Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 210 - 31. oktober 2001 Nr. 210 - 31. oktober 2001 5 Í næstan eitt ár hevur Elmar Johannesen á Tvøroyri sitið sum lonkjaður í einum stóli eftir tveir heila- bløðingar. Hann hevur langt síðani uppgivið alla vón um at fáa nakra hjálp frá tí almenna SJÓMANSLAGNA Áki Bertholdsen – At blíva sjúkur og óhjálpin í Føroyum, er sum at enda í fongsli. Elmar Johannesen á Tvøroyri er langt síðani fallin fullkomiliga í fátt. Hann hevur langt síðani uppgivið alla vón um at fáa nakra hjálp. Eftir at vera smollin í gólvið eftir eina ringa heilabløðing beint fyri jól í 1999, hevur hann verið púra óhjálpin og tí hundrað prosent bundin av øðrum. Í næstan eitt ár hevur sitið, sum lonkjaður í ein- um stóli, fyrst á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men síðani í september í einum lenistóli einum horni í stovuni í tí lítla og tronga og illa hóskandi sambýlinum á Tvøroyri og sjálvur sleppur hann ikki av fetanum. Síðani hann varð sjúkur, hevur familja hansara, ikki minst yngri bróðurin, Jens, roynt at skapa Elmari eina virðiliga tilveru. Men tey koma ikki úr stað og enn er Elmar ikki komin úr stovuhorninum í sambýulinum. Og bróðurin, Jens Jo- hannesen, leggur ikki fingrarnar ímillum. – Eg skilji hetta ikki. Tá ið Elmar hevði fingið heilabløðing, varð hann í skundi fluttur á sjúkrahús, har læknar, sjúkrasystrar og onnur, góvu alt tey áttu fyri at bjarga lívinum. Og tað eydnaðist. Men tá ið vit nú síggja, hvussu lítið sam- felagið hevur at bjóða Elmari aftaná, havi eg - skal eg vera heilt kenslu- leysur- fleiri ferðir spurt meg sjálvan, um tað var tað vert. Elmar hevur verið sjó- maður alt sítt lív, síðani hann fór til skips 14 ára gamalur. Men fyri nøkrum árum síðani breyt hann beinið so illa, at hann varð ongantíð frískur aftur. Tí legðis hann á land og fór m.a. at egna So spola vit tíðina aftur til fríggjadagin 3. desemb- er í 1999. Elmar var farin at egna sum vant. Men hendan dagin hevði hann gramt seg um høvuðpínu og fór heim. Men áðrenn nakar vardi, small hann í gólvið. – Hann varð í skundi fluttur á Suðuroyar Sjúkra- hús, har tað í fyrsta umfari galt um at bjarga lívinum. Tað eydnaðist og síðani varð hann fluttur á Lands- sjúkrahúsið, har taðvarð staðfest, at hann hevði havt eina ringa heilabløðing og tí var onki at gera, uttan at senda hann til Danmarkar, har hann varð lagt inn á Ríkissjúkrahúsið. Har varð hann lagdur undir skurð, men skaðin av bløðingini hevði gjørt hann púra avlamnan. Høgra síð- an var lamin og stutttíðar- minnið var fullkomiliga burtur. Heimafturkomin, fekk eina heilabløðing afturat og varð einaferð enn lagdur undir skurð á Ríkissjúkra- húsinum. Jens Johannesen sigur, at í februar mánaða fór hann til Danmarkar har hann vitjaði bróðurin. – Tá fekk eg at vita, at Elmar skuldi skrivast út. Eg setti meg hart ímóti tí, tí eg visti, at í Føroyum var onki at bjóða honum og ongar umstøður at venja hann uppaftur. Tað endaði so við, at hann í mai slapp inn á Dianalund, sum er ein venjingarmiðstøð burturav til fólk, ið hava havt heila- bløðing. Jens Letur ótrúliga væl at umstøðunum har, tí tær vóru tær bestu ið hugsast kundu. Elmar hevði eitt tvørfakligt lið av læknum og terapeutum av ymsum slag, sum løgdu eina venj- ingarskrá til rættis, sum serliga var ætlað