fríggjadagur 15. mai 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 92 - 15. mai 2009
lýsingar
Søkt verður eftir starvsfólki til kanningar-
virksemið at savna inn sýnir, at gera sýnis-
fyrireikingar, at skriva frágreiðingar og at
luttaka í dátarapportering og kunningar-
virksemi annars. Eisini umfatar arbeiðið
fyrifallandi uppgávur, oftani tilknýtt
verkætlanum.
Arbeiðsøki
Tú kemur at arbeiða á deildini, sum serliga
arbeiðir við at kanna útbreiðslu og árin av
umhvørviseitrandi evnum. Deildin mennir
vitan um umhvørvið, serliga viðvíkjandi
dálkingarevnum, og er við at mynda tað
fakliga grundarlagið í umsitingarmálum.
Førleikar
Starvið er fjølbroytt og vit eru fleksibul í mun
til útbúgvingarstøði, men síggja fyri okkum at
tú ert MSc í evnafrøði ella lívfrøði. Umráðandi
er, at tú er nærlagd/ur og at tú kanst átaka
tær ymiskar uppgávur, eisini um tær onkuntíð
eru rutinukendar, at tú eisini kanst arbeiða
sjálvstøðugt er sjálvsagt. Koyrikort kemur væl
við. Tað er ein fyrimunur um tú hevur góðan
kunnleika til føroyskt mál og dugir danskt og
enskt.
Starvsmøguleikar
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum
nýskipaðum stovni og við einum góðum
arbeiðsumhvørvi.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Vit ynskja at setanin fer fram sum
skjótast. Talan er um fyribilsstarv til
31. desember 2009, fulla tíð.
Fyrispurningar
Víst verður til okkara heimasíðu www.us.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til:
Mariu Dam, deildarleiðara, ella
Jákup Paula Joensen, stjóra
á tlf 34 24 00
Umsókn saman við prógvum, CV o.l., skal
verða Umhvørvisstovuni í hendi innan
01. juni 2009. Umsóknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048
FO-165 Argir
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
www.us.fo
Starvsfólk til umhvørviskanningar
INNBJÓÐING
ALMENNUR FUNDUR
um eina nýggja altjóða veðurlagsavtalu í
Norðurlandahúsinum 19. mai kl. 13.00-16.00
SKRÁ
13.00-13.30 Annika Olsen, landsstýriskvinna setir fundin og umrøður
føroysku fyrireikingarnar til eina nýggja veðurlagsavtalu.
13.30-14.15
Harald Dovland, norska umhvørvisráðið og næstformaður í
arbeiðsbólkinum hjá ST um framtíðar skyldur at minka um útlátið
av veðurlagsgassum, umrøður støðuna í altjóða
veðurlagssamráðingunum fram móti Keypmannahavn.
14.15-14.40
Steðgur.
14.40-15.05
Lars Hasselager Olsen frá danska Energistyrelsen og Camilla
Mørk frá danska veðurlags- og orkumálaráðnum umrøða
samráðingargongdina í IMO um útlát av veðurlagsgassum
frá skipum.
15.05-15.25
Kate Sanderson, Uttanríkisráðið, umrøður tilgongdina til altjóða
veðurlagsfundin í Keypmannahavn.
15.25-15.40
Kaj Leo Johannesen, løgmaður endar fundin.
15.40-16.00
Høvi er hjá fjølmiðlum at seta fyrilestrarhaldarum spurningar.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding til
kristvorp@imr.fo í seinasta lagi 18. mai á middegi.
InnlendIsmálaráðIð
Innlendismálaráðið bjóðar saman við Norðurlendska Ráðharraráðnum til kunnandi tiltak
um fyrireikingarnar til eina nýggja altjóða veðurlagsavtalu. Norðurlond taka virknan lut í
fyrireikingunum. Settur er ein norðurlendskur COP15-bólkur, hvørs endamál er at rudda slóð
fyri einari framsóknari veðurlagsavtalu í Keypmannahavn við Danmark sum verti. Her heima
er landsstýrið í holt við at fyrireika tiltøk at minka um útlátið av veðurlagsgassum so til ber hjá
Føroyum at taka undir við nýggju Keypmannahavnavtaluni.
er til til sølu. Er fyrstu ferð skrásettur í august
1973 og er í sera góðum standi. Hevur einans
koyrt 54.000 km. Hevur havt tveir eigarar, tann
fyrra fyrstu 28 árini. Til sølu fyri 22.000 kr
Tvey atgongumerkir til Mötley
Crüe konsert í KB-Hallen 10. Juni
eru til sølu fyri 495,- kr. pr stk.
ÁHugaði ringið Á 220022
Mötley Crüe konsert