fríggjadagur 15. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 92 - 15. mai 2009
Sam
felagið fer
í hundar
nar
- Eg sigi ikki, at tað er
óføroyskt at vera sam-
kyndur, tí so leingi tað
eru føroyingar, sum eru
samkyndir, so man tað
vera føroyskt. Eg meini
bara, at tað er óføroyskt
at hava eitt sekulariserað
samfelag, tí Føroyar hava
altíð bygt á bíbilsku virð-
ini, og tað hevur gjørt
samfelagið til tað, tað er,
sigur Bill Justinussen,
tingmaður.
Tað, sum hann er so
bangin fyri við 266b og
líknandi lógum, er at vit
koma í somu trupulleikar
sum grannalondini hjá
okkum, har tolsemi skap-
ar trupulleikar, tí tey
hava fingið so nógvar
innflytarar í landið. Tað
er tí tolsemi ikki skal
vera ov stórt, sigur Bill
Justinussen.
Hann staðfestir eisini,
at einasta orsøkin til at
homoseksuel hava fingið
lógir at verja seg við, sum
eftir hansara tykki eru
óneyðugar, er tann ógvus-
liga lobbyisman, sum sam-
kynd hava nýtt seinastu
árini fyri at gera samkynd
til ein serligan bólk.
- Tað er so øgiliga stór-
ur munur á at vera littur
og at vera samkyndur.
Tú kanst onki gera við,
at tú ert littur, tað er nak-
að, tú ert føddur til, sigur
Bill Justinussen.
Hann leggur afturat, at
tað, sum hevur gjørt før-
oyska samfelagið er so
gott, er at kristnu grund-
virðini eru so fest í sam-
felagið í bæði fólkaskúla-
lóg, hjá teimum ráðandi
og so framvegis.
- Sjálvandi skulu vit
lóggeva við grund úr
bíbliuni, tí tað er ikki ein
gongd leið at skilja religi-
ón og politikk, sigur Bill
Justinussen.
– Fundamentalistisku
kreftirnar hava alt ov
stórt vald í Føroyum,
sigur Beinta Løwe
Jacobsen, sum ikki
vil finna seg í, at
ávísir politikarar
rópa tað óføroyskt at
velja verja samkynd í
lóggávu
Verja
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Beinta Løwe Jacobsen vil
ikki finna seg í, at ávísir
politikarar kalla tað at vera
samkyndur at vera ófør-
oyskt. Sambært henni sjálv-
ari er hon journalistur, klaks-
víkingur,
føroyingur
og
skjótt
eisini
stjórnmála-
frøðingur. – Tá mann tosar
um, at ein ávísur bólkur av
fólki er óføroyskur, so er tað
bæði skelkandi og ræðandi,
tí tað prógvar valdið hjá
fundamentalistisku
kreft-
unum í landinum, sigur hon
Nú revsilógin verður end-
urnýggjað er brenni aftur
komið á bálið um tey sam-
kyndu í Føroyum. Bill
Justinussen hevur nevnt tað
vera óføroyskt at verja sam-
kyndur,
meðan
Karsten
Hansen metir, at tað væl
ber til at reinsa 266b, sum
hann sjálvur orðar seg.
Hetta kann Beinta Løwe
Jacobsen, sum millum annað
er samkynd, ikki góðtaka.
- Ein politikari tosaði á
tingsins røðarapalli um at
reinsa 266b. Meinar hann
veruliga, at mann vil reinsa
ein ávísan bólk úr samfel-
agnum. Hetta er bæði skelk-
andi og ræðandi, tí tað vísir
bara, hvussu bíblian ofta
verður nýtt til lógarsmíð,
heldur enn demokratiið, og
at summir bólkar eru óvæl-
komnir til Føroyar, sigur
Beinta Løwe Jacobsen.
Hon leggur afturat, at hon
ætlar sær at flyta heim í
heyst, tí hon vil ikki verða
diskriminerað
úr
sínum
landi.
Tað var Karsten Hansen,
sum nevndi møguleikan at
reinsa 266b fyri orðingina
kynsliga orientering.
Sambandsfólk
føroyingar
Somuleiðis staðfestir hon
turrisliga, at Alfred Olsen
burdi verið fegin, nú okkurt
danskt, og sostatt óføroyskt
sær út at koma til landið.
- Løgfrøðiliga er ein før-
oyingur bara ein danskur
ríkisborgari, sum býr í
Føroyum, og tí dugi eg ikki
at síggja, hvussu Bill Justin-
ussen, ella nakar annar skal
gera av, hvat er føroyskt og
ikki. Eg haldi til dømis sam-
bandsfólk vera líka føroysk
sum tjóðveldisfólk, men
kanska skuldi Alfred Olsen
bara fegnast, at okkurt
danskt eisini kom henda-
vegin, sigur hon.
Kærleiki er
óføroyskur
Heldur ikki dugir hon at
skilja, at samkynd ikki skulu
vera føroyingar, tí hon hevur
altíð hildið, at kærleiki hev-
ur verið rættiliga føroyskur.
Hon leggur afturat, at
hóast tað kann sýnast lættari
at stýra einum samfelagi,
har øll eru eins, so er hetta
ógjørligt, tí ongin er eins,
og samkynd eru í Føroyum
og fara at vera í Føroyum
framyvir.
Ímillum hesi, sum Beinta
Løwe Jacobsen hevur undir
illgruna fyri at halda, at
kærleiki er óføroyskur er
Karsten Hansen, tá hann á
tingsins røðarapalli tosaði
um at reinsa 266b fyri
kynsliga orientering, tí hon
heldur ikki, at tað er rætt, at
taka ávísar bólkar úr 266b.
