fríggjadagur 15. mai 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 83 • 1. mai 2009
skal fáa
fløgur sendandi við postinum.
Tað er alt ov nógv roks við tolli
og øðrum roksi. Bøkur og pappír,
takk. Tað sparir bæði tíð og
pengar, sigur hann avgjørdur.
Fartelefonin hjá Rana liggur
ikki einsamøll, gloymd í onkrum
lumma. Hon er hansara trúgvi
fylgissveinur.
- Eg brúki mína fartelefon
til alt. Eg lesi øll bløð og tíð-
indi umvegis fartelefonina.
Serliga BBC Mobile, Berlingske
Nyhedsavis og
Iværksætteren fylgi
eg væl við. Harafturat brúki eg
kalendaran nógv, eg leggi allar
avtalur inn á kalendaran á
telefonini, og so er okkurt
talvforrit eisini lagt inn
á telefonina. Men eg tosi
vanliga ikki nógv í telefon,
sigur hann og smílist.
Familjan skal
hjúklast um
Rani Nolsøe hevur alt sítt vaksna
lív koyrt í Ford bili. Í løtuni hoyra
tveir Ford bilar til húsið. Ein
Fiesta og ein Mondeo Gia.
- Mær dámar væl Ford. Mínar
royndir við Ford geva ein ávísan
tryggleika, komfort og so fram-
vegis. Men bilarnir hava onga
størri raðfesting enn at teir eru
transportmiðlar hjá familjuni.
Uttanlandsferðir hava heldur
onga serstaka raðfesting fyri
Rana Nolsøe.
- Eg havi ongantíð viljað ferðast
nakað serligt. Vit hava ferðast
nógv í Føroyum, og eg ferðist
nakað í mínum arbeiði. Men at
fara avstað sum familja eina ferð
um árið, er eitt fínt hugskot.
Familjan hevur sum heild ein
heilt serligan týdning, sum bara
veksur og veksur við tíðini. Tí
fær tað samsvarandi týdning, at
privata lívið er so gott sum yvir-
høvur møguligt.
- Tað er grundarlagið undir
øllum øðrum.
Heima er tað sum oftast konan,
sum ger mat, og stendur fyri
klædnavaskinum, men restin av
arbeiðnum er rímiliga felags.
- Hon hevur eitt fínt
organisatoriskt talent heima, og
tað seti eg prís uppá. Eg haldi,
at tað er neyðugt at rudda, og
taki mær av túninum, hjallinum
og kjallaranum og so víðari. Hon
ger sum oftast mat, men vit gera
bæði klárt til døgurðan, og tað
haldi eg er ein hugnalig løta. Tað
er á nátturðatíð í køkinum, meðan
vit práta um hvat er hent gjøgnum
dagin.
- Eitt, sum nógvir pengar hjá mær fara til, eru ymisk telduforrit og heimasíður, sum eg
havi hald til. International Chess Club er eitt, og tað geri eg brúk av hvønn dag. Tvey talv
um dagin, tað er fast
Tað skal vera góðska