Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 18 Nr. 92 • 15. mai 2009 Hvønn mánamorgun setur mál­ frøðingurin Jógvan í Lon seg hugagóður við mikrofonina í útvarpinum at svara spurningum frá lurtarum. »Er tað rætt, tá fjølmiðlafólk siga, at eitt skip liggur »svínabund­ ið«, tí tað ikki sleppur avstað«? »Skulu norðoyingar sleppa at blíva við at tosa um eina »gitar« í kvennkyni, tá tað nú eitur ein »gittari« og er kallkyn? Tolin greiðir málfrøðingurin frá, hvussu merkingin av svínabundin hevur flutt seg og hvussu ymisk frábrigdi av gittar kanska hava tikið seg upp. Men útvarpsmaðurin ótolnast. Hann vil vita, hvat er rætt og hvat er skeivt. Men málfrøðingurin smoyggir sær undan, og heldur fram at greiða frá. Og soleiðs er tað ofta í Máltátti­ num. Lurtarar gerast klókari, men nakar hvassur dómur yvir, hvør málnýtsla kann góðtakast ella ikki, fellur sjáldan. ­ Eg haldi ikki, at Máltátturin í Útvarpinum er staðið at fella skjótar dómar yvir, hvussu fólk skulu tosa. Tað hevði til dømis eisini boðið mínum fakliga stoltleika ímóti at sagt, at allir klaksvíkingar brúka orðið gitar skeivt, tá tað nú er vanligt at siga soleiðis á norðoyamáli, sigur Jógvan í Lon, og leggur áherðslu á, at í Máltáttinum tosar hann sum privatmaður og ikki sum formaður í Málnevndini ­ Hinvegin haldi eg sendingina vera eitt fínt høvi at greiða frá, hvussu ymisk málslig fyribrigdi hanga saman og samstundis lýsa málsliga landslagið í Føroyum. Gamal fordómur Hóast hetta landslagið onkuntíð kann tykjast vandamikið at ferðast í, heldur málfrøðingurin ikki, at málsligu gjáirnar eru so djúpar, sum vit hava lyndi til at halda. ­ Tað er ein gamal fordómur, at tað øðrumegin eina djúpa gjógv sita nakrir lærdir málreinsarar og geva fólkinum hinumegin boð um at rudda alt fremmant úr føroyska málinum. Nógv nýggj føroysk orð koma netupp frá fólki kring landið. Tað eru orð sum til dømis »karðalás« og »geymi« rættiliga góð dømi um. Og flestu spurningarnir til Málnevndina eru eisini frá fólki, sum vilja vita, hvussu okkurt eitur á føroyskum, sigur Jógvan í Lon. Sambært honum er hetta at skapa nýggj føroysk orð meir ein partur av føroyskari mentan enn ein lærd traditión millum nakrar fáar mentanarpávar. Hetta sæst eisini aftur í, at okkara málkjak stórt sæð bara snýr seg um einstøk orð, also ein leksikal purisma, sum kanska hevur lyndi til at gloyma evni sum bendingar og setningsbygnað. ­ Ein orsøkin er nokk, at tað jú er lutfallsliga lætt at hava eina meining um einstøk orð, meðan mállæruspurningar kanska krevja eitt sindur meir. Hinvegin er lítil ivi um, at málreinsan sum ideologi er komin inn í blóðið hjá flestu vanligu føroyingum, sigur Jógvan í Lon Eftir hansara tykki er eisini nýggi Málteigurin í Sosialinum hjá limum í Málfelagnum eitt gott dømi um, at føroyska málkjakið kanska ongantíð hevur snúð seg um málreinsarar mótsett liberalistum, sum vilja loyva mest sum øllum. ­ Málfelagið verður jú vanliga fatað sum sera liberalistiskt, og fyrsti teigurin var eisini skrivaður á einum rættiliga fríum máli, sum legði seg tætt at talumáli við orðum sum »beskriva« og »planlegging«. Men samstundis harmast, tann sum skrivar, um at fjølmiðlafólk brúka eitt hálvdanskt orð sum »eldtong«, tá vit nú hava tað góða, gamla føroyska »klovi« og harvið viðger teigurin nakað, sum er farið av lagi. Her tykist also ongin andsøgn longur at vera millum liberalistarnar og sokallaðu málreinsararnar, sigur Jógvan í Lon, sum í so máta heldur andan í hesum fyrsta málteiginum hjá Málfelagnum vera sera áhugaverdan. ­ Teigurin vísir í grundini, at ymsu meiningarnar um føroyska málið ikki kunnu læsast inni í van­ tøttum kassum, men heldur flyta seg aftur og fram á einum skala, alt eftir, hvørji orð talan er um. Megafeitir apostlar Spurningurin er so, hvussu langt vit kunnu loyva okkum at flyta okkum á hesum skala. Nýliga var til dømis kjak í donsku málnevndini, um sagnorðið »at googla« skuldi við í dagførdu Ordbog over det danske sprog. Spurdur, hvat hann hevði sagt til ein slíkan spurning, er Jógvan í Lon eitt sindur í iva. ­ Trupulleikin við hesum tøkniligu orðunum er, at tey ofta eru komandi og farandi. Hinvegin er tað ofta bara ein spurningur um tíð, til nýggj orð eru ein so fastur partur av gerandismálinum, at tað fyri summi kennist nátúrligt at tey koma inn í skriftmálið. Sjálvur haldi eg tó fast við, at vit eiga at royna at finna føroysk orð fyri hesi nýggju fyrbrigdini. Ber tað ikki til, ja so mugu