Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2009 Nú ein mánaði er eftir av longda gjaldssteðginum, sum fiskavirkið hjá P/F Kósini í Klaksvík er í, er framvegis eingin endalig loysn funnin, sum kann endurreisa virksemi. Tað er trupult at útvega váðafúsan kapital í hesum tíðum KlaKsvíK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Longdi gjaldssteðgurin hjá P/F Kósini gongur út 17. juni, men so seint sum í morgum, dugir Christian Andreasen, advokatur, sum vegna skiftirættin hevur eftirlitið við gjaldssteðg­ inum, ikki at siga, um tað fer at eydnast at endurreisa virksemið á flakavirkinum. ­ Nei, eg kann einki ítøkiligt siga beint í løtuni, men tað er ikki óhugsandi, at okkurt verður at frætta um eina viku ella so. Christian Andreasen ásannar, at tað er trupult at fáa íleggjarar at seta váðafúsan kapital í felagið, sum er neyðugt fyri at endurreisa virksemið. Spurdur, hvat kann væntast um eina viku ella fjúrtan dagar, nú ein mánaði er eftir av longda gjalds­ steðginum, sigur advokatur­ in, at tað kann hann heldur einki siga um í løtuni. Ikki leingjast Tað var við endan av 2008, at skiftirætturin lýsti gjalds­ steðg á stóra flakavirkinum í Klaksvík, og advokaturin hevur sagt, at hesin galds­ steðgur kann leingjast við trimum mánaðum í senn – upp til í mesta lagi eitt ár. Christian Andreasen segði seg herfyri tó ikki vænta, at gjaldssteðgurin, sum gongur út um ein góðan mánaða, verður longdur einaferð aftrat. ­ Eg vænti framvegis ikki, at gjaldssteðgurin verður longdur enn einaferð, sigur hann í morgun. Men, hvat hendir so um ein mánaða, um eingin loysn tá er funnin? ­ Tað eru tveir møguleikar. Annar er, at virksemið verður endurreist fyri 17. juni – og hin er, at P/F Kósin fer á húsagang, sigur Christian Andreasen. Sum skilst á advokatinum, er ógjørligt at siga í løtuni, hvønn veg tað ber. ­ Men tú ert vælkomin at ringja aftur um eina viku ella so, sigur hann. Gjaldssteðgur Tá eitt felag er í gjaldssteðgi, og advokatur er settur at hava eftirlit við felagnum, fer eingin flyting og eingin fíggjarlig “dispotión” fram uttan um advokatin. Í hesum førinum, nú roynt verður at útvega váðafúsan kapital til endurreisn, er uppgávan hjá advokatinum, sum hevur eftirlitið, eitt nú at virka fyri áhugamálunum hjá kreditori, leiðslu og møgu­ ligum íleggjarum. Hamarin yvir Kósina fellur um fýra vikur Aung San Suu Kyi ákærd Hernaðarstýrið í Myanmar ákærdi í morgun andstøðukvinnuna Aung San Suu Kyi fyri at hava brotið reglurnar um húsavarðhald við at hava havt samband við ein útlending. Talan er um ein amerikanara, sum bleiv tikin í síðstu viku eftir at hava vitjað Aung San Suu Kyi í tveir dagar. Hernaðarstýrið sigur, at andstøðukvinnan kemur fyri rættin mánadagin, og verður hon dømd sek, kann hon fáa upp í fimm ára fongsul. Viðhaldsfólk hjá Aung San Suu Kyi siga, at hernaðarstýrið hevur gjørt av at seta hana í fongsul, nú tað fer at styttast til tað ætlaða valið næsta ár. Roxana farin úr Iran Tíðindakvinnan Roxana Saberi, sum varð latin leys úr einum iranskum fongsli fyrr í vikuni, fór í morgun úr Iran saman við foreldrunum og einum vinmanni. Einki varð sagt um, hvagar flogfarið við teimum skuldi, men umboð fyri tíðindakvoinnuna hava fyrr sagt, at hon skal til USA,. har hon eisini er fødd. Roxana Saberi fekk upprunaliga átta ára treytaleyst fongsul í Iran fyri at hava njósnast fyri USA. Seinni bleiv dómurin broyttur til tvey ára treytaða fongsulsrevsing, og mánadagin bleiv Roxana latin leys í Teheran. - Tað eru tveir møguleikar. Annar er, at virksemið verður endurreist fyri 17. juni – og hin er, at fiskavirkið fer á húsagang, sigur Christian Andreasen, advokatur Mynd: Vilmund Jacobsen - Kanska verður okkurt at frætta um P/F Kósina um eina viku ella so, sigur Christian Andreasen, advokatur Í sambandi við arbeiði at umvæla skaðan á havnalagið í Skálavík, sleipaði vaktar-og hjálpar- skipið Brimil týsdagin eina kistu til Skála- víkar, sum skal standa við endan á tí innara grótkastinum sKálavíK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Uppgávurnar, sum hjálpar­ og vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, gera millum ár og dag kunnu vera rættiliga ymiskar. Týsmorgunin um 9.30­ tíðina setti Brimil fast í eina betongkistu og byrjaði at sleipa hana av Skálafjørð­ inum og suður til Skálavíkar. Kistan er bygd inni í turr­ dokkini á Skála, og tað er entreprenørurin, R.T.S. (Runavíkar Transport Ser­ vice), sum hevur stoypt kistuna. R.T.S. er eisini arbeiðs­ takari til umvælingararbeiði av havnalagnum í Skálavík, sum fórst so illa í herviliga landnyrðings uppganginum í februar mánaða í fjør. Sosialurin hevur skilt, at tað eydnaðist manningini á vaktar­og hjálparskipinum Brimli at loysa hesa uppgávu til lýtar. Skálvíkingar hava fingið sína kistu Kistan til grótkastið í Skálavík er stoypt í turrdokkini á Skála, og her hevur vaktar- og hjálparskipið Brimil sett á at sleipa