loysn, tí har kunnu vit als ikki vera, sigur Ingi Sørensen, ein av virkn- astu kavarunum í felagnum. Stór skomm Tórshavnar Froskmanna- felag er tað næst elsta í rík- inum, og varð tað stovnað í 1957. Felagið hevur 140 limir, og millum uppgávur- nar hjá Froskmannafelag- num er at hjálpa til, tá vanlukkur henda á sjónum, og at taka sær av árliga ruddingardegnum í vágni. Hølini hjá Froskmannafelagnum verða fyrst og fremst nýtt til kom- pressararúm, har kavarar fylla luft á fløskurnar. - Tað er hjartað í felagnum. Tað sum nú hendir, er at vit hava einki høli til at halda fundir í ella har limir kunna hittast. Tað er stór skomm. Vit hava havt vitjanir av øðrum feløgum úr Danmark, og tá er tað pínligt ikki at hava eitt høli, at vísa fram, sigur Ingi Sørensen. Ingi Sørensen stúrir fyri at felagið fer í upploysn um ikki okkurt verður gjørt við støðuna. Nýggju hølini egna seg ikki til Frosk- mannafelagið, og limirnir harmast um umstøðurnar. - Vit høvdu eina munnliga avtalu við kommununa, um hølini, vit hava húsast í. Tá vit so vóru útblakað úr Reinsarínum, lovaði komm- unan eina kompensatión fyri køk, brúsurúm uppi- haldsrúm, vit høvdu innrætt- að á loftinum í Reinsarínum. Men kommunan hevur ikki hildið sítt lyfti, og standa vit nú á gøtuni við eini óbrúkligari loysn, sigur Ingi Sørensen. Loysnin er nýbygging Froskmannafelagið á dyr Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, ásannar at hølisviðurskiftini hjá Frosk­ mannafelagnum ikki eru nøktandi. Loysnin er at byggja felagnum nýggj høli