Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 92 • 15. mai 2009 Tórshavnar byráð hevur fingið sær eitt slogan, sum skal fáa fólk at ansa betur eftir býnum og ikki tveita rusk frá sær og órudda okkara kæra høvuðsstað. Alt í lagi við tí. Men hvussu ljóðar hetta: Lort í býin? Málsliga hevur tað einki við órudd at gera. Navnorðið ‘lort’ verður í hesum orðafelli brúkt adverbielt, t.e. sum hjálið, og innihaldið man vera tað, at onkur kemur illa fyri. So er tað stílvirðið. ‘Lortur’ hevur ongantíð verið eitt pent orð. Fólk hava heldur valt synomym sum skittur ella skarn, og onkur kennir helst eisini ‘mannatrekkur’ (týskt: Dreck). Eitt annað dømi um ljót og pen orð er kjaftur/munnur. Tey gomlu søgdu: hundur hevur kjaft, men seyður hevur munn. ‘Kjaftur’ hevur ein grovan valør, sum ikki er brúkiligur altíð. Tað er t.d. óhugsandi, at ein mamma sigur ‘halt kjaft’ við eitt barn, sum grætur. Til varligt brúk hava vit (umframt tað neutrala munnur) eufemismur sum gákur, hol og mussaskøði. “Sleipa geilatíkina” verður sagt um eitt, sum ongantíð tegir, hóast geilatík er partur av rossatrýni, og heitið ‘geilatík’ kann uppfatast sum hartandi sagt um eina tík, sum ikki fær nokk, men reikar um allar geilar og bjóðar seg fram. Tað vakti eisini okkurt mót­ mæli, tá ið tann lítli fiskurin micromesistius poutassou skuldi fáa eitt føroyskt navn, og tað bleiv svartkjaftur. Ä donskum eitur hann sortmund, á íslendskum kolmunni og á eingilskum blue whiting. So hesi málini hava ikki nakað grovt í navninum. Ikki tí, vit hava ‘kjaft’ í vanligum føroysk­ um máli, men tá er tað næstan altið niðursetandi: kjaftbreiður, kjaftaslit o.t. Men kjaftband er neutralt. Tað ljóðar ikki so væl, at Tórshavnar býráð brúkar ‘Lort í býin’. Hvat um nú bygdafólk uppfata hetta sum, at mann kemur lort í býin, tá ið mann fer til Havnar? Eitt nógv betri slogan hevði verið tað góða, gamla orðið hjá J. P. Gregoriussen: Tann deiliga Havn. Tað er minst líka flott sum Wonderful Copenhagen. Lort í býin T að var Dagny Joensen, blað­ kvinna, sum hevði samrøðu við fólkaflokstingmannin hendan dagin fyri júst 25 árum síðani. Hon spyr hann, um hann heldur, at 600.000 krónur er nóg mikið fyri sjónvarpstilfar, tú verður nøgdur við. ­ Tað er ikki umráðandi, hvat eg verði nøgdur við. Heldur áttu vit at latið fólk sjálv avgjørt, um tey vilja gjalda. Sjónvarpið nú er alment, og eingin verður spurdur eftir. Vit noyðast at gjalda – tað er í sjálvum sær ikki rætt. Hví? ­ Hugsar tú um føroysku bløðin og treytirnar, sum tey liva udnir, er greitt, at tú og eg noyðast at selja okkara tíðindaflutning. Tað vil siga, at brúkarin sjálvur kann velja, antin hann vil keypa Dagblaðið ella Sosialin. Við sjónvarpinum verður tað øðrvísi. Við t. d. tíðinda­ flutninginum hevur tað fingið framíhjárætt fram um skrivaðu pressuna, sigur Óli Breckmann. Hann vísini í samrøðuni m. a. á, at tingfólk ikki vistu so nógv ta teknisku síðuna hjá sjónvarpinum, tá loyvi í sínari tíð varð givið. Hann sigur, at hann ikki dugdi at ímynda sær, at tað fór at vera ein so stór íløga ella at neyðugt fór at vera við eini 20 fólkum. Hann sigur, at hann kennir seg heldur kroystan, nú fólk hava vant seg við sjónvarp, men heldur tó, at rættaði hevði verið at ment sjónvarpsfeløgini. Men tað bar ikki til, sum umstøðurnar blivu, sigur hann og leggur afturat, at kanska hetta fer at bera til seinni. Óli Breckmann sigur eisini í samrøðuni, at hann heldur, at Føroyar eru so lítlar, at tað ber saktans til at fylgja við í tíðindaflutninginum uttan sjónvarp, og at tíðindaflutningurin í bløðunum er rættiliga góður. Tingmaðurin, sum um hetta mundið eisini er blaðstjóri á Dagblaðnum heldur, at føroyska sjónvarpið eigur at leggja dent á at gera aktuellar sendingar, sum fara í dýpdina. Hann heldur, at pengarnir eiga at verða brúktir til slíkt. Hann heldur eisini, at umframt útlendska undirhaldið, so eiga føroyskir pallsjónleikir at verða gjørdir ­ og filmir av og á. ­ Umráðandi er, at sjónvarpið eigur at geva øllum ein kjans at gera tilfar. Hetta royndu sjón­ varpsfeløgini eftir førimuni, tá fólk gjørdu sendingar sjálvi. Dømi um sendingar, sum høvdu demo­ kratiskan dám yvir sær, vóru t. d. andaktirnar sunnukvøld, har ymsar trúarsamkomur sluppu framat við sínum hjartamálum. Hetta er góður táttur hjá almenna sjónvarpinum, heldur Óli Breckmann. Í longu samrøðuni í blaðnum kemur Óli Breckmann eisini inn á teksting av útlendskum filmum. Hann bjóðar seg beinleiðis fram at teksta og týða enskar filmar. ­ Ein tekstmaskina kostar undir 100.000 krónur. So nógva send­ ingar sum møguligt eiga at týðast og tekstast. Eg kundi saktans áitkið mær at tekstað ein film á enskum, onkur annar ein týskan, ein tríði ein franskan o. s. fr., Óli Breckmann veit tó ikki, um hann hevði tímað at gjørt hetta fyri einki. ­ Men tað er ikki neyðugt við føstum starvsfólki í sjónvarpinum til slíkt arbeiði, sigur Óli Breckmann. Sosialurin 15. mai 1984: Alment sjónvarp er ótíðarhóskandi 1984 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Um fá ár standa vit eftir við einum mammutstovni, sum eingin hevur brúk fyri. Tí er tað umráðandi, at starvstalið verður avmarkað so nógv sum gjørligt, segði Óli Breckmann, løgtingsmaður, við Sosialin endan dagin. Hetta var í sambandi við nýggja stovnin, Sjónvarp Føroya, sum júst var farin til verka verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð