fríggjadagur 15. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
14
Nr. 92 • 15. mai 2009
Kristian Zachariassen
Reiðskapserfrøðingur
Havstovan
Í 2001 gjørdi Líggjas Hansen í Sørvági fyrstu trolgrunnarnir, sum skuldu fara betur við
umhvørvinum. Hugskotið var so áhugavert at tað kom við í eina stóra ES verkætlan,
har endamálið er at gera trolreiðskap meira vinarligan móti umhvørvinum. Henda
verkætlan er nú um at vera liðug og fyrstu úrslitini eru lovandi
Líggjas Hansen (1944 – 2004) var
sjómaður stóran part av lívinum.
Hann sigldi, sum maskinmaður
við trolarum og arbeiddi í
smiðju til sjúka gjørdi at hann
misti sjónina. Hann gavst tó
ikki at arbeiða, men fór at gera
línubustir og aðra útgerð til
útróðrarbátar.
Hugskotið við einum
trolgrunni, sum skuldi fara betur
við umhvørvinum hevði hann
hugsað um í fleiri ár. Hann hevði
ta hugsan, at trolreiðskapur
næstan var tað einasta amboðið,
har man ikki samstarvaði við
náttúrukreftirnar. Eingin vildi
farið við einari hjólbøru har hjólið
var læst, plagdi hann at siga.
Ikki hevði hann hugsað, at
17 granskarar við sama skipi á
sama túri skuldu kanna hansara
hugskot.
Hugskotið
Hugskotið hjá honum var
onkusvegna at fáa sett hjól á
ein trolgrunn. Hesi hjól skuldu
rulla sama veg sum trolið fór.
Trolgrunnurin er tann parturin
av trolinum, sum kemur ímóti
botninum. Vanligir trolgrunnar,
sum brúktir verða ídag, eru
samansettur av stórum
gummiskivum, sum eru festar
beinleiðis í trolið. Hetta ger at
hesar gummiskivur ikki rulla, men
verða drignar eftir botninum.
Fyrimunurin við hesum grunnum
er tó, at teir eru lættir at gera,
og at fáir deilir eru, sum kunnu
brotna.
Mynd 1
Líggjas Hansen
Hugskotið hjá blindu
Mynd 3
Trolgrunnurin, sum royndur varð í ES verkætlanini. Hjólini rulla eftir botni, meðan pláturnar tetta ímillum hjólini, so at
fiskur ikki sleppur út
Mynd 2
Serliga hjólið á trolgrunninum