Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 210 - 31. oktober 2001 Nr. 210 - 31. oktober 2001 7 – Vit hava vant sera hart, og krøvini til leikarnar hava verið stór. Men tað er neyðugt, skalt tú hava ein góðan leik. Lønin er látur, sigur Jákup Veyhe, sum leik- stjórnar nýggja leikinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag SJÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Leikarar í Klaksvíkar Sjón- leikarfelag hava síðani fyrst í september vant miðvíst við nýggja leikinum, sum skal frumsýnast um 10 dagar. – Tað hevur verið sera strævið hjá leikarunum, tí vit hava vant seks kvøld um vikuna. Men tað er neyðugt at venja nógv fyri at fáa leikin at sita, sigur Jákup Veyhe, sum er leikstjóri fyri nýggjan leikin. – Vit eru í kapping við annan sjónleik í Føroyum, við bigograf og sjónvarp, og tí skulu vit hava ein góðan leik, um vit skulu geva okkum vónir um at fáa nógv fólk til leikin, sigur hann. – Men eg skal viðganga, at tað hava verið løtur, har vit hava verið eitt sindur strongd av hørðu venjing- ini, og onkur er farin heim í ringum lag. Royna leikin aftur Leikurin, sum klaksvíking- ar nú fara at spæla, kallast Mostir Charley. Hann er áður spældur í Klaksvík undir navninum Charles Tanta og var sera væl dámdur. Tað hava verið júst 44 ár millum sýningarnar av leikinum. Nú eru tað nýggir sjón- leikarar, sum spæla leikin, og ein nýggjur leikstjóri hevur møguleika at krydda við sínum egna pipari og salti. – Hetta er ein farsa við skjótum replikkin, og tí er tað umráðandi, at leikurin er væl smurdur, og at ferð er á, sigur Jákup Veyhe. Tað var Brandon Thom- as, sum skrivaði leikin fyri meira enn hundrað árum síðani, og leikurin verður mettur sum ein klassikari millum skemtileikir. And- reas Justesen hevur gjørt nýggja týðing av leikinum. – Avbjóðingin er at fáa ein leik frá 1892 stuttligan í dag. Vit hava roynt at gjørt ein leik, har vit spæla nokk so ógvusliga og kanska gera ov nógv av í ávísum støðum, sigur leikstjórin. Góður felagsskapur Jákup Veyhe hevur fingist nógv við sjónleik, men mesta av hesum arbeiðnum hevur verið í høvuðsstað- num. Hetta er fyrsu ferð, at hann fæst við sjónleik í Klaksvík. – Klaksvík er eitt sindur bygdalig upp á ein posi- tivan máta. Fólk kenna hvønn annan betri her, og tey vita meira um hvønn annan, sigur Jákup Veyhe. – Eg haldi eisini, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag er meira eitt felag enn Havnar Sjónleikarfelag. Her í Klaksvík eru nógv fólk uttan um felagið, summi koma við kakum, og tað eru nógv sum detta inn á gólvið, sigur hann. Venjingarnar hava verið nógvar í tali, síðani leik- stjórin kom til Klaksvíkar fyrst í september mánaði. – Hesin leikurin krevur nógv av leikarunum, men soleiðis má tað vera, um tú skalt hava ein leik at sita upp á einar 10 vikur, sigur hann. – Her í Klaksvík havi eg lært, at leikararnir hugsa fyrst um arbeiði, síðani seyð, so sjónleik og so fa- miljuna. Eisini álvari Klaksvíkar Sjónleikarfelag spældi seinasta vetur Ibsen- leikin Afturgongur, sum var ein álvarsleikur. Tað vóru ikki eins nógv fólk til hendan leikin, sum tað plaga at verða til skemti- leikirnar hjá felagnum. Nú eru klaksvíkingar so farnir aftur at spæla skemti- leik, sum teir eisini eru kendir fyri at duga at spæla. – Góðir skemtileikir draga fólk, og eg haldi, at tað er umráðandi at spæla skemtileikir. Men sjón- leikarfeløgini skulu eisini royna at spæla meira álvar- samar leikir, heldur Jákup Veyhe. Nú fara teir 11 leikararnir í leikinum at fáa seinastu partarnar av leikinum upp á pláss, so alt kann verða klárt 10. november, tá