honum. Ævigur Bardagi Men beint fyri jól í 2000 varð Elmar sendur heim- aftur og síðani heur tað verið ein ævigur bardagi um at fáa honum nakra hjálp. – Nakað áðrenn, at Elmar kom heimaftur, sendu tey á Dianulund eina frágreiðing heim um støðuna hjá hon- um heim til myndugleik- arnar her. Hetta varð gjørt fyri at Heilsuverkið í Før- oyum kundu fáa møguleika at fyrireika seg til at taka ímóti honum og fyri at tey kundu leggja eina ætlan fyri, hvussu tann framhald- andi uppvenjingin skuldi fara fram. Fyri at gera tað so høgligt sum gjørligt, komu fólk av Dianulund enntá til Føroyar at hava fund við Heilu- verkið herheima um, hvussu Elmar skuldi venj- ast. – Men síðani er akkurát onki hent og hetta síðsta árið hevur verið ein ævigur bardagi um at fáa Elmari nakrar sømdir yvirhøvur, men onki kemur burturúr. Vit hava júkað og júkað, bæði skrivliga og munnliga við Serstovnadeildina og Almanna- og Heilsumála- stýrið, men uttan úrslit. Vit fáa heldur onki at vita, tí øll skumpa trupulleikan undan sær so vit fáa ikki so frægt sum greið svar. Tað er bara hendan seigpíningin tað er ongantíð at fáa eitt greitt svar. – Vit hava upparbeitt eitt nýmótans heilsuverk í Før- oyum. Men tað er púra greitt, at tað er ikki fyri øll fólk og tað er ein spurn- ingur, um vit yvirhøvur skuldu hjálpt sjúklingum sum Elmar til at yvirliva, tá ið vit ikki kunnu bjóða teimum eitt virðiligt lív aftaná. Tað endaði so við, at hann varð innlagdur á Suð- uroyar Sjúkrahús og seinni kom hann so á Sambýlið á Tvøroyri. – Einasta hjálp hann nú kann fáa, reglulig fysiotera- pi á Suðuroyar Sjúkrahúsið at halda honum viðlíka Men tað er hann ikki byrjaður upp á enn. Onki ringt at siga um tað, men tá ið Dianalund sendi hann heim, var tað avgjørt ætl- anin, at tað skuldi gerast meiri samskipað, miðvíst og fjølbroytt enn tað og hetta er langt frá á sama støði sum á donsku venj- ingarstøðini. – Hetta hevur so ført við sær, at ístaðin fyri at gera lívið virðiligari fyri Elmar, stendur hann mestsum í stað, tí hann fær ikki tað miðvísu motivatiónina og lívsinnihald, sum hann átti at fingið. Ongin hevur ábyrgdina Jens Johannersen sigur, at tey fáa ikki so frægt sum greiða á, hvør hevur ábyrgdina av einum sjúk- lingi sum Elmar. – Fyrst fingu vit at vita, at tað var serstovnadeildin, sum hevði ábyrgdina av at hann fekk tann stuðul og ta hjálp, hann trongdi til. – Vit søktu so Ser- stovnadeildina um pláss til Elmar á Varda Verkstað- num í Vági, tí so hevði hann okkurt at fara til og fekk eitt innihald í daglig- degnum – Men Serstovnadeildin vísti málið frá sær, tí at játtanin varð brúkt og ongin eykajáttan var at fara eftir. Elmar er í teirri støðu, at skuldi hann á Verkstaðið, mátti hann hava stuðulsfólk burturav. – Vit kærdu so málið til Almanna- og Heilsumála- stýrið. Har viðmælti ein fulltrúi, at Elmar kundi sleppa á Verkstaðið, um tað eydnaðist at fáa játtan til tað. Men síðst í august kom so aftur svar frá sama fulltrúa, at tað bar ikki til at fáa eykajáttan til stuðul til Elmar, so umsóknin um at lata hann sleppa á Verk- staðið í Vági kundi ikki gangast á møti. Jens Johannesen sigur, at nú mátti hann aftur til Serstovnadeildina. – Nú vísir tað seg knapp- liga at Serstovnadeildin kann søkja um eina eyka- játtan. Hví søgdu tey tað ikki beinanvegin, spyr Jens. Upphæddin, tað