Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2009 29 ára gamla Annika P. Árting úr Havn er júst kosin sum besti ungi bókaseljarin í danska ríkinum. Men tað var um reppið, at hon segði upp, áðrenn lærutíðin byrjaði Heiðran Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Annika Árting, sum júst er liðug við útbúgving sína hjá Rit og Rák í SMS, verð­ ur komandi týsdag heiðrað við heiðursbrævi og gávu frá danska bókhandlara­ felagnum. Hetta fyri framúr avrik hennara sum næming­ ur og ikki minst fyri próv­ tøkuna, har hon fekk 12 fyri høvuðsuppgávu sína. Annika byrjaði lutfalsliga seint í læru, men í grund­ gevingunum verður sagt, at tað helst hevur verið ein fyrimunur hjá henni, at hon við hesum hevur havt góðar møguleikar at nema sær eina breiða vitan um vinnu­ og handilslív. Undan læru­ tíðini hevði hon millum annað starvast á pizzaria, bryggjaríi og grannskoðara­ stovu. Sjálv sigur Annika, at tað var mest sum av tilvild, at hon gjørdist næmingur í Rit og Rák. ­ Eg byrjaði at hjálpa til nakrar tímar í desember mánaði 2005. Tímarnir gjørdust tó somikið nógvir, at eg ætlaði at gevast, sigur Annika, sum eigur børnini, Sólva (9) og Boga (7). ­ Men ístaðin tók eg av, tá tað stóð mær í boði at koma í læru, og eg havi trivist væl í hesum, sigur Annika. Umframt heiðurin, sum verður handaður á almenn­ ari móttøku klokkan 16.00 týsdagin, fær Annika eisini eina ferð til Frankfurt, har 52. altjóða ráðstevnan fyri ungar bókahandlarar verður hildin í ár. Knallert helt ikki víkis­ kylduna Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp millum eina knallert og ein býarbuss. Ein 18 ára gamal koyrdi knallertina, og varð fluttur á Landssjúkrahúsið við heilaskjálvta FerðsluóHapp Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Um nátturðatíð í gjár­ kvøldið boðaðu vitni frá ferðsluóhappi í Havn. Tað var á krossinum, har Sjúrðargøta og Varða­ gøta/­Tróndargøta møt­ ast. Ein knallert rendi inn í ein buss á kross­ inum, og førarin varð slongdur av knallertini. Sjúkrabilur varð til­ kallaður, og vísti tað seg, at knallertførarin hevði fingið heilaskjálvta av óhappinum. Løgreglan sigur, at 18 ára gamli førarin á knall­ ertini ikki hevur hildið víkiskylduna, sum er merkt við hávatonnum við skeringina Sjúrðar­ gøta og Tróndargøta/­ Varðagøta. Knallertin er farin til kanningar, og førarin verður væntandi skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna. Skaldskapartíðar­ ritið Vencil er aftur á gøtuni. Í útgávuni verður fokus sett á menniskja í nútíðar­ samfelagnum Útgáva Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo “Ársins feitasta skaldskapar­ tíðarrit, Vencil, ger nú aftur um seg. Fyri sættu ferð í einans trý ár, noyðast øll tey, ið dáma góðan skald­ skap á føroyskum, at hava eyguni eftir hesi afturvend­ andi hóttan, sum í besta føri kann elva til lesiførleika, men sum í ringasta føri kann verða turvelvandi. Tí kenna vit tað sum okkara skyldu, sum ábyrgdarfullir ritstjórar, at byrja við hesi ávaring.” Soleiðis siga ritstjórarnir í tíðindaskrivi um at nýggi Vencil er útkomin. Í sættu útgávuni av Vencil er evni menniskjað í nútíðar­ samfelagnum. Tekstirnir lýsa samspælið millum ein­ staka menniskjað og nútíðarsamfelagið við øllum tess fløkjum og avbjóðingum, herundir tøkniligu menningina og andliga, fyri ikki at siga átrúnaðarliga, fjølbroytni, sum í vaksandi mun myndar gerandisdagin í Føroyum. Tá lýst varð eftir hesum slagi av tekstum, fekk Vencil fleiri spennandi tekst­ ir, bæði upprunaføroyskar søgur og yrkingar, og týddar søgur og yrkingar, sendandi frá høvundum og lesarum Vencils. Upprunaføroysku stutt­ søgurnar eru hesaferð fleiri í tali. Vit finna eitt nú “Gongubreytin” eftir Ann­ iku Skaalum, sum debuter­ aði í seinasta Vencili, og “Exit Farao” eftir Hanus Kamban, sum á hvør sín hátt lýsa, hvat kann henda, tá tøknin tekur ræði á menniskjanum. Søgurnar “Hann, ið týndi mannaættina” eftir Agnar Artúvertin og “Hin blái eingilin” eftir Sólrún Michelsen geva hvør sína uppliving av fundamentalismu. Yrkingarnar bjóða somu­ leiðis áhugaverdar tulkingar av somu evnum, yrkingar eftir høvundar sum Dáv í Dali, Maluna Poulsen, Berg Rønne Moberg, Z. Dam og Wilhelm, Vagn Streymoy og Agnar Artúvertin. Aðrar meiri tilverutulkandi yrki­ nar eru eisini við, eftir høvundar sum Sissal Kampmann og Rannvá Skeel Jacobsen. Fleiri týddir tekstir eru eisini við. Nevnast kunnu stuttsøgan “Fiti” eftir ameri­ kanska stutt­søgumeistaran Raymond Carver, og stutt­ søgur eftir donsku rit­ høvundarnar Jan Sonne­ gaard og Jørn Fabricius. Amerikanska Anne Carson hevur heilar 11 yrkingar við, og sum nakað heilt serligt hevur Vencil fingið sendandi eina týðing av yrkingini “Løgin frukt” eftir Abel Meeropol, sum er best kend sum “Strange Fruit”, ið Billie Holliday gjørdi kenda í síni tíð. Og so er mangt annað áhugavert at lesa í Vencili 6. Tey, ið tora at bjóða Vencili á gátt hjá sær, nú hann er givin leysur, kunnu antin keypa hann í bóka­ búðunum ella seta seg sum haldara. Hetta kann gerast á heimasíðu hansara, www. vencil.fo. Vencil aftur á gøtuni Annika besti bókahandlari í ríkinum Brek á breddan Týskvøldi heldur Javni aðalfund, og tá fara Maud Wang, leiðari á verkstaðnum Vón, og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna at tosa um ein virknan gerandisdag og virðismikil menniskju. Hetta evni verður viðgjørt við ST­sáttmálanum um rættindi einstaklinga, ið bera brek at hugleiða um, hvussu vit kunnu skapa møguleikar fyri arbeiði og frítíðarvirksemi fyri fólk við menningartarni, so virðismikil menniskju kunnu hava ein virðiligan og virknan gerandisdag. Eisini fer Óli Wolles, formaður í Javna fer somuleiðis at greiða frá stóru frambrotunum fyri tey, sum bera brek í føroyska lógarverkinum. Fundurin verður týskvøldið klokkan 19:30 í Miðlahúsinum í Vágsbotni.