frumsýningin verður í Atlantis. – Tað hevur verið sera strævið hjá leikarunum, men lønin er látur, sigur Jákup Veyhe. Lønin er látur – Her í Klaksvík havi eg lært, at leikararnir hugsa fyrst um arbeiði, síðani seyð, so sjónleik og so familjuna, sigur Jákp Veyhe argandi. Hann leikstjórnar nýggjum leiki hjá klaksvíkingum Jan Gardar er ein av leikarunum í leikinum Mostir Charley Syndarliga flog- vanlukkan í Milano herfyri stóðst av menniskjansligum mistøkum hjá flog- leiðarunum, sigur kanningarnevndin, sum kannar vanlukk- una FLOGVANLUKKA Tað vóru mennisknjanslig mistøk, ið elvdu til SAS vanlukkuna í Milano, sum herfyri kostaði 118 manna- lív. Flogleiðararnir ansaðu ikki nóg væl eftir, sigur italska kanningarnevndin, sum harvið leggur alla ábyrgdina á italsku loft- ferðslumyndugleikarnar. Danska blaðið Berling- ske Tidende skrivar, at tað kundi verið sloppið undan samanstoytinum millum SAS flogfarið og tað lítla, týska Cesna flogfarið, um flogleiðararnir í torninum á flogvøllinum høvdu lurtað eftir flogskiparunum á lítla, týska flogfarinum, meðan tað var á veg út gjøgnum mjørkan í Milano hendan morgunin. Ikki færri enn tríggjar ferðir áttu flogleið- ararnir at havt steðgað týskarunum og sent ein »follow-me« bil út á vøllin til flogfarið, sigur kanning- arnevndin sambært Ber- lingske Tidnde. Týsku flogskipararnir høvdu varhugan av, at okk- urt var galið, og settu seg ikki færri enn tríggjar ferð- ir í samband við tornið, sum kortini lat teir halda fram. Hesir nýggju upplýsing- arnir eru komnir fram, eftir at kanningarnevndin hevur lurtað eftir bondunum, har samrøðurnar millum lítla, týska Cesna flogfarið og eftirlitstornið vórðu tiknar uppá, skrivar Berlignske Tidende. ej Kleyvarskapur í Milano Føroyar eru ikki nakrar bakdyr hjá úrnorðurlendsku grannunum í norð- urlendskum saman- hangi. Vit eru høv- uðsdyrnar, og havið er lykilin, segði løg- maður í røðu á Norðurlandaráðsfun di í Keypmannahavn UMHVØRVIS- SAMSTARV Edvard Joensen Tað er tað reina havið, sum vit skulu brúka til at gera vart við okkum úti í heimi, segði løgmaður tá hann helt røðu á Norðurlandaráðs- fundinum í Keypmanna- havn mánadagin, har hann tosaði um umhvørvi og reina havið kring Føroyar. Anfinn Kallsberg, løg- maður, vísti á, at umhvørvi og umhvørvispolitikkur er nakað, sum sermerkir Norðanlond bæði innan- hýsis og úti í heimi. Serliga internationalt verða Norð- anlond høgt mett fyri ar- beiði teirra fyri einum rein- um og burðardyggum um- hvørvi. Føroyingar virðismeta hendan politikkin og vilja fegnir vera partur av hon- um og taka ábyrgd fyri hon- um, segði løgmaður millum annað. Hann vísti á, at fyri okk- um her uppi í Norður- atlantshavi er reint havum- hvørvi og gangnýtsla av havsins tilfeingi tvær síður av somu søk. Vit kunnu ikki tosa um annað uttan at tosa um bæði, segði løg- maður. Tey eru stutt og greitt lívgrundarlag okkara, samstundis sum tey eru ein norðurlendskur og alheims arvur, sum vit hava stóra ábyrgd av at brúka optimalt og varða um í framtíðini. Tað er ikki mótstríðandi at tosa um umhvørvisvernd og gagnnýtslu av tí til- feingi, havið gevur, vísti løgmaður á. Tað er logikk- ur, og beinleiðis lívsneyð- ugt, segði hann. Hann vísti á, at tað er ein sera stór avbjóðing til okk- um og grannar okkara sum fiskivinnutjóðir í Norður- atlantshavi. Hini Norð-ur- londini eiga at skilja, at tað hevði verið ábyrgdarleyst, um vit ikki á ein skynsam- an hátt gagnnýta alt tað tilfeingi, sum bæði nú og í framtíðini er møguligt at fáa hendur á. Anfinn Kallsberg, løg- maður, vísti í røðu síni á, at hesin hugsunarháttur ikki er nakað serføroyskt