snýr seg um, eru góðar 100.000 krónur Jens Johannesen sigur, at umframt at onki ber til, er tað eitt eykenni fyri teir stovnar, hann hevur sam- skifta við, at onki hendur, uttan at tey hanga í tele- fonini og plága og plága. – Eg havi brúkt fyri nógvar túsund krónur í telefon til at ringja til al- mennar stovnar av ymsum slag í sambandi við Elmar, tí vit fáa onki svar, sigur Jens Johannesen. Hann sigur eisini, at tað er ikki, fyrrenn nú, at tey hava fingið at vita, at Elmar hevur rætt til at fáa fáa stuðul til eitt fólk nakrar tímar av og á, so at hann sleppur út. Har liggur so málið í løtuni, men nú skal tað helst ganga tað mesta av árinum, áðrenn nakað meiri hendur. Men Jens Johannesen sigur, at nú bussurin hjá Varda Verkstaðnum er spardur burtur, er ikki hugsingur um at fáa Elmar á Verkstaðið í Vági, tí Elmar kann ikki ferðast ein metur einsamallur og skal hava hjálp frá hurð til hurð Jens Johannesen sigur, at alla hesa tíðina, hevur hann ikki møtt einum tí einasta fólki á hesum almennu stovnunum, sum hava sagt: Hatta skal eg taka mær av. – Vit koma onga leið uttan at vit kempa og stríð- ast og plága um tað sjálvi - men mínar royndir eru, at sum oftast hjálpir tað ikki kortini. Tænastustøðið er á sera, sera lágum støði, so landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum hevur ov mikið at takast við, um vilji og hugur er til staðar, tí tað er hann, sum hevur evstu ábyrgdini. – Bara at skylda upp á tørvandi játtanir haldi eg er ov bíligt, tá ið landskassin er um at sprongjast av yvir- skoti, sigur Jens Johanne- sen. Sum at enda í fongsli Elmar Johannesen, sum her situr høgrumegin, hevur langt síðani uppgivið alla vón um at fáa nakra hjálp. Yngri bróðurin, Jens, sum er komin at vitja, hevur brúkt ein stóran part av síni frítíð til at fáa Elmar eina virðiliga tilveru, men tað gongur ongan veg, tí alt gongur so ómetaliga trekt Smyril Line er alt annað enn samt við Strandferðsluni um, hvørjum standi Norrøna er í. Smyril Line staðfestir, at Landstýrið vil ikki keypa hana, men metir framvegis, at hon er vælegnað til suðuroyarsiglingina SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Vit meta framvegis, at Norrøna er ein vælegnað skip at røkja farleiðina til Suðuroyar. Smyril Line er alt annað enn samt við Strandferðsl- una um, hvørjum standi Norrøna er í. Hetta sigur Smyril Line, nú Landsstýrið hevur gjørt av ikki at at taka av til- boðnum um at keypa Norrønu til suðuroyarsigl- ingina. Avgerðin er tikin útfrá eini meting, sum Strand- ferðslan hevur gjørt av Norrønu. Strandferðslan mælti frá at at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina av fleiri orsøkum. Hon er ov gomul og tískil er stórur vandi fyri, at teknisk- og onnur brek fara at føra til óregluliga sigl- ing, hon er dýrari í rakstri enn ætlaði Smyril verður, tí hon brúkar bæði meiri olju og krevur størri manning, hon tekur ov nógvan vind á seg og er tí ring at manøv- rera við inni á trongum firðum í myrkri og harum- framt er bógportið er sveisað aftur so hon hevur bara eitt hekkuportur og tað ger tað ov longi at losta og lasta hana. Strandferðslan sigur eisini, at skal Norrøna sigla 21 míl, fer tað at kosta 30 milliónir afturat teimum 56, sum Smyril Line ætlar at gera ábøtur á hana fyri, tí so skal meiri skiftast út. Smyril Line svarar aftur Men hesar atfinngingar ímóti Norrønu er Smyril Line ikki samt í. Í einum brævi til Vinnu- málastýrið í gjár, vísir Smyril Line atfinningunum hjá Strandferðsluni aftur. Í sjey punktum vísir Smyril Line atfinnging- unum frá Strandferðsluni aftur. 1) Strandferðslan sigur, at 30 milliónir skulu leggj- ast afturat tilboðnum frá Smyril Line. Men Smyr- il Line hevur fingið váttan frá verksmiðjuni, ið ger gervini (gearini) , at gervini á Norrønu kunnu yvirføra megina frá einum størri motori upp á 17.000 hestar. Harumframt hevur verk- smiðjan váttað, at akslar og skrúvur kunnu brúk- ast til motororkuna, sum er neyðug fyri at hon skal kunna sigla 21 míl 2) Hvat vindi viðvíkur, kann staðfestast, at Norrøna hevur siglt í Norðuratlantshavi í 19 ár uttan nakrantíð at avlýsa fyri vind. Tí meta vit ikki, at vindur skuldi volt trupulleikar á suður- oyarleiðini, sigur Smyril Line. 3) Strandferðslan sigur, at í longdini verður tað ein sparing at byggja nýtt skip. Tað veldst alt um, hvussu nógv landið betalir fyri Norrønu. Vit meta so avgjørt, at vit kundu samst um ein prís har landið spardi mun- andi pening afturímóti ætlanini at byggja nýtt skip, sigur Smyril Line. 4) Smyril Line sigur, at tað hevur fingið at vita frá Knud E. Hansen, sum eisini hevur projekterað nýggja Smyril, at við nýggjum høvðusmotor- um, sum brúka tungolju, fer Norrøna ikki at brúka meiri olju, enn skipið, ætlanin er at byggja, ger. Norrøna kann eisini siglast við somu mann- ing, sum nýggi Smyril. Tí dugir Smyril Line ikki at síggja Norrøna verður dýrari í rakstri. 5) Norrøna hevur bógport- ur, sum er klassað til altjóða sigling. Sostatt kann koyrast ígjøg-num skipið og skjótari máti at lossa og lasta finst ikki. 6) Tað verður neyðugt hjá báðum skipunum at fara uttanlands í dokk. 7) Norrøna hevur kunnað brúkt atløguplássið á Drelnesi. Men í longdini mugu íløgur sjálvsagt gerast í stabbar at leggja forskipið at. Vit halda ikki, at hetta skuldi verið ein forðing fyri at keypt Norrønu, sigur Smyril Line. – Eg varð greiður yvir, at tað fór at vekja ans, at málið um at keypa Norrønu til suðuroyarsigl- ingina, varð kannað. Men poltiskt hevði tað verið ósømiligt at latið vera. So mátti eg heldur taka skolur- nar, sigur Bjarni Djurholm SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað er nú greitt, at Lands- stýrið fer ikki at taka av tilboðnum frá Smyril Line at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina. Mánadagin bar Vinnu- málastýrið eitt bræv oman til Smyril Line, har takkað var fyri tilboðið, men av avgerð var tikin um ikki at taka av. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum sigur, at sostatt er málið avgreitt og at arbeiðið at byggja nýggjan Smyril heldur fram ótarnað. Næsta politiska stigið í ætlanini at byggja nýggjan Smyril, verður at leggja eina verklagslóg fyri Løg- tingið, har tað gevur Lands- stýrismanninum heimild at gera byggisáttmála um nýggjan Smyril. – Hendan verklagslógin hevur verið liðug í fleiri vikur og Bjarni Djurholm væntar fyri vist, at hon verður løgd fyri tingið í næstu viku. Orsøkin til, at hon ikki er løgd fram enn, er, at ivi hevur tikið seg upp um orðingarnar í lógini og tí hevur hon í langa tíð ferð- ast ímillum Løgmansskriv- stovuna og Fíggjarmála- stýrið. – Hetta er tí, at roynt verður at finna eina fastan