mikudagur 31. oktober 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 210 - 31. oktober 2001
Nr. 210 - 31. oktober 2001
3
Tíðindi uttan úr heimi
Fyrrverandi
jugoslaviski forsetin
sýtir framvegis fyri at
viðurkenna altjíða
krígsbrotsmannadóm
stólin í Haag og vísir
øllum ákærum aftur
Tríggjar
ferðir
hevur
Milosevic nú staðið andlit
til andlits við dómararnar í
Haag. Seinast mánadagin,
tá hann enn einaferð vísti,
at hann hevur ikki minstu
virðing fyri dómstólinum,
og at hann hevur uppaftur
minni virðing fyri teimum
drúgvu ákæruritunum, sum
ákæruvaldið við Carlu del
Ponte á odda leggur fram.
- Sannleikin druknar ikki
kortini í hesari flóðalduni
av ósannindum og falsað-
um ákærum, segði hann í
einari stuttari viðmerking,
tá hann hevði hoyrt tær
nýggju ákæruenar, sum
vórðu lagdar fyri hann á
rættarfundinum mánadag-
in.
Milosevic sat óstillur í
stólinum, meðan ákærin las
ákæruritið.
- Harra Milosevic. Játta
tygum, at tygum eru sekur í
ákæruni, spurdi rættar-
formaðurin, Richard May.
- Innihaldið í ákæruni er
falsað, svaraði Milosevic.
Uttan
at
nevna Af-
ghanistan
við
navni
samanbar
Milosevic
amerikansku álopini har
við tað, sum hann sjálvur
gjørdi.
- Eg vardi Serbia ímóti
yvirgangsmonnum, segði
Milosevic.
Longu í næstu viku skal
hann aftur í rættarhølið. Tá
fer ákærin at kunna hann
um, at hann er ákærdur fyri
krígsbrotsverk og fólka-
morð í krígnum í Bosnia-
Herzegovina í árunum frá
1992 til 1995.
Rætturin fylgir reglun-
um. Milosevic fylgir sínum
reglum.
(Fartekst)
53 prosent av
amerikanarunum
vænta fleiri yvir-
gangsatsóknir í
USA
Ein nýggj meiningakann-
ing í USA vísir, at ameri-
kanska fólkið tekur fult
undir við politikkinum
hjá George W. Bush, for-
seta í stríðnum ímóti al-
tjóða
yvirganginum.
Sambært
kanningini
styðja 87 prosent forset-
an og politikk hansara.
Men kanningin avdúk-
ar samstundis, at alt fleiri
og fleiri amerikanarar
ivast í, at tað fer at eydn-
ast amerikanska herinum
at beina fyri Osama bin
Laden. 25 prosent siga
seg vænta, at herurin
verður førur fyri at beina
fyri bin Laden. Í einari
kanning
fyri
trimum
vikum síðani svaraðu 30
prosent tað sama.
Tann nýggja kanningin
vísir eisini, at amerikan-
arar stúra fyri fleiri yvir-
gangsatsóknum. 53 pro-
sent vænta fleiri atsóknir.
Kanningin
avdúkar
eisini, at nógvir ameri-
kanarar hava mist álitið
á, at stjórnin er før fyri at
verja tey ímóti yvirgangi.
Um mánaðarskiftið sep-
tember-oktober søgdu 35
prosent seg hava álit á, at
stjórnin kundi verja tey. Í
dag eru tað bara 18 pro-
sent, sum seta sítt álit á
Bush og stjórn hansara.
(fartekst)
- Familjan er ikki
altíð tann besta at
veita tann rætta
uggan, tá ið tú hevur
mist eitt barn.
Trupulleikin verður
gjørdur lítil, men fyri
mammuna er hann
ógvuliga stórur, sigur
Annvør Nielsen frá
felagnum Pinku-
barnadeyði, sum
skipar fyri minn-
ingarhaldi sunnu-
dagin
MINNINGARDAGUR
Turið Kjølbro
- Tá ið vit missa eitt barn,
missa vit ein part av okkum
sjálvum. Ein part av okkara
framtíð, og ein part av okk-
ara samleika. Vit náddu at
knýta sterk bond til børn
okkara, annaðhvørt tey
vóru fødd ov tíðliga, til
tíðina, ella vit hava livað
saman við teimum, sigur
Annvør Nielsen, frá felag-
num Pinkubarnadeyði.
Síðani 1997 hevur fe-
lagið
Pinkubarnadeyði
skipað fyri minningarhaldi
fyri deyð børn Alla Halg-
anna Sunnudag, tá ið vit
eisini minnast tey, sum eru
farin á sjónum.
