Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 15. mai 2009 Vikuskifti 19 tá síðumaðurin spyr teg um okkurt, meðan vinurin úr Svínoy hoyrir teg. Tørvur á evsta mynduleika Spurningurin um eitt alment útvarpsmál troðkar seg eisini alsamt meir á, nú alt fleiri bein­ leiðis talusendingar eru á skránni í útvarpinum, heldur Jógvan í Lon. ­ Í beinleiðis talusendingunum bruka vertirnir jú sjáldan handrit, og tað setur tess størri krøv til málsliga framburðin, sum er langt frá nóg góður í útvarpinum. Har sakni eg okkurt slag av málsligari eftirúbúgving hjá vertunum ella í minsta lagi eitt størri málsligt tilvit, tí útvarpið hevur ómetaliga stóra ávirkan á føroyska málið sum heild, staðfestir Jógvan í Lon. Gamaní skal tað vera pláss fyri frábrigdum á føroyska málsliga skalanum, heldur hann, men tað merkir ikki, at alt skal latast til tilvildinda, til reinur málsligur ruðuleiki valdar. ­ Nettup í einum landi, har meingarnar um málið kunnu vera so ymiskar, er alneyðugt við einum mynduleika, sum hevur heimild til at skera ígjøgnum og áleggja eina almenna málnýtslu, sigur málfrøðingurin og letur ongan iva vera um, at hesin mynduleiki átti at ligið hjá Málnevndini. Ein slík standardisering er ikki minst neyðug, tá tað kemur til stavseting, heldur Jógvan í Lon ­ Trupulleikin er, at tað er ikki samsvar millum okkara orðabøkur um ávísar stavsetingar. Tí kunnu lærarar ikki gera so nógv annað enn at siga við næmingar, at rætta stavsetingin veldst um, hvørja orðabók tey brúka. Og tí sita vit eisini í málnevndini og kjakast um, hvørt vit skulu mæla fólki til at skriva »prostitutión« ella »prostitusjón« bara fyri at nevna eitt dømi. Tí heldur Jógvan í Lon eisini at tíðin er komin, at politiski mynduleikin skapar møguleika fyri at gera eina nýggja orðabók, sum verður okkara evsti stav­ setingarmynduleiki. Í hesum sambandi vísur hann ikki aftur, at ávísar broytingar áttu at verið gjørdar í føroysku stavsetingini. Tillaga skriftmálið Fyrr ella seinni verður so stórt glopp millum skriftmálið og talumálið, at vit mugu vera opin fyri at tillaga skriftmálið, heldur Jógvan í Lon. Talan kundi til dømis verið um at tikið »ð« í bundnum hvørkiskynsorðum burtur ella strika munin millum »i« og »y«, tí hetta eru stavsetingar, sum ikki hoyrast, og sum skúlanæmingar hava stórar trupulleikar av. Men uttan mun til, hvørjar tillagingar verða gjørdar, mugu vit hugsa okkum væl um áðrenn, tí higartil hava vit ikki serliga góðar royndir av at broyta skriftmálið, staðfestir Jógvan í Lon. Til dømis heldur hann, at tað var illa umhugsa at strika tað eina »k« ið í »Klaksvík« og samansettum orðum sum »floksmynd«, tí her varð pilkað við sjálvan stovnin í orðinum. Einasta orsøkin, til at gera hesar broytingar, var at gera tað meir økonomiskt at skriva hesi orðini, og tað heldur Jógvan í Lon ikki vera nóg sannførandi. ­ Sjálvt um broytingar í stavset­ ingini ofta vekja sterkar kenslur, so mugu vit kunna kjakast um møguligar tillagingar uttan at verða kallað landasvíkjarar, sigur málfrøðingurin avgjørdur og leggur afturat, at talan jú ikki er um at broyta sjálva stavsetingarskipanina. Føroyskt sum brúksmál Ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyska málinum í løtuni er annars spurningurin um, hvørja støðu føroyskt skal hava sum brúksmál á øllum økjum í samfelagnum, heldur Jógvan í Lon. Í øðrum Norðurlondum síggja vit, at enskt etur alt størri bitar av málsligu lagkøkuni á eitt nú hægri lærustovnum, og eisini á Fróðskaparsetrinum hevur kjakið um leiklutin hjá enskum verið uppi og vent í ávsían mum ­ Á ein hátt dugi eg væl at síggja tað skilagóða í at lata enskt spæla størri leiklut á stovnum, sum hava stóran tørv á at samskifta við allan heimin. Trupulleikin fyri eitt lítið mál, sum tað føroyska, er bara, at menningin av føroyska orðafeing­ inum á ávísum økjum steðgar upp, um enskt verður sett í staðin. Á heilt nýggjum økjum er vandi eisini fyri, at føroyskt ongantíð fær fótin fyri seg, so tað knappliga als ikki ber til at samskifta á okkara móðurmáli um ávís fak ella evni, ávarar Jógvan í Lon. Í øllum førum er neyðugt sum heild at halda eyga við málsligu gongdini, ikki minst í gerandismálinum, sum ávirkar okkum dagliga. Og hóast Jógvan í Lon kundi hugsað sær at sæð og hoyrt nógv meir til føroyska málið í Sjónvarpi Føroya, er hann bjartskygdur. Til dømis sær hann tað sum eitt greitt tekin um størri málsligt tilvit, at lýsingarbløðini nú í stóran mun eru á føroyskum. Og málsliga tilvitið er fremsta treytin fyri, at vit øll áhaldandi kunnu vera við til at menna føroyska málið á ein hátt, so tað kennist mest nátúrligt at brúka føroyskt í Føroyum. - Málsliga stílmedvitið hjá nógvum næmingum er heilt burtur. Tað gongur also ikki, at skriva at »apostlarnir vóru nakrar megafeitar typir« í einum teksti við høgum stílvirði, sigur Jógvan í Lon, formaður í Føroysku Málnevndini Mynd: Jens Kristian Vang