Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 92 - 15. mai 2009 Fundarsamtykt: Ársaðalfundurin hjá Før­ oya Náttúruverndarfelag heitir á Føroya Løgting, vísandi til tann stóra vanda, sum vit øll eru stødd í vegna ta globalu upphitingina, at áleggja gjald fyri útlát av koltvísúrni. F arna árið hevur arbeið­ ið í nevndini verið nakað áleiðis tí sum fyri­ fórst í 2007 og 2008. Frá heldur óhepna norður­ lendska ársfundinum, ið Noreg skipaði fyri 26.­30. juni 2008, kom eingin frá­ greiðing. Øll londini góvu avboð, m.a. Áland bert eina viku undan fundinum. FNU legði leiðina umvegis Bergen, men mátti av øðr­ um orsøkum bróta túrin av komin hálvan vegin norður til Romsdalen. Úrslitið varð at yvirnáttast mátti í Oslo, og varð tá gjørt av at fara til hús aftur. Sum ein­ asta luttakandi land varð ikki mett tað var ómakin vert at koyra norður aftur so langa leið. Serstøk smámál hava verið uppi og vent í nevnd­ ararbeiðnum hetta tíðar­ skeið. Sandvíkar bleiv av­ greitt av Yvirfriðingar­ nevndini og sjálvt um mannagongdin ikki hevði verið røtt og vit kærdu málið til nýggja viðgerð, staðfesti Yvirfriðingar­ nevndin loyvið til Byrsu­ múla. Ávísar treytir vóru settar til hvussu bingjan skuldi klæðast og hava flagtekju og hvussu skot­ plássið skuldi innrættast. Roynt varð at seta verk­ ætlan upp til kanningar av sjóavrfallsorku. Luttakarar vóru fingnir frá Noreg, Danmark og úr Føroyum saman við enska veitaran­ um av tøkniliga útbúnað­ inum. Tikið varð væl undir við at fremja verkætlanina sum eina FP7 umsókn, men ikki ein króna kundi latast í stuðuli til at fremja drúgvu umsóknina – hvørki SEV, Landsstýrið ella Granskingarráðið høvdu møguleika at stuðla, og avgjørt varð so at steðga framhaldandi fyri­ reikingum. Ein av luttakarunum var Fróðskaparsetrið, ið síðan helt fram við egnum kann­ ingum. Nú kundi bæði SEV og Granskingarráðið finna nakað yvir eina millión at stuðla við, so niðurstøðan er greið, at tað veldst alt um, hvør tað er, sum sendur umsókn og roynir at seta nakað í verk. Sum ikki einaferð: er Føroya Náttúru­ verndarfelag inni í myndini, verður ikki latin stuðul, og so er tað stórt sæð uttan mun til hvussu skilagóð vekætlanin er. Ætlanin at fáa kanning gjørda til møguligan tjóð­ garð hevur verið inni og vent á stuðulsborðinum hjá Innlendismálaráðnum sambært játtanini til um­ hvørvisverndartiltøk. Fyrstu tvey árini var umsóknin avvíst tí lands­ stýrið sjálvt arbeiddi við Koltri sum tjóðgarð – ein ætlan, sum Innlendismála­ ráðið eftir sera drúgt stríð mátti eta í seg aftur sum hopisleyst fyrireikað. Koltur lýkur ikki grund­ leggjandi ST treytirnar fyri at kunna skipast sum tjóð­ garður. Í ár var umsóknin aftur send inn, men úrslitið er tað sama. Granskingar­ ráðið hevur eisini tvær ferðir viðgjørt umsóknina. Hon var avvíst fyrstu ferð við grundgeving, at eingin gransking var í ætlanini, og aðru ferð tí óheftu dómar­ arnir høvdu hvør sítt til­ mæli – annar gav botn­ karakter og hin toppkarakt­ er. Við hesum liggur verk­ ætlanin til møguleikan at skipa Hvannhaga sum tjóð­ garð deyð – eftir at tiltakið Best røkta Bygd við nýggja tiltakinum at kjósa vækrasta og mest serstaka náttúrupláss valdi Hvannhaga sum nummar eitt. Sama afturvendandi stórmál er SEV og vatn­ orkuútbyggingar. SEV fekk loyvi frá Yvirfriðing­ arnevndini at seta hol á Stórá við Norðskála og uppi við Eysturoyar tunnilsmunnan at fremja arbeiðspláss til tunnils­ boringar norðureftir. Ætlan­ in varð boðin í lisitatión har J.K.Petersen skuldi hava 50 mill.kr. fyri at Eiðisvatn og turbinurnar kundu framleiða 5 GWtímar afturat. Hetta er ógvuslig íløga til so lítla orkunøgd, men skilligt ein snildur liður í loyvinum til Eiði 2, ið Yvirfriðingar­ nevndin ikki hevði givið loyvi til