fríggjadagur 15. mai 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 92 - 15. mai 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Fiskivinnan í umrøðu
Fiskivinnan er støðið undir føroyska samfelagnum.
Gongur fiskivinnuni væl, gongur øllum
samfelagnum væl, gongur hesi vinnu illa, so
gongur okkum øllum illa. Tað er tí eitt sindur
løgið, at fiskivinnupolitikkurin hevur so lítið pláss
í almenna rúminum. Undantakið er sjálvsagt
tíðin kring ásetingina av fiskidøgum fyri eitt nýtt
fiskidagaár, tá bylgjurnar ganga høgt og av álvara
avdúka, hvussu grundleggjandi ósamd, ið vit eru
um fiskivinnupolitikkin.
Men rætt skal vera rætt, fiskivinnan stendur høgt
á dagsskrá hjá ávísum flokkum, tá hesir hava
landsfund og søgan um svartkjaftabýtið avdúkar,
hvussu stór ósemja er. Fiskurin á føroyskum sjóøki,
er ogn Føroya fólks. Breið semja er um hesa
áseting, men samstundis er ikki semja um, hvat
hetta í roynd og veru merkir. Vit hava eina skipan
við fiskidøgum, við fiskiloyvum, kvotum v.m., men
vit eru ongantíð veruliga vorðin á einum máli
um, hvussu henda ogn Føroya fólks best og mest
ábyrgdarfult skal umsitast ei heldur um, hvussu vit
tryggja eina burðadygga vinnu.
Orðaskiftið í almenna rúminum um fiskivinnu er
avmarkað og fyrst og fremst avmarkað til ávísar
fiskivinnuáhugaðar tingmenn, yrkisfelagsmenn
og fiskifrøðingar. Fiskifrøðingarnir, sum eftir
bestu sannføring mæla til ein fiskiveiðipolitikk,
sum er grundaður á vísindaligar kanningar,
eru ofta »teir illavorðnu dreingirnir«. Kortini
seta teir ta dagskrá, sum hóast alt er í almenna
orðaskiftinum. Búskaparfrøðingarir halda seg við
fáum undantøkum aftur, halda seg vanliga á heilt
øðrum hæddum ájavnt við teirra starvsfelagar
í umheiminum. Men av og á koma føroyskir
búskapafrøðingar fram við áskoðanum um
fiskivinnuna, og eru hesar vanliga eins áhugaverdar
og tær vekja forargilsi í veiðiumhvørvinum.
Búskaparfrøðingar kunnu jú loyva sær bert at
viðgera tað, sum lønar seg og tað sum ikki lønar
seg. Í mikudagsblaðnum var ungur føroyskur
búskaparfrøðingur frammi við klárari greining av
støðuni í fiskivinnuni og við tilsvarandi radikalum
uppskotum fiskivinnuni til bata. Hansara uppskot
er m. a. at lata tey skip, sum ikki bera seg fara
undir hamaran nú fyrr jú betri. Hann tekur fram
munin millum eitt nú norska og føroyska fiskivinnu,
sum báðar fáa stuðul og grundgevur sakliga
fyri muninum millum hesar vinnur. Hann vísir
á, at hjá okkum er talan um høvuðsvinnu, sum
má og skal rekast so optimalt sum gjørligt t.v.s.
uttan almennan studning. Studningspolitikkur er
beinleiðis skaðiligur, tá lítið er til av fiski. Tað, sum
umræður, er at fáa so nógv burturúr fiskinum,
sum er, og ein skipan, sum heldur skipum siglandi,
sum ikki bera seg, ger bert støðuna verri. Við at
veita einum parti av fiskivinnuni, sum ikki ber seg,
andahjálp, minka vit samstundis um møguleikarnar
hjá teimum pørtum, sum kundu borið seg. Við
støði í hesum heldur hann, at vit skulu lata tann
partin, sum ikki ber seg, fara, fyri at bjarga tí
parti av vinnuni, sum loysir seg. Hesi eru í stuttum
sjónarmiðini, og fara tey valla at falla á góðan botn
hjá øllum, men vónandi fáa vit eitt neyðugt og gott
orðaskifti burtur úr hesum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Politikarar í Føroyum
mugu í arbeiðsklæðini
her og nú. Fyrsta upp
gávan er at viðgera og
semjast um handfaring
ina av akuttu búskapar
og fíggjarstøðuni í
landinum. Síðani skal
semja fáast um fíggjar
lógaruppskotið fyri 2010
Fíggjar- og búskaparpoli-
tikkurin í Føroyum flýtur.
Skal tað sigast akkurát,
sum tað er, so hevur hetta
sera týðandi politiska økið
verið flótandi leingi.
Vitleys siðvenja
Bæði uttanfyristandandi og
tey, sum hava verið í poli-
tikki í nøkur ár, hava lagt
til merkis eina vitleysa
siðvenju, ið spakuliga
hevur sníkt seg inn í arbeið-
ið við fíggjarlógini.
Mannagongdin er á leið
tann, at Landstýrið leggur
uppskot um fíggjarlóg fyri
Tingið. Frammanundan
hava landsstýrismenn og
umsiting lagt eitt stórt
arbeiði í uppskotið. Góð-
skan er ymisk alt eftir
umstøðunum og tíðar-
faktorinum.
Fíggjarlógaruppskotið
fer síðani í fíggjarnevnd-
ina. Har fer ein syndarligur
leikur fram, og góðskan er
hareftir.
