Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2009 av at lata allar skúlar og øll almenn støð aftur, til tess at byrgja fyri at smittan breid­ di seg meira enn neyðugt. Tann 6. mai skuldi alt lata uppaftur. ­ Eg mátti bara sita inni, alt bleiv stongt. Skúlar, biografar, matstøð, kon sert­ i r, og alt annað bleiv stongt. Eg sat bara inni í eina heila viku, og tá hugsaði eg, at um tað skuldi vera soleiðis í longri tíð, so vildi eg heldur bara sleppa heim til Føroya aftur, greiðir Katrin Johannessen frá. Helt tað ringasta var av Tá Katrin hevði sitið inni í eina viku, og tað nærkaðist enda num á karantenuni, ring di brádliga aftur úr Dan mark. ­ Henda mikudagin ringdu tey (danska kontórið hjá AFS, blm.) og søgdu: Pakka taskuna og sig far­ væl, tí tú skal heim so skjótt vit hava fingið billett til tín. Eg gjørdi sjálvandi sum tey søgdu, og fríggjadagin var eg heima í Føroyum, for tel­ ur Katrin Johannessen. Katrin greiðir frá, at hon frá fyrsta degi alla tíðina samskifti umvegis meyl og Face book við høvuðs ­ kontór ið hjá AFS í Dan­ mark, og at tey høvdu sagt, at tað kundi koma uppá tal at tey máttu heim. ­ Eg hevði akkurát fingið inntrykk av at alt var við at vera vanligt aftur, og at tað ikki var so álvarsligt sum tey mettu av fyrstan tíð. Men so brádliga ringdu tey og søgdu at eg skuldi heim, og tá bleiv eg nokkso skuff­ að, greiðir Katrin frá. Evropearar yvirreagerar Katrin Johannessen greiðir frá, at hetta var henni eitt sindur av einum hvøkki, at hon mátti næstan evakuerast úr landinum, orsaka av svína kríminum. ­ Í Meksiko vóru fólk púra rólig. Skúlar og annað vóru stongd, men fólk vóru púra rólig annars, og hvørki tey ella eg vóru serliga bang in. Har greiddu tey frá í fjølmiðlunum, hvussu sjúkan hevði breitt seg, men vóru annars rólig. Men í Ev ropa reageraðu tey nógv ógvus ligari enn tað, og tað var opinbart allastaðni í tíð­ ind unum, sigur Katrin. Hon greiðir eisini frá, at tey ungu vóru rættiliga rólig um tað heila har. Tá tey fóru út, bóru tey maskur, men skemtaðu annars við at tekna munnar á maskur­ nar og ymiskt annað, ið ung annars finna uppá. ­ Har tóku vit tað als ikki líka álvarsliga sum fólk í Ev ropa gera. Eg haldi at fólk í Evropa yvirreagera alvor liga uppá hetta við svína kríminum, sigur Katr­ in Johannessen. Var tú ongantíð bangin? ­ Faktisk ikki. Kanska mest tá eg var millum nógv fólk. Men tað var kanska mest fyri mammusa skyld, at eg royndi at vera eitt sind ur forsiktig, tí eg hugs­ aði, at vissi eg bleiv smittað, so fór eg at blíva innløgd, og so var tað tað. Ikki at eg fór at doyggja ella nakað. Eg visti at í USA og aðra­ staðni blivu fólk frísk aftur beinanvegin, greiðir Katrin Johannessen frá. Ætlar sær aftur til Meksiko Nú er Katrin Johannessen heima í Føroyum, og er við at venja seg við eina vanliga føroyska bygdartilveru í Hós vík, har hon nú býr. Men einaferð um ikki so lein gi ætlar hon sær yvir aft ur til Meksiko. ­ Ja heilt sikkurt, eg ætli mær yvir aftur til Meksiko. Eg ætli yvir at siga farvæl við tey, sum eg kenni har. Tað er nokk tað strævnasta við at verða skryktur avstað, tað er at eg ikki fekk møgu­ leika at siga ordiliga farvæl við nakran uttan tey nærm as­ tu. Men