fyri- brigdi. Hetta er samsvar- andi tí, allir norðuratlant- isku grannar okkara hugsa. Tað verið seg írar og skotar, íslendingar og grønlend- ingar eins og íbúgvarnir fram við Kanadisku eystur- strondini. Eisini hini Norðurlondini eiga at gera nýtslu av hes- um tilfeingi, segði løgmað- ur. Hann vísti á, at vit eiga í felag at gera umheimin var- ugan við, at hendan stóra, bláa fløtan, vit liggja mitt í, er annað enn bara eitt øki, sum tað tekur einar fimm tímar at flúgva tvørtur yvir á ferð millum Europa og Norðuramerika. – Norðuratlantshavið er eitt lívsgrundarlag og ein týðandi miðdepil fyri menniskju og mentanir. Eitt norðurlendsk meirvirði, sum Norðanlond hava fel- ags við grannarnar fyri vestan, segði løgmaður. Annfinn Kallsberg end- aði røðu sína á Norður- landaráðsfundinum í Keyp- mannahavn við at vóna, at politisku leiðararnir í Norð- anlondum fara at virka við til at byggja út og styrkja samstarv og kjak millum samfeløgini í Norðuratlantshavi. Vit eru høvuðsdyrnar Anfinn Kallsberg, løgmaður, tosaði um reint havumhvørvi og samstarv í Norðuratlantshavi á Norðurlandaráðsfundinum í Keypmannahavn mánadagin, har nýggi norski forsætisráðharrin, Kjeld Magne Bondevik, eisini var staddur Savnsmynd frá vitjan løgmans í Noreg Fótbólt við smíli Norðurlendsku stjórnarleiðararnir styðja norðurlendsku royndunum at sleppa at hýsa europameistara- kappingini í fót- bólti 2008 SAMSTARV Norðanlond ætla at brúka látur og smíl sum vápn fyri at sleppa at hýsa europameistara- kappingini 2008. Og ikki óvæntað fáa fót- bóltssambondini fullan stuðul frá stjórnarleiðar- unum, sum eru á Norð- urlandaráðsfundi í Dan- mark í hesum døgum. – Hetta er ein stór ítróttarlig avbjóðing fyri Norðurlond. Tað er hugaligt, at fótbóltssam- bondini arbeiða saman um hesa uppgávuna, og tí stuðla vit av fullum huga, sigur finski for- sætisráðharrin, Paavo Lipponen. Við støði í kendu donsku roligans fara norðurlendsku fótbólts- sambondini at virka fyri at fáa tiltakið hedanveg við at fáa gleðina aftur í fótbóltsspælið. – Vit vilja hava fam- iljuna aftur á fótbólts- vøllin. Fólk skulu hava tað stuttligt, og vit fara at seta upp smílimið- støðir við allar vallirnar, har dystirnir verða leikt- ir, sigur Pertti Atja, sum er limur í nevndini, sum arbeiðir fyri norður- lendsku ætlanini. Gjørt verður av í dec- ember komandi ár, hvar kappingin verður. Um- framt Norðurlond søkja eisini Sveis-Eysturríki, Ungarn, og Skotland um at sleppa at verða vertir, eins og Grikkaland og Turkaland eisini søkja í felag. ej Ótryggleiki um Sellafield Á Norðurlanda- ráðsfundi í Keypmannahavn hava norður- lendsku stjórnar- leiðararnir gjørt vart við ótryggleika um bretskt kjarnorkuavfall UMHVØRVI Norðurlensdku stjórnar- leiðararnir hava sagt seg vera ótryggar viðvíkj- andi bretska kjarnorku endurvinningarverkin- um Sellafield. Teir óttast fyri, at geislavirknir lek- ar kunnu fara at skaða strandaumráðini nærind- is verkinum. – Tað er eingin ivi um, at ótryggleikin um lekar er stórum hjá íbúgvun- um fram við strondun- um nærindis Sellafield, staðfesti norski forsætis- ráðharrin, Kjeld Magne Bondevik á tíðindafundi í samband við Norður- landaráðsfundin. Hann nevndi, at Norð- anlond nú í felag sam- starva gjøgnum um- hvørvisráðharrar sínar við slíkum málum, sam- stundis sum hann vísti til konventiónina frá 1998, sum ásetir reglur fyri, hvussu spurningar av hesum slagnum skulu handfarast í altjóða høpi. Stjórnarleiðararnir viðgjørdu eisini norður- lendska skipaferðslu við serligum atliti til ta aktu- ellu kreppuna, sum stóra norska Kværnersamtaki í løtuni er í. ej C M Y K 7 6