Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2009 13 Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Ein nýggjur búskapur tíðargreinin Andras Róin Bitland Grønur vøkstur er svarið upp á trupul­ leikarnar av veðurlags­ broytingunum, og grønur vøkstur verður eisini loysnin á búskapar­ kreppuni, sum herjar um allan heim. Vakstrar­ møguleikarnir í »Clean­ tech« kunnu samanber­ ast við teir, sum vóru, tá kunningartøknin byrjaði Megatrends, ella høvuðsrák, koma inn yvir okkum líkami­ kið, hvussu fjarskotið vit liggja. Hetta eru rák, sum koma úr búskaparligum, tøkniligum ella umhvørvisligum fortreytum, ið broytast, og sum harvið skapa nýggjar møguleikar fyri fólk, vinnur og lond. Síðan seinna heimsbardaga hava Føroyar víst í verki, at ein lítil tjóð við fáum íbúgvum kann megna at taka við teimum menningarmøguleikum, sum tíðin bjóðar. Tó hava tey sein­ astu ártíggjuni borið brá av, at vit ikki megna at gagnnýta nýggj rák til at koma burturúr einstáttaða búskaparmynstri­ num. Onkuntíð glóma spírar í orðum og lyftum rundan um val og á landsfundum, men verulig og munagóð stig eru ongantíð tikin. KT­ og fjarskiftisrákið í nítiár­ unum nýttu vit í stórstan mun innanlendis og ikki úteftir, og meðan biotekrákið fór framvið, keglaðust vit um dátutrygd, siðsemi, og um hvør skuldi ráða. Tað er ljós fyri framman: Nýggi amerikanski forsetin sigur »Yes We Can«, og enn meira stimbrandi er, at fleiri siga, at verandi fíggjar­, búskap­ ar­ og umhvørviskreppa skal loysast í einum. Sameindu Tjóðir (ST) kallar neyðugu tiltøkini fyri »Global New Green Deal«, sum í høvuðsheitum snýr seg um grønari búskap, minni útlát og størri javnvág. Evropeiska Samveldið (ES) hevur góðkent eina 20/20/20 ætlan, sum m.a. fevnir um 20% varandi orku og 20% minni útlát í ár 2020. »Grøni« ídnaðurin, sum skal hjálpa okkum at uppfylla hesi mál, verður undir einum nevnd­ ur »Cleantech Industry«, og eru tær neyðugu íløgurnar, ið skulu gerast, størri enn nakrantíð sæð áður. Bert innan fyri varandi orku er tørvurin mettur at verða yvir 200 mia. evrur um árið. Hví er hetta áhugavert í einum føroyskum høpi? Cleantech er ikki longur bara rætt og neyðugt og stuðlað av idealistiskum kreftum. Clean­ tech er »Big Business«, tað næsta rákið, megatrendurin – og ein einastandandi møguleiki fyri fólk, vinnur og tað føroyska samfelagið sum heild. Av hjálparpakkum, sum altjóða fíggjarkreppan hevur fingið stjórnir kring heimin at samtykkja, verður mett, at 3.000 mia$ eru avsettar til Cleantech. Fleiri viðurskifti gera hetta áhugavert í einum føroyskum høpi: Altjóða Cleantech ídnaðurin er ikki búgvin at taka ímóti uppgávuni, t.v.s. at nýtt skal uppfinnast og mennast á øllum økjum – innan orku, vatn, KT, endurnýtslu, tilfar o.a. Norðanlond eru fremst sum ein miðdepil – eitt »hotspot« innan Cleantech. Øll eygu umframt tann vága­ fúsi kapitalurin eru í desember rættað móti veðurlagsráðstevn­ uni í Keypmannahavn. Vit hava – sum ongantíð áður, serligar fyrimunir í Føroyum. Innan maritima Cleantech er okkara vitan og nýskapanarevni til staðar, og har eiga vit at hava kappingarfyrimunir, ið lættliga kunnu geva arbeiðspláss og stóran útflutning. Okkara fjarskotni, okkara náttúra, og okkara natúrliga tilfeingi ger okkum serliga áhugaverd sum samstarvspart, sum royndarøki og sum búskaparligt potentiali. Men megna vit at nýta høvið hesaferð eitt høvuðsrák tekur seg upp? Taka vit av avbjóðingini, standa saman og gera tað sum skal til? Megnar vinnulívið og tað almenna at samstarva, og megnar okkara politiskt valdu at hugsa stórt og langt? Megna vit tað, so fáa vit búskaparligan vøkstur, størri fjølbroytni og arbeiðspláss, samstundis sum vit hjálpa umhvørvinum. Ítøkiligt átak Saman við Vinnuhúsinum skipaði Bitland fyri Veður­ lagsráðstevnu í fjør. Burtur úr hesum er sprottin verkætlanin TACIT (Transatlantic Cleantech Institute). Løgmaður er protekt­ or fyri verkætlanini, sum Inn­ lendismálaráðið hevur stuðlað fíggjarliga saman við NORA og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Henda verkætlan hevur m. a. til endamáls at gagnnýta bú­ skaparligar og vinnuligar møgu­ leikar innan Cleantech. Eitt ítøkiligt átak er at marknaðar­ føra tøkni og loysnir innan maritima økið í samband við Veðurlagsráðstevnuna í Keyp­ mannahavn. Hetta eru loysnir frá føroyskum fyritøkum, sum eru vistfrøðiliga og rakstrarliga burðardyggar. Meira verður at frætta um hetta komandi vikurnar. Tíðargreinin