Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2009 3 lýsing Ung í arbeiði Tórshavnar kommuna bjóðar ungdóminum arbeiði Ung í arbeiði er ein verkætlan, har Tórshavnar kommuna bjóðar ungdóminum at gera fyrifallandi arbeiði so sum smáumvælingar, lúka og sópa gøtur, mála og rudda. Arbeiði fæst í tíðarskeiðnum 29. juni-10. juli ella 13. juli-24. juli. Lønin er tann sátt- málaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn. Kravið er, at tú ert 14 ár 29. juni, men ikki 17 ár 24. juli. Harumframt er treytin, at tú ert búsitandi í Tórshavnar kommunu. Ert tú t.d. í skúla aðrastaðni, men flytur aftur til kommununa í summarfrítíðini, kanst tú eisini søkja. Tilmelding Ert tú til dystin fús, skalt tú melda teg til umvegis www.torshavn.fo í tíðarskeiðnum 25. mai- 5. juni. Teldur eru tøkar á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og á Kunningar- stovuni. Vit sóknast eftir bólkaleiðarum Dugir tú at arbeiða við ungdómi, ert ágrýtin, torir at taka avgerðir og ert mitt í tjúgu- num ella eldri – so ert tú júst tann, vit sóknast eftir sum bólkaleiðara til Ung í arbeiði. Kommunan setur eingi krøv um útbúgving, men góður kunnleiki til vanligt anleggs- arbeiði er ein fyrimunur. Bólkaleiðarin hevur, saman við samskiparanum, leiðsluna av ungdómunum, ið skulu gera fyrifallandi arbeiði í kommununi. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag. Viðbót verður latin fyri at virka sum bólkaleiðari. Arbeiðið fevnir um tíðarskeiðið 26. juni til og við 24. juli. Meira fæst at vita um verkætlanina frá samskiparanum Lindu Petersen við at senda teldupost til linda@torshavn.fo Umsókn skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni 2008. Á heimasíðuni hjá Ung í arbeiði kanst tú søkja um starv sum bólkaleiðari. Tú kanst eisini senda umsóknina við telduposti til ungiarbeidi@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn. Merkjast skal á brævbjálvan »Bólkaleiðari Ung í arbeiði 2009«. Tórshavnar kommuna