vit brúka fremmanda orðið, sigur Jógvan í Lon og minnir á, at tað undir øllum umstøðum er umráðandi, at málið gevur endurljóð hjá teimum, sum brúka tað. Tí ber tað heldur ikki til at banna teimum ungu at taka orð sum »megafeitt«, »superkul« og líknandi inn í teirra skrivaða mál. Vit mugu bara syrgja fyri at læra tey, at hetta er ein ávís málslig stíllega, ið tey ikki kunnu brúka, sum teimum lystir, uttan fyrilit fyri stílvirðinum. ­ Tey flestu av okkum hava ein varhuga av muninum millum eitt nú gerandismál og bíbliumál. Men hjá nógvum skúlanæmingum er hetta stílmedvitið heilt burtur, so tey taka ofta bara tað fyrsta, tey koma í tankar um. Tí má onkur fortejla teimum ungu, hví tað ikki gongur at skriva at »apostlarnir vóru nakrar megafeitar typur«. Jógvan í Lon er nevniliga sannførdur um, at føroyska málið rúmar flest øllum stíllegum. Tí má tað áliggja lærararum at stimbra stílmedvitið hjá næmingum við at lata teir samanbera ymisk tekstasløg, so teir fáa eina kenslu av muninum, heldur enn bara at kveista teirra ungdomsmál burtur sum óbrúkiligt. ­ Vit eldru kunnu í øllum førum illa loyva okkum at gera av, hvussu tey ungu skulu málbera seg, tí teirra mál er jú samleika­ skapandi ­ ikki minst í mun til altjóðagjørda heimin, tey liva í, sigur málfrøðingurin. Dialektir í Útvarpi Føroya Spurningurin um málið sum samleikaskapandi, leiðir prátið yvir á Útvarp Føroya, har onkur upplesari nýtir eina so sermerkta dialekt, at summi siga seg hava ilt við at skilja, hvat hann sigur. Jógvan í Lon skilur væl, hví Útvarp Føroya hevur tikið avgerð um at lata ymsu dialektirnar sleppa framat mikrofonini, og minnir á, hví hendan avgerðin var tikin. Fyrstu árini, útvarpið sendi, var tað nevniliga álagt øllum upplesarum at tosa suðurstreym­ oyarmál og siga til dømis »ei« og »ó« sum á havnarmáli, greiðir Jógvan í Lon frá. Sum frá leið, fall tað tó alt fleiri upplesarum fyri bróstið, at teir ikki sluppu at lesa upp á egnum bygdamáli. Tí bleiv avgerðin seinni broytt til at lata málið í útvarpinum endurspegla ymsu dialektirnar í landinum ­ eisini fyri at tær ikki skuldu hvørva úr føroyska málinum. ­ Tá tú tekur eina slíka avger, kanst tú ikki loyva tær bara at velja nakrar ávísar dialektir út, men mást eisini lata tær mest ekstremu dialektirnar sleppa framat, sum jú eisini eru tær, sum annars fyrst hvørva úr málinum. Vísir tað seg hinvegin, at fólk tá hava ilt við at skilja, tað sum verður sagt, má spurningurin takast upp av nýggjum, heldur Jógvan í Lon. Sjálvur dylur hann ikki yvir, at hann onkuntíð kundi ynskt, at vit høvdu eitt slag av ríkisføroyskum kringvarpsmáli, sum vit øll kunnu vera felags um, og sum kundi gjørt Kringvarp Føroya til fyrimynd fyri góðan málsligan framburð. Málsligt snobbarí Trupulleikin við slíkum almennum kringvarpsmálum er kanska, at tey hava lyndi til at leggja seg tætt at høvuðsstaðarmálinum og samstundi sum oftast fáa hægri status enn lokalu dialektirnar, sum harvið verða settar í eina veikari støðu, sigur Jógvan í Lon og leggur afturat ­ Í Føroyum munnu fleiri eisini hava fýlst á, at onkur í bygdini knappliga er farin at tosa havnarmál, tá hann er komin framat eini mikrofon í útvarpinum ella kanska hevur givið eina fløgu út, sigur Jógvan í Lon, sum minnist eina gamla konu, sum undraðist yvir, at ein av ungu monnunum í bygdini var farin at ljóða so »skaputur«, tá hann var at hoyra í útvarpinum. ­ At vera skaputur merkir, at tú snobbar fyri øðrum, tí títt egna ikki er nóg gott. Tá tað hendir, koma ein rúgva av psykologiskum mekanismum upp í leikin, tí byrjar tú at apa tær eftir øðrum, forkastar tú so at siga samstundis allan tann lokala samleikan í bygdini, tú kemur frá, og tað finna bygdafólk í Føroyum seg ikki í. Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska, har sosiala eftirlitið er stórt, verður trupulleikin tó kanska ikki so stórur, tí málsligt snobbarí verður so skjótt avdúkað. ­ Tað er jú skjótt at enda í einum føðingardag saman við nógvum ymsum fólkum, og tá gongur tað ikki longur at tosa svínoyarmál við gamla vinmannin fyri síðani at skifta til havnarmál, Føroyingar hava málreins í blóðinum Málreinsan er ikki ein lærd traditión, sum sendir boð úr erva niður til fólkið um at rudda alt fremmant úr føroyska málinum. Ynskið um at skapa nýggj føroysk orð er heldur ein nátúrligur partur av okkara felags mentan, staðfestir Jógvan í Lon, formaður í Málnevndini Portrett Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang