Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 15. mai 2009 Vikuskifti 13 Ein løgin og hugtakandi mynd á framsýningini í Mentamálaráðnum Løgna myndin hjá Jóannesi Lamhauge á ársins Várframsýning ov fýrkantað og konstruerað, men vit kunnu siga, at tey flestu í yngra ættarliðnum eins og Silja eru fødd í 80´unum og summi í sjeytiárunum. Tað eru eisini onkur, sum eru fødd í sekstiárunum, ið ikki eru komin í gongd við listini fyrr enn nú, og sum altso á ein hátt eru ung listafólk, tó at tey eru um miðjan aldur. Í dagsins syndraðu og fjøltáttaðu ment­ anarfatan gevur tað kanska ikki meining at tosa um listarlig ættarlið, men tað ger tað allíkavæl í føroyskum listahøpi, ið enn tykist rættiliga avmarkað. Av einum yngri ættarliði verður forvæntað okkurt slag av reaktión ella uppreistri móti tí eldra ættar­ liðnum, og eftirsum at kalla øll føroysk list er vøkur, ja so havi eg í longri tíð vænta mær okkurt ljótt av yngru listafólkunum og helst ikki bara okkurt, sum Michael Kvium ella onkur annar hevur gjørt frammanundan. Ung og ivaleys Um so listarligi framburðurin hjá yngra ættarliðnum er ógvuliga ymishættaður, hava tey til felags, at tey fyri tað mesta eru figurativ. Onkur teirra tykjast tó meira konseptuel, enn vit hava verið von við í føroyskari list, sum ikki í serliga stóran mun hevur havt eitt tílíkt metastøðið. Jóhan Martin Christiansen (1987) hevur til dømis eina breiða, humoristiska og ofta hugskotsmerkta tilgongd til listina, sum í summum førum kenst heldur ung og ivaleys, men sum við hansara miklu orku, ídni og nærlagni óivað fer at bera langan veg. Inntil víðari er hann sloppin við á ta sensureraðu várframsýningina á Charlottenborg og tað er jú flott avrikað. Hann var eisini stigtakari til framsýningina KraSjKoLLa, sum ummælarin tíverri ikki náddi at fotografera, áðrenn hon lat aftur fyri stuttum, og sum umframt áhugaverd verk hjá Jóhan Martini eisini hevði verk hjá Halldis Olsen (1983) og Jóannesi Lam­ hauge (1985) á skránni. Áhugaverdasta verkið hjá síðstnevnda var avgjørt myndin, ið minti um kitsch­ merktu portrettmyndina av eini lekrari damu við sovikamarseygum og tannsteyt­ ara í ST­hjálmi, sum hann hevði við á ársins Várframsýning. Tó at dugnaliga listakvinnan Halldis Olsen tykist siðbundin í og við, at henni eyðsýniliga dámar siðbundin grafisk tøkni, er okkurt nýtt og øðrvísi í hennara myrku, løgnu samansetingum av realistiskum og surrealistiskum myndaliðum, sum boðar frá góðum, og sum vit allarhelst kunnu vænta okkum nógv av. Vøkur list Hóast ungdómurin hevur sjálvsagda týdningin, sum allur ungdómur altíð fer at hava, er tað at vera ungt listafólk ikki nakað góðskustempul í sær sjálvum og als ikki í Føroyum, her okkum í stóran mun vantar tað, sum hoyrir til menningina hjá einum ungum listafólki: t.e. listaumhvørvi, listakjak fyri ikki at tala um listaútbúgving ella útbúgving, sum kann fyrireika tey ungu fólkini til akademi­ og aðrar listarligar útbúgvingar. Hetta má vera ein orsøk til, at eingin veruligur uppreistur er komin enn, og at føroysk list enn í stóran mun er vøkur, dekorativ og náttúruíblást. Tó at føroyska listin í stóran mun er dygdargóð, tíðar­ leys og sublimt vøkur, er okkurt ótespiligt í hesum lyndi okkara bert at dyrka tað vakra, og tí eru tit hjartaliga vælkomin, tit ungu, at gera tykkara til, at føroyska myndlistin í framtíðini støðugt verður meira villvaksandi, fjølbroytt og ljót. Sálarlig nærvera fyri allar pengarnar í hesi myndini hjá Silju Strøm Ein av myndunum, sum evnaríka Halldis Olsen sýndi fram á Ólavsøku í fjør Humor á heimasíðuni hjá Jóhani Martini Christiansen í verkinum: John Kørner imitator Silja sameinir mynd og skrift í summum av myndunum Framsýningin »we will sink and settle on the waves« hjá Silju Strøm er opin gerandisdagar í Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi 72 inntil 31. august