Í felagnum Pinkubarna-
deyði koma foreldur, sum
hava mist børn, saman
annan leygardag í hvørjum
mánaði.
- Tá ið tú sjálv hevur mist
eitt barn, veitst tú, at tørvur
er at koma saman við øðr-
um, sum eru í somu støðu.
Vit tosa saman og lurta eftir
hvør øðrum. Eingin okkara
er professiónellur, men vit
vita kortini, hvat tað snýr
seg um. Familjan er ikki
altíð tann besta at veita tann
rætta uggan, tá ið tú hevur
mist. Mangan roynir familj-
an at fáa mammuna at
gloyma barnið, sum hon
hevur mist, men hetta
hjálpir als ikki. Trupul-
leikin verður gjørdur lítil,
men fyri mammuna er hann
ógvuliga stórur, sigur Ann-
vør Nielsen.
Tað er misjavnt, hvussu
nógv fólk vitja í felagnum.
- Felagið er upprunaliga
ætlað teimum, sum missa
pinkubørn, men her koma
eisini onnur, sum missa
børn í 20. viku. Eisini koma
onnur, sum hava mist børn í
ferðsluni. Summi koma
tvær-tríggjar ferðir, meðan
onnur koma í fleiri ár í
felagið,
sigur
Annvør
Nielsen. Sjálv misti hon eitt
barn í 1995.
- Sjálv havi eg arbeitt
meg burtur úr sorgini, men
føli kortini, at eg havi brúk
fyri at vera við í felagnum,
um enn ikki so ofta longur.
Vit eru eini átta fólk, sum
skiftast um at taka okkum
av virkseminum í felagnum
leygardagar, greiðir Annvør
Nielsen frá.
Nakrar ferðir um árið
verður skipað fyri tiltøkum,
har fólk uttanifrá koma at
greiða frá ymiskum, ið
hevur við pinkubarnadeyða
at gera.
Minningarhaldið verður í
Dómkirkjuni sunnudagin
kl. 16.00. Bergur Debes
Joensen,
sóknarprestur,
prædikar. Petra Iversen lut-
tekur við sangi. Minningar-
haldið verður sum ein
vanlig gudstænasta við
altargongd. Tað
verður
møguleiki hjá teimum, sum
hava hug til tess, at tendra
eitt ljós, fyri tí barni, ið
farið er og fyri at vísa kær-
leika, ið ongantíð verður
gloymdur.
- Hetta er ein hátíðarlig
og hugnalig løta, ikki at
samanbera við eina jarða-
ferð, sigur Annvør Nielsen.
Í fleiri ár hevur verið
skipað fyri líknandi minn-
ingarhaldum í Svøríki og
Danmark, og seinastu fýra
árini hava føroyingar tikið
táttin upp.
- Undirtøkan hevur verið
so góð, at vit hava valt at
gera minningarhaldið sum
ein vakran og afturvend-
andi sið, har øll kunnu
minnast teirra deyðu - uttan
mun nær og hvørjum
sambandi viðkomandi er
farin. Saman við børnunum
í familjuni, tey sum vóru og
tey sum eru komin, minnast
vit tey deyðu børnini, sigur
Annvørn Nielsen at enda.
Vit vilja minnast okkara deyðu børn
- Tá ið tú sjálv hevur mist
eitt barn, veitst tú, at tørvur
er at koma saman við
øðrum, sum eru í somu
støðu, sigur Annvør Nielsen
frá felagnum
Pinkubarnadeyði
Mynd: Jens Kristian Vang
Ferðafólk fann lepa
við boðum, ið bendu
á yvirgangsatsókn.
Eitt ferðamannaflogfar hjá
amerikanska flogfelagnum
American Airlines, sum var
á veg úr New York til
Dallas, fekk boð um at
broyta kós og at neyðlenda
í Washington mánakvøldið.
Í floghavnini vórðu øll
flogfør beind av vegnum,
og vápnaðir trygdarmenn
stóðu á varðhaldi allastaðni
kring floghavnina. Tá flog-
farið hevði sett seg, vórðu
tey 141 fólkini koyrd úr
flogfarinum beinanvegin,
og kanningarlið vórðu send
at kanna flogfarið.
Sambært
loftferðslu-
myndugleikunum
fekk
flogfarið boð um at neyð-
lenda, tí eitt av ferðafólk-
unum hevði funnið ein
pappírslepa
við
einum
boðum, ið kundu skiljast
sum ein hóttan ímóti mann-
ingini á flogfarinum.