- Tað er ræðandi, at ein
tinglimur nýtir orðið reinsa
í hesum førinum. Spurning-
urin er so, um tey eisini
ætla at reinsa Føroyar fyri
samkynd? Tað er skakandi
at uppliva, at ein samfelags-
bólkur er so illa sæddur av
føroyskum politikarum, at
lógir skulu reinsast, so tær
ikki verja henda samfelags-
bólk, metir hon.
Fundamentalisman
ræður
Somuleiðis er Beinta Løwe
Jacobsen sannførd um, at
tað, hon kallar, fundamenta-
listisku kreftirnar í landin-
um hava alt ov stórt vald.
- Vit síggja fer eftir fer, at
politikarar ikki halda seg til
veruleikan, at øll eru ymisk,
men heldur miða eftir bíbli-
uni. Tað vísir seg eisini, at
politikarar, sum vóru fyri
266b ikki vilja vera við at
herða reglur um happing av
somu bólkum, og at løg-
tingið við aðru viðgerð sam-
tykti at taka 266b, stykki 2
burtur, og eisini samtykkir
at strika orðingina “seksuel
orientering” úr tveimun
øðrum greinum, vísur enn
einaðferð, at tað eru religi-
øsu
fundamentalistisku
kreftirnar, ið stýra løgtingin-
um og harvið eisini Føroy-
um, sigur hon.
Og leggur afturat, at vón-
andi fær hetta tingfólk at
vakna og hugsa um, at tað
eru menniskju tey hava við
at gera, áðrenn føroyska
samfelagið er “reinsa” fyri
øll, ið ikki hóska inn í mynd-
ina hjá ávísum politikarum,
vónar hon.
Í gjár varð við triðju við-
gerð avgjørt, at 266b stykki
2, ikki skuldi við í dagføring-
arnar av revsilógini, og hinar
broytingarnar vóru heldur
ikki við, hóast broytingar-
uppskot kom fyri ting.
Talibanar stýra í Føroyum
Vil hava
lógina upp
á pláss
Karsten Hansen er ikki í
iva um, at tað er ein
gongd leið at broyta
266b, so kynslig orienter-
ing ikki longur er partur
av lógini.
- Tey samkyndu eru ikki
øðrvísi enn nakar annar
bólkur, sigur Karsten Han-
sen, og leggur afturat, at
tað er tað hann meinar
við, tá hann sigur, at mann
burdi reinsa 266b.
Hann staðfestir somu-
leiðis, at tað hann ongan-
tíð vil ganga við til at
lóggeva positivt fyri ting-
um, sum er í stríð við
trúnna hjá honum.
- Eg havi onki ímóti
samkyndum. Eg kenni
fleiri skilafólk, sum eru
samkynd, og sjálvandi
skal tað vera pláss fyri
øllum fólkum í Føroyum,
men lógin skal vera gald-
andi fyri øll, og ikki bara
ávísar bólkar, sigur hann.
Eisini greiðir hann frá,
at hann ikki nýtir bíbliuna
at lóggeva við, men at
hon
er
meginreglan,
hann roynir at liva við.
Føroyingar háða ikki
Alfred Olsen hevur á tingi nevnt, at hann ikki kann taka
undir við 266b og tí heldur ikki 266b stykki tvey, og at
orsøkin til tað er, at tað er óføroyskt at happa.
- Eg verði ofta sagdur at gera føroyingar betri enn teir
eru, men eg haldi ikki, at føroyinga plaga at háða og
spotta hvønn annan, sigur Alfred Olsen, tingmaður. Tí
heldur hann ikki nakra orsøk vera, at hava ein 266b við
úrvaldum
bólkum,
tí
hann
heldur,
at
manna-
rættindasáttmálin, sum er galdandi fyri Evropa er ein
nógv betri loysn.
Samráðingaruppskotið orðað
Íslendska stjórnin hevur nú orðað uppskotið, sum hon fer at leggja fyri Altingið
um at tingast við ES um limaskap í samveldinum.Uppskotið bleiv í dag
almannakunngjørt á heimasíðuni hjá uttanríkisráðnum í Reykjavík.
Frammanundan hevði stjórnin kunnað umboð fyri flokkarnar í Altinginum um
innihaldið. Í uppskotinum stendur stutt, at Altingið samtykkir, at ríkisstjórnin søkir
um limaskap í Evropasamveldinum, og at úrslitið verður lagt út til fólkaatkvøðu
aftaná. Saman við uppskotinum er fylgiskjal, har tað millum annað verður
staðfest, at íslendska fólkiið fær ta endaligu avgerðina at vraka ella at samtykkja
sáttmála um limaskap í ES, tá hann er tøkur. Uppskot um umsókn og uppskot
fólkaatkvøðu verða løgd fyri Altingið samstundis í vársetuni, stendur at enda í
fylgiskjalinum.
Aleqa bjóðar ikki av
Fyri nøkrum døgum síðani segði grønlendska landstingskvinn-
an Aleqa Hammond, at hon helt seg hava betri hegni til at leiða
landsstýrið enn verandi landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen.
Tey bæði eru floksfelagar í flokkinum Siumut og dystaðust so
seint sum í fjør um formanssessin í flokkinum. Tað vakti stóran
ans, at Aleqa Hammaond aftur er til reiðar at bjóða Hans
Enoksen av, men í gjár segði hon, at tað er eingin ósemja og
heldur einki stríð um valdið í Siumut. Í einum tíðindaskrivi
segði Aleqa Hammond, at hevði bara sagt, hvørji evni ein
landsstýrisformaðu eigur at hava eftir hennara tykki. Tað var
als ikki ein avbjóðing, segði hon.
Beinta Løve Jacobsen, sum býr í
Danmark saman við unnustu síni,
kemur til Føroyar í heyst, og vil ikki vera
kallað óføroysk