á summri 2008, tá nógv rumbul tók seg upp lokalt í økinum. Áhugabólkur skipaði fyri almennum fundi á Oyra­ bakka 16. juli, og varð FNU biðið at hava innlegg. Hetta gjørdu vit væl vit­ andi at SEV ikki var til at vika. SEV stjórin nevndi annars at teir altíð kundu tippa holið aftur um tað gekk heilt galið. Fyrr í ár kom so loyvið frá Yvir­ friðingarnevndini at taka Eiði 2 sjálvt um árinskann­ ingin hjá Náttúrugripa­ savninum staðfesti óheppin árin á lívfrøðina í avveittu økjunum til Eiði 1 og 3. Loyvið er sostatt givið at bora suður til Selatraðar – og um SEV hevur hug suður til Gjógvará, ið man tykjast rættuliga hopisleyst við teim stóru gjáum, ið eru á strekkinum. Brúkast skulu 250 mill. kr. til at framleiða 17 GWt ella næstan 15 mill. kr. fyri hvønn GW tíman. Hetta er áleiðis tað ein gomul 225 KW Vestas mylla fram­ leiðir upp á eitt ár. Kostn­ aður fyri slíka myllu er umleið 300.000 kr. SEV vil seta ravmagn­ skostnaðin upp og skal hetta saman við lántøku fíggja Eiði 2 ætlanina. Kappingarráðið gav ikki loyvi at seta prísin upp og er ikki greitt í løtuni um lántøka verður loyvd av landstýrinum. Óhefta serfrøðingakanningin av el­netinum staðfesti at 8 MW av vindorku kunnu setast aftur at verandi 4 MW, og onnur 4 MW vilja krevja broytingar á Sunds­ verkinum. Talan er um at sleppa undan fluktuatión­ um ella svingningum í styrkini, ið kann hava óheppin árin á t.d. elektron­ iskan útbúnað. SEV hevur ført fram at verandi 55% av ravmagni­ num skulu útbyggjast til at hesi verða frá varandi orku. Alt gott um tað, men spyrjast kann so hví vit ikki taka til eftirtektar eina skynsama útbygging av teimum tøku 8 MW vind­ orku til ein kostnað á 56 mill.kr. við eini framleiðslu á 35 GWtímar heldur enn 250 mill.kr. vatnorku, ið skal framleiða helvtina? Sum vit síggja er tað sami óskiljandi útbyggingar­ politikkur, ið SEV heldur áfram við. Tosað er um Víkarvatn, ið skal verða næsta vatnorkutøkan. Hetta tekur ongan enda – kanska ikki fyrr enn til 2013 tá einkarrætturin til áir og vøtn gongur út. Orkuútbyggingar verða nú eisini tengdar til veður­ lagsbroytingar tá tað enda­ liga er staðfest at fossil orkunýtsla er ein av megin­ keldunum til útlátið av koltvísúrni. Leggjast skal um til varandi orkukeldur, men sær ein av stóru fossilu brúkarunum, SEV, so gott sum bara vatnorku sum loysn á hesum. Veður­ lagsbroytingin er við at blíva eitt sera stórt mál í náttúru­ og umhvørvis­ vernd, og er hetta sera tíðarkrevjandi at fylgja upp, soleiðis at vit alla­ tíðina eru væl kunnað um hvat fyriferst. Roynt er at fáa lands­ byggireglur til orkunýtslu til bygningar, men er hetta ikki komið upp á pláss enn. ST­fundurin, ið skal avloysa Kyoto, verður í Keypmannahavn í desemb­ er mánað. Landsstýrið hevur ikki enn nakað ítøkiligt at leggja fram á fundinum, og um tað fer at koma nakað ítøkiligt, sum kann sigast at bera á brá at minka um fossilu orkuna, kann ein ivast í nú bert hálvt ár er eftir til fundin. Vit hava tó nýliga fingið innbjóðing at luttaka í Ráðførandi fylgibólkinum hjá løgmanni viðvíkjandi veðurlagsviðurskiftum. Fyrsti fundurin skal verða í mai, men er ikki nøkur dagfesting sett enn. FNU sendi yvirlýsing til mótmæli til avgerð Yvirfri ðingarnevndarinnar at loyva Eiði 2 útbyggingina. Hesum tók SEV illa upp og legði tí eftir formannin­ um persónligt. Hetta er SEV so líkt at fara eftir manninum heldur enn eftir málinum. Vit fingu tó síðsta orðið og skiltist á fólkum sum heild, at FNU dró longra stráið og kom væl fram, at framhaldandi vatnorkutøka og oyðan av vøtnum ikki er skilagóð og gongd leið. Nýggja náttúrufriðingar­ lógin liggur enn og samlar dust í Innlendismálaráðn­ um. Ætlanin er at hon skal niðan í tingið í ár. Hvussu verður við hesum er óvist, men er 