Neyðlendingin gekk væl,
men kanningarliðini funnu
einki illgrunasamt umborð
á flogfarinum.
American Airlines átti
tvey av flogførunum, sum
vórðu nýtt í yvirgangsat-
sóknini tann 11. september.
(Fartekst)
Styðja forsetan, men
óttast fleiri atsóknir
Flogfar mátti neyðlenda eftir hóttan um atsókn
Milosevic ikki at vika
Nú rópa skiparar á
djúpvatnstrolarunum
aftur varskó. Russarar
eyðræna føroyska
kongafiskastovnin
vestanfyri Mykines,
og føroysku trolar-
arnir eru kroystir
burtur av teimum
bestu leiðunum til
kongafisk. – Setið
eftirlitsmenn umborð
á russisku trolararn-
ar, tí tað er einasta
loysnin, sigur Bjarki
Berg, skipari
EFTIRLIT
Stefan í Skorini
Føroysku djúpvatnstrolar-
arnir, ið royna á Mykines-
grunninum vestanfyri Før-
oyar, verða trokaðir burtur
hesa tíðina á árinum.
Tað er nú um heystið, at
russiskir trolarar, ið hava
svartkjaftakvotu undir Før-
oyum, leggja leiðina á
Mykinesgrunnin at royna
eftir svartkjafti.
– Vit fáa heilt einfalt ikki
fiska fyri teimum russisku
trolarunum, tí teir eru so
nógvir í tali, og teir forða
føroysku trolarunum. Vit
mugu flýggja av hesum
leiðunum, meðan teir eru
her, sigur Bjarki Berg, skip-
ari á djúpvatnstrolaranum
Brestir, ið fiskar kongafisk.
Sosialurin hevur fyrr
gjørt vart við henda trupul-
leikan í samrøðu við Bjarka
fyri hálvum ári síðani. Tó
kenna skiparar og reiðarar
seg framvegis kroystar. Tí
verður málið tikið uppaftur.
Ymiskir veiðihættir
Ein annar skipari, John
Andrew Johannesen, ið
siglir við Phoenix, vísir á,
at trupulleikin er, at veiði-
hættirnir hjá teimum før-
oysku og russisku trolarun-
um eru ov ólíkir.
– Flótitrol og botntrol
hóska heilt einfalt ikki
saman. Russararnir fiska
aftur og fram í hesum økin-
um. Vit mugu halda okkum
til ávísar linjur í botninum
og mugu tí mangan víkja
fyri teimum. Tí órógva teir
okkara fiskiskap so mikið,
at vit ikki fáa verið har,
sigur John Andrew Johann-
esen, ið tekur undir við
Bjarka Berg.
Tað eru tvey tiltøk, ið
skulu setast í verk fyri at
koma hesum trupulleikan-
um til lívs. Tað fyrsta er fáa
russisku trolararnar burtur
av hesum leiðunum. Tað
skal gerast við bara at geva
teimum loyvi at fiska uttan-
fyri 380-400 favna dýpi. Á
henda hátt fáa føroysku
trolararnir frið at fiska.
Tað seinna er at seta eftir-
litsmenn umborð á russisku
skipini. Soleiðis kunnu
myndugleikarnir
tryggja
sær, at russarar bara fiska
svartkjaft, sum teir hava
kvotu til undir Føroyum.
Kongafiskurin verður
oyddur
Skiparar og reiðarar bera
ótta fyri, at kongafiska-
stovnurin vestanfyri Føroy-
ar verður oyddur, nú russ-
isku skipini eru so røsk at
royna har.
– Fyri eini fýra árum síð-
ani fingu føroyskir trolarar
nógvan kongafisk eystan-
fyri Føroyar av Munka-
grunninum og heilt norður
á Fugloyarbanka. Henda
leiðin er nú deyð fyri
kongafisk, eftir at russiskir
trolarar hava verið har við
flótitroli, sigur Bjarki Berg.
Í dag eru eini átta før-
oyski djúpvatnstrolarar, ið
royna vestanfyri Mykines.
Teir eru Niels Pauli, Stein-
tór, Suðringur, Phoenix,
Rankin, Brestir, Rasmus
Effersøe og Boðasteinur.
Álitið hjá hesum skipun-
um er leiðin á Mykines-
grunninum. Um teir ikki
fáa frið at royna har, er
grundarlagið
í
vanda.
