fríggjadagur 15. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
10
Nr. 92 • 15. mai 2009
El-fyritøkan Einar Mikkelsen er ein
gomul kend fyritøka í Havn, sum
hevur verið við til el-innleggingar
hjá privatfólki, fyritøkum og
stovnum kring landið í 60 ár.
Tað var Einar Mikkelsen, sum
stovnaði fyritøkuna 18. mai 1949.
Einar var føddur 11.mars 1917,
sonur Jens og Ellu Súsannu í
Dávastovu, tey vóru 12 systkin.
Ongin teirra er á lívi í dag.
Barndómsheimið var við Landa-
vegin, húsini yvirav Restorffs
brýggjarí. Unglingarnir, sum vuksu
upp har í grannalagnum, vórðu
kallaðir “Landavegsfressar”, og
nýttu teir hetta, hvørja ferð teir
hittust. Í barnaárunum, serliga
tá ið feria var, var ofta trongt í
húsinum, og bleiv Einar tá sendur
til Langasands, har pápin arbeiddi
á hvalastøðini á Gjánoyri. Einar
hevði seinni eini summarhús
á Langasandi, sum hann nýtti
rættuliga nógv í mong ár, áðrenn
hann á eldri árum gjørdist sjúkur.
Eftir loknan barnaskúla
arbeiddi Einar í handlinum hjá
Restorff við Landavegin sum ør-
indadrongur, til hann fór í elektrik-
aralæru sum fyrsti lærlingur hjá
Leif Mohr el-innleggjara. Einar
segði ofta frá, hvussu hann, áðr-
enn arbeiðsdagurin var liðugur,
skuldi eftir rossinum hjá Leif,
sum stóð uttan fyri hagaportri við
Mattalág og leiða rossið heim.
Einar fer til
Danmarkar
Eftir at Einar var útlærdur sum
elektrikari hjá Leif Mohr, mátti
hann til Danmarkar fyri at fáa
sveinabrævið hjá Kemp &
Lauritsen, tí hetta var ikki møguligt
her á landi tá. Men vegna seinna
heimsbardaga slapp hann ikki
heim aftur, og nýtti hann so tíðina
til at fáa sær útbúgving sum
el-innleggjari við háspenningi
sum hjáfak á maskinskúlum í
Keypmannahavn og í Helsingør.
Einar arbeiddi eisini sum elektr-
ikari hjá A.J. Jørgensen statsaut.
el-innleggjara í Keypmannahavn
frá 1941 til 1944, har hann fekk
hetta ummæli: Det attesteres
herved, at elektriker Einar Mikkel
sen har været ansat i mit firma i
ca 3 år. Han har i den forløbne tid
hovedsaglig været beskæftiget
ved skipsinstallationer. Han er
meget paalidelig arbejder, der
gaar op i sit arbejde med lyst og
interesse, og som selvstændig
kan påtage sig at lede et stykke
arbejde. Han har envidere fung
eret som formand, hvorfor jeg
kun kan give ham min bedste
anbefaling.
Síðan fór Einar at arbeiða sum
elektrikari á Orlogsværftinum
í Keypmannahavn, har hann
mest tókst við at avmagnetisera
minustrúkarar, soleiðis at teir
ikki “tiltrektu” minur, sum lógu í
sjónum.
Meðan hann arbeiddi har, fann
hann sær konu, Sofie Dorthe
Bendix, vanliga nevnd Bente,
sum var ættað úr lítlu bygdini
Kristianshede í Bording Sogn,
millum Silkeborg og Randers.
Tey giftust 7. februar 1947 á
ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Bente var útbúgvin barnagarðslær-
ari og arbeiddi beint við høvuðs-
jarnbreytastøðina, har tey eisini
høvdu eina tveykamars íbúð.
Fyritøkan verður
stovnað
Í 1949 fluttu Bente og Einar til
Føroyar at búgva. Fyrstu árini
búðu tey til leigu við Landavegin,
seinni fluttu tey til Tróndargøtu,
har sum Evangeliihúsið er í dag,
og síðan fluttu tey longur oman í
Tróndargøtu 15, sum kallast niðri
í Bø, húsini hjá Anton Dúkk, sum
Terji Andrésen átti.
Einar byrjaði sítt el-virki í 1949,
og nakrar av stóru uppgávunum
hava verið t.d. el-innlegging til
Kommunuskúlan í Tróndargøtu,
Snikkaravirkið í J.Patursonargøtu,
Landssjúkarahúsið, Marinu
støðina við Hoyvíksvegin,
El-verkið á Sundi, Ellisheimið,
Skúlaheimið við Marknagilsvegin,
Havnar Klubba, Ítrottarhøllina
á Nabb, umbygging av støðini
í Mjørkadali, Skúlan á Trøðni,
umbygging á Føroya Stud-
entarskúla og ikki minst el-
arbeiðið í sambandi við nýggja
ljósskipan og aðrar trygdar-
skipanir tá ið lendingarbreytin í
Vága Floghavn bleiv nútímans-
gjørd og longd frá 1100 til 1250
metrar, hetta var í 1978 –80.
Fyritøkan tekur sær framvegis av
ymiskum trygdarskipanum á Vága
Floghavn. Annars hevur fyritøkan
gjørt eitt ótal av el-innleggingum
í virkjum og sethúsum, bæði í
Havn og á bygd.
Í 1955 læt Einar upp tann fyrsta
handilin í Føroyum, sum burtur
av seldi lampur. Í 1980 fekk virkið
limaskap í størstu lampuketuni
í Danmark, Elkøb, sum nú eitur
Elbodan.
Einar var virkin innan Havnar
Handverksmeistarafelag (HHMF),
og hansara áhugi varð el-læran,
og hann hevði sjálvur nógvar
lærlingar. Hann var m.a. tann
fyrsti lærarin innan el-fakið, og
undirvísti hann el-lærlingum á
kvøldskúla. Tey fyrstu hølini vóru
í húsunum, har sum skótahúsini
standa í dag, síðani varð flutt yvir
á VBV á Skansanum, og seinni í
Tórsgøtu (gamla Føroya Banka)
og síðan yviri við Strond hjá
Tummas Ørv. Tá el-útbúgvingin
flutti út í Smiðjugerði, har hon
er í dag, gavst Einar sum fastur
lærari, men hann hevði onkuntíð
Býarmynd 60 ár
Mánadagin 18. mai eru 60 ár liðin síðan Einar Mikkelsen
í Havn byrjaði sítt virksemi sum sjálvstøðugur el-
innleggjari í 1949. Í 1955 læt hann upp tann fyrsta
handilin í Føroyum, ið burtur av seldi lampur. Í dag eru
tað sonurin Høgni og konan Sonja, sum reka fyritøkuna
Einar Mikkelsen (19171999)
Bente saman við børnunum Idu og Høgna
Fyritøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo