fríggjadagur 15. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 92 - 15. mai 2009
- Pakka taskuna og
sig farvæl. Tú skalt
heim við fyrsta farti.
Hesi vóru boðini
til føroysku Katrin
Johannessen, sum
var AFS-næmingur í
Mexico, tá svínakrím
breyt út
Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Eg bleiv ikki akkurát kedd,
men bleiv kanska heldur
súr. Eg tímdi ikki at tosa
við nakran um tað, og gjørdi
bara sum eg varð biðin.
So leið is greiðir 17 ára
gamla Katrin Johannessen
frá hennara reaktión, tá hon
brád liga fekk boð um at
pakka taskuna og siga far-
væl, orsakað av útbrotinum
av svínakrími í Meksiko.
Í august 2008 fór Katrin
Johannessen úr sínum tryg-
ga gerandisdegi í Klaksvík
út í heim, har hon gekk eini
spenn andi tíð í møti. Hon
hevði søkt, og var sloppin
inn sum skiftisnæmingur í
Meksi ko. Har búði hon í
býn um Queretaro, umleið
tríggj ar tímar við bussi úr
Meksi ko Býi, og gekk á
ein um katólskum privat-
skúla, svarandi til 2.g í Før-
oyum. Ætlanin var at hon
skuldi vera har í 10 mánað-
ir.
Missir besta bitan
Alt gekk tó ikki sum prestur
prædikaði. Tá átta mánaðir
vóru gingnir, breyt svína-
krím út í Meksiko, og allur
heimurin setti Meksiko í
ljó s málan,
tá
tíðindini
bórust at fólk vóru deyð og
túsund vóru smittað. Hað-
ani gekk tað skjótt, og dag
um dag hækkaði heims-
heilsu stovnurin tilbúgv ing-
ina.
- Eg hevði akkurát veru-
liga vant meg við at vera
har. Tá tú fer sum skifti s-
næm ingur til eitt fremmant
land, so er fyrsta hálva árið
rættiliga strævið. Tað er eitt
nýtt mál, nýggj fólk og nýtt
alt. Tey, sum hava verið
skiftisnæmingar fyrr, siga,
at tveir teir seinastu mánað-
ir nir eru teir bestu, og eg
skul di júst fara undir teir.
Men nú verður tað av ong-
um, fortelur Katrin Johan-
nes sen.
Innibyrgd í eina viku
Fríggjadag 24. apríl hoyrdi
Katrin fyri fyrstu ferð um
svínakrímið. At byrja við
hil du tey bara at tað var ein
ring influensa. Henda dagin
fekk hon at vita at tað var
ein álvarslig influensa, og
at hon ikki mátti heilsa
upp á nakran, soleiðis sum
tey vanliga gera í Meksiko,
við mussi á kjálkan, og at
hon heldur ikki mátti taka í
hondina á nøkrum.
- Tey ringdu av AFS
kontór inum í Danmark, og
søg du at hetta var ein
ál vars lig influensa, men at
er ikki skuldi vera bangin,
tí at tað bara var inni í býn-
um (Meksiko Býi, blm.),
sigur Katrin Johannessen.
Henda sama fríggjadagin
gjørdi meksikanska stjórnin
Trælahald í Bretlandi
Ein frágreiðing, sum varð løgd fyri Parlamentið í London
í gjár, kemur til ta niðurstøðu, at tey seinastu árini eru
meiri enn 5.000 fólk, flestu teirra kvinnur og børn,
smuglað til Bretlands, har fleiri enda sum skøkjur og
onnur sum biddarar í gøtunum. Í frágreiðingini, sum
innanríkisnevndin hjá Parlamentinum hevur biðið um,
verður sagt, at nógv av teimum smuglaðu enda sum
nútímans trælir, og at tey fáa alt ov lítla hjálp frá
almennum myndugleikum. Tøl hjá ST benda á, at umleið
2,5 milliónir fólk eru keypt og seld ímillum lond, og at 80
prosent teirra eru kvinnur og børn.
Sigur CIA siga ósatt
Forkvinnan í amerikanska Umboðsmannatinginum,
Nancy Pelosi, er í øðini, tí tað er komið undan kava, at
hon longu í 2002 fekk at vita frá CIA, at fregnartænastan
brúkti heldur harðliga framferð, tá hon avhoyrdi fólk,
sum vóru undir illgruna fyri yvirgang. Á einum
tíðindafundi í gjár helt hon uppá, at hon fekk ikki
sannleikan at vita frá CIA í 2002, men at undanfarna
stjórnin gjørdi alt fyri at dylja framfrerðina hjá
fregnartænastuni. Fleiri republikanskir politikarar vilja
vera við, at Nancy Pelosi, sum er dyggur stuðul hjá
Barrack Obama, forseta, var vitandi um framferðina hjá
CIA-avhoyrarunum. Men tað avsannar hon.
Katrin blakað úr Mek
- Alt gekk ikki sum prestur prædikaði, tá 17 ára gamla
Katrin Johannessen var skiftisnæmingur í Meksiko. Tá
átta mánaðir av tíggju vóru gingnir, breyt svínakrím út
í Meksiko, og hetta førdi við sær, at Katrin brádliga varð
evakuerað úr Meksiko av AFS
Mynd: Jens Kristian Vang