Breiða semja er um hetta
málið millum menn á hes-
um bátunum.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður við fiskivinnu-
málum, sigur, at fiskiveiðu-
eftirlitið setti eina umfat-
andi kanning í verk í ár fyri
at kanna, um russarar fingu
so nógvan kongafisk, sum
Bjarki Berg og teir vilja
vera við.
Kanningarnar av lastun-
um vístu, at russarar ikki
fáa nógvan kongafisk, vísir
Jørgen Niclasen á.
Bjarki Berg er tó ikki
nøgdur við tær kanningar,
ið eru gjørdar. Hann vísir á,
at tær skulu gerast um nátt-
ina og ikki bara um dagin,
sum vanligt er. Orsøkin er,
at kongafiskurin svimur
uppi í sjónum um náttina,
og tá fáa russarar nógvan
kongafisk við flótitrolum.
Hann heldur tað sam-
stundis vera illgrunavert, at
kongafiskurin hvarv eyst-
anfyri, eftir at russarar
høvdu verið í tí økinum, og
at fiskiskapurin hjá teimum
djúpvatnstrolarunum vest-
anfyri eisini er í stórari
minking, nú russar eisini
royna har.
Hann dregur samanum,
at russisku trolararnir eru
við til at oyða føroyska
kongafiskastovnin. Mynd-
ugleikarnir skulu flyta russ-
isku bátarnar út á djúpri
sjógv, so føroysku bátarnir
fáa frið at fiska, og haraft-
urat hevði tað verið eitt gott
uppskot at seta eftirlits-
menn umborð á russisku
bátarnar. Soleiðis hevði
borið til at havt eitt nøkt-
andi eftirlit við veiðuni.
Russarar eyðræna føroyska kongafiskin
Landsstýrismaður-
in við fiskivinnu-
málum tekur ikki
undir við at seta
eftirlitsmenn um-
borð á fremmand
skip undir Føroy-
um, tí hetta gevur
ikki nakað úrslit.
Hann vísir sam-
stundis aftur, at
russarar veiða ov
nógvan kongafisk
EFTIRLIT
Stefan í Skorini
Í øðrum londum er van-
ligt at hava eftirlitsmenn
ella eygleiðarar umborð
á fremmandum skipum
fyri at hava tamarhald og
eftirlit við veiðuni. Hetta
er vanligt í Kanada, og
Ísland hevur eisini nýtt
eftirlitsmenn umborð á
skipum.
Hesir eru umborð á
skipum í fleiri vikur, og
teir kunnu tí hava neyvt
eftirlit við, hvørji fiska-
sløg skipið fær, og
hvussu stór veiðan er.
Føroyar hava ongantíð
nýtt henda háttin, og tað
er heldur ikki líkt til, at
tað fer at henda í bræði.
Jørgen
Niclasen,
landsstýrismaður
við
fiskivinnumálum, tekur
nevniliga ikki undir við
at hava eftilitsmenn um-
borð á útlendskum skip-
um, ið royna undir Før-
oyum.
Ov kostnaðarmikið
Skiparar á djúpvatns-
trolarum hava annars
skotið upp at seta eftir-
litsmenn umborð á russ-
iskar trolarar, tí teir hava
illgruna um, at teir fáa
ov nógvan kongafisk.
– Kanada hevur nýtt
eftirlitsmenn nógv, men
eg haldi ikki, at hetta er
besti mátin at fyribyrgja
ólógligari veiðu. Vit
hava eitt fiskiveiðueftir-
lit, ið riggar væl og
greiðir sína uppgávu.
Hetta er nøktandi til at
fyribyrgja
ólógligari
veiðu, sigur Jørgen Nicl-
asen.
Hann vísir á, at skip-
anin við eftirlitsmonn-
um er kostnaðarmikil,
og tí loysir tað seg ikki
at fara undir eina slíka
skipan. Tað er betri at
taka royndir av og á av
skipunum.
Jørgen Niclasen er
heldur ikki nógv fyri at
senda russisku bátarnar
út á djúpri sjógv, men
tað vil hann ikki taka
støðu til uppá standandi
fót.
Jørgen viðurkennir ikki
trupulleikan
Bjarki Berg fílist á, at russiskir svartkjaftatrolarar órógva
fiskiskapin hjá teimum føroysku djúpvatnstrolarunum, ið
royna eftir kongafiski, við tí úrsliti, at føroysku skipini mugu
rýma
Trolarin Brestir fór leygardagin til fiskiskap vestanfyri Føroyar. Hesa tíðina á árinum verður skipið illa órógvað at russiskum skip-
um, so teir ikki fáa frið at fiska
C
M
Y
K
3
2