form fyri, hvussu slíkar verklagslógir skulu orðast. – Nú eru stýrini samd um orðingarnar, men nú er lógin strandað í Løgtings- skrivstovuni. Har halda tey, at av tí at orðalagið í lógini er broytt, skal hon kanska aftur fyri á landsstýris- fundi. Bjarni Djurholm sigur, at hetta er ein løgfrøðiligur spurningur, men hann væntar, at málið verður endaliga avgreitt nú og lagt fyri tingið í næstu viku. Mátti heldur taka skolurnar Bjarni Djurholm heldur framvegis fast um, at tað var rætt at kanna tilboðið frá Smyril Line. – Eg visti, at hetta var eitt kensluborið mál og eg visti, at tað fór at vekja ans. Men politiskt hevði tað verið ósømiligt at latið vera við at kanna málið. Tí gjørdi eg tað og so mátti eg heldur taka tær skolur, sum komu. – Politiskt hevði tað skeivt at latið vera við at kanna málið. Sessurin í Vinnumálastýrinum hevði blivið ógvuligah eitur undir mær, um vit høvdu gjørt sáttmála um nýtt suður- oyarskip, men at tað so aftaná kom fram, at vit høvdu havt eitt tilboð, sum var bíligari, men sum ong- antíð varð kannað. Men Bjarni Djurholm dylir ikki fyri, at hann er ørkymlaður av av summum av teimum atfinngingum sum eru komnar. – Tað liggur fast, at tað var eitt samt Landsstýrið, sum gjørdi av at kanna málið og at tað sostatt var politisk semja í samgong- uni um tað. Strandferðslan hevur sagt, at hetta ikki hevur verið til fyrimuns fyri umdømi føroyinga uttan- lands, at ivi nú er sáddur um ætlanina at byggja nýtt skip, hóast biðið er um tilboð? – Tað eri eg als ikki samdur um. Tað er ongin orsøk til at gera ov nógv av og tað, eg havi fingið at vita frá Strandferðsluni er, at hon hevur fingið ein hissini fyrispurning í eini telefon- samrøðu frá onkrum, sum kennir til føroysk viður- skifti. Fólk, sum hava sitið í fyrireikingarnevndini, hava eisini boðað frá, a Norrøna hevur verið til viðgerðar fyrr í sambandi við Suður- oyarsiglingina, men at hon varð vrakað. Hví verður hon so kannað einaferð afturat? – Tað er lutvíst rætt. Strandferðslan hevur kann- að møguleikarnar at útvega eitt annað skip, men metti ikki, at tey fingueitt brúkt skip, sum var nóg væl hóskandi til suðuroyar- siglingina. Tá ið Norrøna søkti um almennan stuðul, varð tað fleiri ferðir nevnt, at tað kundi verið eitt hugskot, at landsstýrið keypti Norrønu, men tað varð slept, og ein orsøk til tað var, at tað kundi verðið tulka sum almennur stuðul til Smyril Line. – Hetta var áðrenn avgerð varð tikin um at byggja nýtt suðuroyarskip og tá var Norrøna ikki til sølu. Men tá ið teir nú bjóða Norrønu til sølu og senda okkum ein skrivligan fyrispurning, hava vit skyldu at kanna tað, sigur Bjarni Djurholm. Heldur fast um at Norröna er vælegnað til suðuroyarsigling Smyril Line vísir atfinngingunum hjá Strandferðsluni ímóti Norrønu aftur. Nú Landsstýtrið hevur havnað tilboðnum um at keypa Norrønu, hevur Smyril Line skrivað Vinnumálastýrinum bræv, har tað framvegis metir, at hon er Norrøna er eitt gott keyp og tað ivast ikki í, at semja kundi fingist um ein prís, sum gjørdi, at Landsstýrið spardi nógvan pening –Tað hevur fyrr verið upp á tal, at Landið skuldi keypa Norrønu og nú, vit fingu eitt skrivligt tilboð, mátti tað kannast, annars hevði tað blivið kalt á toppinum í Vinnumálastýrinum, sigur Bjarni Djurholm Vildi heldur taka skoluna enn at tiga C M Y K 5 4