1. januar 2010 nevndur har lógin skal vera sett í verk. Umhvørvis­ og náttúru­ verndarmál eru vorðin alt meira tengd at orkumálum, og sæst ein størri áhugi fyri evninum enn áður. Skúlaungdómar takast við evnini, Tórshavnar komm­ una hevur skipað árliga umhvørvisviku og “grøna” fyribrigdið sæst enn betur fyri hvønn dag sum gong­ ur. Nógv mál verða umrødd, m.a. ein enn stór og sjónlig dálking frá skipum, frárensl frá sethús­ um og bygningum har heilt nógvar kommunur ikki hava skipað síni kloakk­ eringsviðurskifti á nøkt­ andi hátt. Matvørudálking vindur upp á seg og er grindin so gott sum ikki etandi, siga nakrir serfrøð­ ingar, meðan onnur føði í førum kann sigast at verða líka heilsuskaðilig. Nógva nýtslan av alskyns evna­ frøðiligum evnum (enntá kálkfjernari sæst í handl­ um!) vísir okkum, at stórur tørvur er á upplýsing og kunning um skynsama dagligu vørunýtslu. Kjarnorkuverk er aftur upp á tal, og sjálvur vinnu­ málaráðharrin metir tað tá skilagott at seta arbeiðs­ bólk at kanna og greina slíkt vandamál. Spell at vit ikki kunnu taka sjálvt landspolittikkarar í álvara. FNU hevur fingið játtað kr.15.000 til árliga fundin, ið skal verða í Danmark í ár. FNU hevur roynt at fáa skipað fundin innan stór­ fundin í desember, men hevur ikki fingið nakað svar hesum viðvíkjandi. Samanumtikið kann sigast at náttúru­ og um­ hvørvisvernd hevur fingið størri ans við teim broyt­ ingum ið standast bæði í veðurlagsforsøgnum og dálking av m.a. okkara føðigrundarlag, tað sum gróðurin gevur og tað sum svimur í havinum. Grind­ og spik er ikki etandi, sigur onkur, meðan annar heldur vil hava burgara og danskan speril. Livst so spyrst­ stór­ arbeiði liggur fyri framman til nýggju nevndina í FNU. Nevndin í Føroya Náttúruverndarfelag Tórshavn tann 2. mai 2009 Ársfrágreiðing FNU´s 2008 – 2009 Tá eg hevði lisið Sosialin frá 13. mai bleiv eg fyrst illur síðani flenti eg, og so bleiv eg sorgarbundin. Í hesum tíðum tá so hart leikar á hjá nógvum skipum, kunnu vit saktans vera hasar niðrandi yvirskrivtirnar fyriuttan. Inni í blaðnum er ein búskaparfrøðingur sannførdur um, at tey skipini, sum ikki bera seg, skulu fara á húsagang. Hetta er bara einí røðini, sum vit hava hoyrt úttala seg um fiskivinnuna. Tað er júst eitt ár síðan, at landsbanka­ stjórin segði, at vit áttu at flutt fólk úr fiskivinnuni til tænastuvinnuna á landi. Vit fingu at vita, at um fiskivinnan lá still, hevði tað onga ávirkan á landið. Hetta siga vaksnir menn í ramasta álvara. Klaksvík er í djúpari kreppu, hví man tað verða? Ein nýtist ikki at vera búskaparfrøðingur fyri at svara. Í Klaksvík sigla enn einir 9 stórir línubátar og nógvir útróðrabátar, sum umleið 250 menn eru knýttir at. Øll hesi skipini høvdu verið betur fyri fíggjarliga, um tey ikki høvdu loyst frá landi í ár, tað er bara fakta, men um tað hevði verið betur fyri Klaks­ víkina og Føroyar, ivist eg í. Hvussu nógv heim og fólk annars, ið eru knýtt at hesum skipum kunnu, vit bara gita um, men tey eru nógv. Støðan hjá øllum húkaflotanum í restini av landinum er sjálvandi tann sama. Boðini frá frá hesum búskaparmanninum eru, at alt sum ikki kan standa skal falla. Tað er heilt ófatiligt, at menn koma við slíkum úttalilsum í einum landi sum Føroyum. Hvussu hevði sæð út her, um vit ikki høvdu rætt hjálpandi hendur út, tá onkur er í kreppu, eg hugsi ikki bara um í fiskivinnuni, men tað tykist sum, at tá onkur á landi verður bjargaður, er tað í fínasta lagi. Nú haldi eg eisini, at tíðin er komin har ti, at vit sum eru í fiskivinnuni fáa at vita, hvar øll hini beinini eru, sum skullu bera hetta landið, komið nú við uppskriftini, tí nú verða dangurnar kanska lagdar. Hvar eru hini beinini sum skulu bera hetta landið? Viberg SørenSen viðmerkingar