Meksiko er eisini eitt so deiligt land. Har er okk urt fyri øll, strendur, ruin­ ir, shopping og so fram veg is. Har er øgiliga lekk urt, sigur Katrin Johan nes sen, sum hóast skuffilsið at verða skrykt úr tilveruni í Meksi­ ko, er ótrúliga fegin um at vera heima aftur í Før oy um. San Quentin til sølu Amerikanski staturin Kalifornia er í so stórum fíggjarligum trupulleikum, at hann noyðist at selja fleiri av sínum ognum. Í gjár legði Arnold Schwarzenegger, guvernørur, fram uppskot um at selja tað kenda fongslið San Quentin umframt fleiri aðrar kendar bygningar, sum staturin eigur. Schwarzenegger sigur, at støðan er óvanlig og krevur óvanlig tiltøk. Verður einki gjørt, verður hallið á fíggjarlógini hjá Kalifornia 20 milliardir dollarar næsta ár, sigur hann. Guvernørurin væntar at fáa millum 600 milliónir og eina milliard dollarar fyri San Quentin og hinar almennu bygningarnar. San Quentin, sum er bygt í 1852, gjørdist kent víða av sanginum hjá Johnny Cash, ið hevur sama navn. Sterkari marijuana Fyrr í vikuni frættist úr Bretlandi, at har er minni kokain á marknaðinum enn undanfarin ár, og at hetta uttan iva kemst av teimum nógvu tiltøkunum, sum eru sett í verk fyri at forða rúsevnahandli. Men vandi er í hvørjari vælferð, og nú siga amerikanskir myndugleikar, at har eru misnýtarar farnir at brúka sterkari rúsevni enn fyrr. Talan er serliga um marijuana, sum er vorðið so sterkt sum ongantíð fyrr, skrivar AP. Royndir í statinum Missisippi vísa, at misnýtarar brúka nógv sterkari marijuana enn fyrr, og myndugleikarnir har bera ótta fyri, at hendan gongdin fer at halda fram tey næstu árini. ksiko Lítið nýtt um svína­ krím Føroyski pandemi­ bólkurin hevði ikki nógv nýtt at siga um svínakrímið, tá kallað varð inn til tíðindafund í gjár­ kvøldið Svínakrím Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Lítið nýtt er undir sólini um útbrotið av svínakrími. Tað kundi føroyski pande mi­ bólk ur in staðfesta á tíðinda­ fundi fyri fjølmiðlunum í gjár. Pandemibólkurin hevði í gjár hugt at støðuni sum kann íkoma tá ella um heims heilsustovnurin velur at seta tilbúgvingina upp á stig 6, ið er tað hægsta til­ búgv ingarstigið, og sum bert kemur upp á tal, tá talan er um eina veruliga heims farsótt. Niðurstøðan av tí var greið, og tað er at Føroyar eru til reiðar at taka móti eini slíkar heimsfarsótt, og at allir partar í tilbúgvingini vita júst hvat teir skulu gera. Síðan seinasta fundin fyri 14 døgum síðani eru nógvir nýgg ir tilburðir staðfestir, talið er nú komið upp á mill um 5­ og 6000 tilburðir, og teir allarflestu eru nú í USA. Tó eru fá fleiri fólk deyð, og í Meksiko verður boð að frá at smittan er hæsa ð av. Fýra møguleikar Høgni Debes Joensen kundi tó gita sær til fýra møgu­ leik ar, um hvat mest líkt fer at henda. ­ Ein er at tað kann hugs­ ast at H1N1 virusið bara doyr út. Tað kann eisini hugs ast, at tað kann minka á okkara leiðum, nú tá sólin er komin framm. Tað kann eisi ni minka nú og koma fram aftur í heyst – tó til ta tíð vænti eg at ein kopp set­ ing er klár. Seinasti møgu­ leik in er at WHO avblæsur øll stigini og klassar tað sum eina vanliga influensa, um virusið er viknað, greiðir Høgni Debes Joen­ sen frá.