Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 15. mai 2009 Vikuskifti 11 avloysarastarv har. Nógv nýtt kom fram innan el-yrkið, og Einar var altíð heitur talsmaður fyri at útbúgvingarnar í Føroyum skuldu verða eins og í Danmark. Hann bleiv í tí sambandi limur í danska el- innleggjarafelagnum ELFO (nú Tekniq), soleiðis at hann fekk í lag vitjanir og hjálp til útbúgvingarnar hjá el-lærlingunum, og var hann eisini ofta í Danmark til eftir- útbúgving og hevði eitt ótal av vinum innan el-yrkið í Danmark. Einar Mikkelsen andaðist 21.januar 1999, 82 ára gamal. Einar, og Bente sum andaðist 2. januar 1986, fingu tvey børn, Høgna og Idu, og barnabørnini eru fýra í tali. Ættarliðsskifti í 1980 Í 1980 var ættarliðsskifti í fyritøkuni, tá sonurin Høgni B. Mikkelsen tók við sum stjóri, og rekur hann í dag virkið saman við konuni Sonju, sum eisini kemur frá einum heimi, har foreldrini Jeanne og Holger Jensen róku sína egnu fyritøku: Holger Jensens Møbilhandil í N. Finsensgøtu í Havn. Høgni fór í læru sum elektr- ikari í fyritøkuni í 1964. Tá hann varð útlærdur í 1969, fór hann á el-innleggjaraskúla í Keypmannahavn og fekk prógv í 1973. Eins og pápin hevur Høgni eisini stóran áhuga fyri handverkarayrkinum og serliga el-fakinum. Hann var eitt langt tíðarskeið nevndarlimur og formaður í Havnar Handverks- meistarafelag, umframt at hann hevur sitið í stýrinum fyri Tekniska Skúla og Føroya Handverksmeistarafelag. Síðan Einar Mikkelsen byrjaði í 1949 hava tilsamans 80 lærlingar tikið sína elektrikaraútbúgving á virkinum. Í dag starvast níggju fólk í fyritøkuni. Tá virksemið var upp á tað mesta vóru millum 22- 25 fólk í starvi. Í sambandi við 60 ára stovn- ingardagin verður móttøka í hølum Havnar Arbeiðiskvinnu- felags í Bøgøtu 10 (við síðuna av Einar Mikkelsen Sp/f), fríggja- dagin 22. mai frá kl. 15-18. Í 1955 læt Einar Mikkelsen upp tann fyrsta handilin í Føroyum, sum burturav seldi lampur. Handilin var í húsunum høgrumegin. Til vinstru sæst blómuhandilin Blomsturbrá, sum var í grannahúsunum Ein Ford Anglia vørubilur hjá Einari Mikkelsen Í dag eru tað hjúnini Høgni og Sonja Mikkelsen, sum reka el- fyritøkuna Einar Mikkelsen Mynd: Jens Kristian Vang