fríggjadagur 15. mai 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 • 15. mai 2009
Vikuskifti
20
Summar er í hondum, og
frítíðarbátar eru riggaðir til
sigling millum oyggjar og
lond. Fyrsta bátastevnan
hevur verið, og hin næsta –
og størsta – verður í
Vestmanna í morgin. At
sigla er eitt frítíðarítriv, tú
skjótt kanst gerast bitin av
Umborð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hjá henni ella honum, sum dáma
at vera á báti, er lítið meira
avstressandi enn tað. Hetta geldir
ikki bara frítíðarsigling, men so
sanniliga eisini ein snøristúr, ein
reyðfiskatúr eitt góðveðurskvøld
ella ein túr við runddorgini.
Fríska luftin, hugnin, friðurin
og spenningurin, tá motorurin
er sløktur, og tú liggur á einum
reyðfiskamiði tætt undir landi.
Rekur tú framvið einum sand
eyga á grunna vatninum, og
sjógvurin blikar, sært tú reyðfiskin
snodda til øgnini undir teininum.
Knappliga er fast, og er slagið
gott, kann tað hesa fyrstu løtuna
kennast sum í botni.
Kanska eru tveir sprellivandi
fiskar á fyrsta drátti…
…
Nú skuldi hendan greinin ikki
røða um tað at fiska, tí tá er
skjótt, at tankarnir fara á flog, og
tú ikki fært afturhald.
Hetta er tíðin, tá flestu, sum
eiga frítíðarbát, eru liðug at gera
bátin kláran og so smátt eru
byrjað at sigla kring oyggjarnar.
Onkur er eisini farin at spæla sær
við tankan um at sigla millum
lond.
Fyrsta bátastevnan hevur
verið, og hon eydnaðist rættiliga
væl, tá ivasama veðrið seinasta
leygardag verður havt í huga.
Í morgin verður so ársins
bátastevna, sum er stevnan, ið
vestmenningar so hegnisliga
skipa fyri – áttanda árið á rað.
Bátastevnan í Vestmanna er
hin størsta av sínum slag og í fjør,
tá veðrið vignaðist so avbera væl,
luttóku fleiri enn 200 bátar úr
øllum landinum.
At sigla er av sonnum eitt
frítíðarítriv, tú skjótt kanst gerast
bitin av.
Sjálvur havi eg ongantíð átt
frítíðarbát, men eigi í staðin
nógvar túrar við snøri og nógvar
túrar á fuglaveiði. Fyribils er tað
at eiga ein hóskiligan frítíðarbát
bara ein dreymur…
Á sumri í 2005 eydnaðist mær
kortini at sleppa ein túr til Het
lands og heimaftur sum sjálvur
triði við einum 30 fót stórum
glastrevjabáti.
Hetta var eitt stórt upplivilsi, og
á ferðini fekst tú eisini at kenna,
at ein slíkur opin glastrevjabátur
er ikki stórur á opnum havi millum
lond.
Vit høvdu 24 tímar úr Føroyum
og undir land í Hetlandi, og á
heimferðini var siglingstíðin á
leið hin sama.
Einir 56 bátar vóru í fylgi á
hesari ferð, báðar vegir. Hin
størsti var Pegasus, og hin
minsti var eitt 8mannafar, bygt í
Kaldbak.
Vit loystu í Havn nakað fyri
klokkan 18, og tá leið móti
midnátt, og vit vóru staddir á
Sandoyarbankanum, høvdu vit
frískan vind aftan tvørs, sum teir
rópa tað.
Eisini hetta var eitt upplivilsi.
Í náttarmyrkrinum noyddist tú
at stýra undan aldunum, sum
tóku seg upp og høvdu hug at
bróta. Onkur lítil skvampur snýkti
seg upp ímillum presendingina
og bátssíðuna og bloytti turra
bógvin, sum lá á borðinum.
Veðrið gjørdist ongantíð
ófantaligt, men høvdu vit havt
ættina ímóti – í staðin fyri aftan
tvørs – hevði náttin ivaleyst verið
strævin.
…
Einsamallur var eg uppi og stýrdi
bátinum hesa náttina, meðan
hinir báðir, sum høvdu skiftst um
róðrið fyrr um kvøldið, fingu sær
ein blund.
Náttin leið, og tíðliga byrjaði
at lýsa.
So hvørt, sum morgunin dagaði
fram, minkaði lotið, og tá tað
lýsti, høvdu vit fínasta veður heilt
til lands.
Fyrstu dagarnar í Hetlandi
høvdu vit fínasta veður og brenn
andi sól. Teir seinnu dagarnar
var veðrið skiftandi, og á ferðini
heimaftur til Føroya var fyrsti
helmingur eitt sindur strævin,
men seinastu fjórðingarnar høvdu
vit aftur góðveður.
Hetta var ein góður og ógloym
andi túrur, sum eg væl kundi
hugsað mær at gjørt einaferð
aftrat.
At sigla – tað er at liva
Størra myndin er tikin á Sandoyarbankanum, tá vit høvdu ruskut veður, og seinna myndin er tikin, tá vit í góðveðri
sigldu inn í Yell-sundið í Hetlandi
Myndir: Vilmund Jacobsen