Fleiri ár á rað hava vit
sæð, hvussu nevndin
endavendur rakstri og
íløgum. Í summum førum
eru rímiligar grundgeving-
ar fyri broytingum, men
tað nógva av viðgerðini í
fíggjarnevndini er primi-
tivt. Har verður býtt sum
havnarmaðurin býtti á
sinni: tú ein vegastubba –
eg ein ella tveir tunnlar.
Nú hendir hetta eisini í
svartastu búskaparkreppu,
heimurin hevur sæð í mong
Harrans ár.
Primitivt svans
Í ár hava vit harumframt
sæð, at góðskan í fíggjar-
lógaruppskotinum hevur
verið so sum so. Uppskotið
hevur meira enn nakað
annað verið eitt savn av
tekniskum framskriving-
um. Fleiri hava saknað
initiativ úr Fíggjarmála-
ráðnum, og helst hava hesi
grein í sínum máli.
Hetta óskil má fáa ein
enda. Primitiva svansið við
landsins ognum má steðga.
Tað sigur seg sjálvt, at
hetta er ikki ein varandi
arbeiðsháttur í einum landi,
ið roynir at flokka seg
millum siviliserað lond.
Til arbeiðis nú
Mítt uppskot er, at tingfólk
beinanvegin fara í arbeiðs-
klæði.
Tingið eigur beinanvegin
at fara undir at viðgera
akuttu fíggjar- og búskap-
arligu avbjóðingarnar í
landinum. Tá tað arbeiðið
er liðugt, skulu vit beinan-
vegin fara undir uppskotið
til fíggjarlóg fyri 2010.
Í framkomnum londun
byrjar fíggjarlógararbeiðið
beinanvegin, og áðrenn
verandi tingsetan er endað.
Tá fara óformligar tinging-
ar fram millum allar flokk-
ar á Tingi. Hetta arbeiði
ber frukt, tí allir flokkar
kenna sær ábyrgd, tí teir
eru veruliga við. Breiðar
semjur fáast um bróður-
partin av fíggjarlógini.
Seinni um heystið, áðrenn
fíggjarlógin verður fram-
lagt, verða ábyrgarfólk fyri
allar flokkar somuleiðis
inkallað fyri at royna semj-
ur. Endaligu smálutirnir
fella síðani upp á pláss
móti endanum av árinum,
ofta við smalri meirluta.
Sporini frá
80unum ræða
Sum ein av teimum, ið
ruddaðu upp eftir vitloysið
í 1980-árunum, má eg siga,
at sporini ræða.
Her má annað skinn tak-
ast um bak. Um ábyrgdar-
fólk ikki handla við skili her
og nú, er vandi fyri, at onnur
fara at seta treytir og á tann
hátt at handla fyri okkum.
Tað hava vit sæð áður.
Politiska summarferian
er avlýst!
Summarferian avlýst!
løgtings og
fólkatingsmaður
EdMUNd
JoENSEN
Undir viðgerðini av revsi-
lógini kom einaferð enn
fram, hvussu ávísir ting-
limir háða ávísar samfelags-
bólkar – í hesum førinum
samkynd. Á tingsins røð-
arapalli var tað at vera sam-
kynt skírt at vera óføroy-
skt. Haldi at tað er ræð-
andi, at vit í einum fram-
komnum demokratiskum
samfelag skulu uppliva, at
fólkavaldu tinglimir okkara
leggja eftir ávísum sam-
felagsbólkum og skíra
okkum óføroysk. Hava tit
nakra hóming av, hvussu
tað er at verða skírd ófør-
oysk, tí ein er samkynt/ur?
Hví skulu vit vera verri
føroyingar, tí vit eru sam-
kynd? Lat meg sláa fast, at
tað finnast nógvir samkynt-
ir føroyingar, og at hetta
als ikki er eitt óføroyskt
fyribrygdi. Vit eru eisini
føroyingar, og vit eru til
staðar í føroyska samfelag-
num, og eru eisini góð við
Føroyar og føroyska sam-
felagið. Tí nívir tað, at
verða skírd óføroysk.
Stundin er tí komin, at
føroyskir politkarar taka
avgerðir út frá
veruleikanum.
At løgtingið við 2. við-
gerð samtykti at taka 266b,
stk. 2. burtur, og eisini
samtykkir at strika orð-
ingina »seksuel orienter-
ing« úr tveimun øðrum
greinum, vísir enn einað-
ferð, at tað eru religiøsu
fundamentalistisku
kreftirnar, ið stýra løg-
tinginum og harvið eisini
Føroyum. Eg vóni, at
tingfólk eru at sær komin
og fella uppskotið við 3.
viðgerð.
Journalistur
BEINtA LøwE
JAcoBSEN
Samkynd eru eisini føroyingar
Rætting
Í blaðnum í gjár bóru
vit tíðindini um ný-
føddu koltursgentuna,
sum er fyrstføddi
íbúgvi í Koltri seinastu
mongu árini. Á redak-
tiónini komu vit fram
til, at seinasta barn í
Koltri varð føtt fyri 30
árum síðan. Men ein
lesari hevur gjørt
okkum varug við, at
eitt koltursbarn varð
føtt 10 ár seinni, altso
fyri 20 árum síðan.
Talan er um tveir
brøður, ið vórðu føddir
í 1987 og 1989, og
sum vóru búsitandi í
Koltri tá.
Tí biðja vit lesar-
arnar um umbering
fyri feilin.
Eilen Anthoniussen,
blaðkvinna