Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 12 Nr. 92 • 15. mai 2009 Ummæli Kinna Poulsen Hóast ungdómurin hevur sín sjálvsagda stóra týdning, eisini viðvíkjandi myndlistini í einum landi, er tað at vera ungt listafólk ikki nakað góðskustempul í sær sjálvum. –Tí umframt gávur máa bæði útbúgving og búning til – ljóðar ein av ilsligu staðfesting­ unum hjá tygara ummælara, sum nú tykist blíðkað av nøkrum framsýningum, ið hava givið eina varliga, men lívsjáttandi hóming av einum nýggjum, sprækligum ættarliði, ið telur fleiri áhugaverd listafólk, sum eru farin tann neyðuga túrin út um bøgarðarnar. Sannførandi Silja Framsýningin, sum Silja Strøm (f.1987) hevði saman við systir og mammu síni í Smiðjuni í Lítluvík í fjør, vísti greidliga, at talan var um ein komandi høvuðspersón í nýggja ættarliðnum av føroyskum listafólkum. Og tó at Silja við sínum tveyogtjúgu árum er blaðung enn, er serframsýning hennara í Mentamálaráðnum ikki minni sannførandi, um einstøk av verkunum, t.d. onkur kollasja, enn tykjast eitt sindur skúlalig. Hon gongur jú eisini í Glasgow School of Art, sum at síggja til er ein sera góður skúli eftir úrslitunum hjá Silju Strøm at døma. Gentudjórið Framsýningin hevur hugsunarsama heitið »we may sink and settle on the waves«, ið er sitat hjá Virginiu Woolf, og sum eisini er heitið á eini røð av myndum á framsýningini. Listakvinnan arbeiðir myndevnisliga við gomlum fotomyndum, sum hon viðger á ymsan hátt, ið innihaldsliga tykist snúgva seg um tað, sum farið er og tað, ið koma skal. Tøknið er fyri tað mesta pappír við blýanti, olju ella akryl, eins og nøkur prent eru á framsýningini; m.a. tvær versiónir av prentinum, sum Silja Strøm gjørdi á Grafiska Verkstaði Føroya í fjør. Summar av myndunum hava eitt varisligt og tálmað yvirbrá, sum gevur ábendingar um ein sermerktan fínleika, men Silja er kanska best í myndunum, har hon flytir seg frá tí fína og vakra og torir at vera ljót sum t.d. í teirri nærum monokromu lýsingini av tí síðhærda gentudjórinum við úpspílaðum næsagluggum, myrkum, ófrættakendum eygnabrái og avskeplaðum kroppi. Glansbílætagentan í flesakjólanum, hvørs høvd sýnist svølgt av hvítum tómleika, hevur henda sama óhugnaliga dámin av isolatión og tað sama er galdandi fyri lítla drongin í bláum. Kvium-light At bólka eitt listarligt ættarliði eftir føðingardegnum hjá listafólkunum er helst At tora tað ljóta Hóast eitt sprækligt ættarlið av ungum listafólkum er at hóma, eru tit ungu vælkomin at gera tykkara til, at føroyska myndlistin í framtíðini støðugt verður meira villvaksandi, fjølbroytt og ljót Sorgblíð glansbílætagenta eftir Silju Strøm