Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 15. mai 2009 Vikuskifti 6 -Tá vit koma fram ímóti Pollinum, er eitt petti av gøtuni, har onkur kanska vil leiðast. Røddin hjá Eyðun Berg er rólig, sjálvt um tað eftir hondini eru meira enn 48 tímar síðani at fjallatúrurin hjá okkum byrjaði. Vit nærkast endanum, sum er Pollurin í Saksun. Vit nærkast málinum, kundi ein sagt, tí túrurin hevur ikki bara verið ein ótrúliga góður túr, men eisini ein uppgáva. Ein uppgáva, sum ikki øll eru før fyri at loysa, og tí kennist tað sum ein sigur, nú tað bara eru nakrir hundrað metrar eftir. TRYGDIN Nýggja felagið Faroe Adventure (www.faroeadventure.fo) varð stovnað fyri einum tveimum árum síðani, men tað er ikki fyrr enn nú, at tað veruliga er farið í gongd. Orsøkin til, at tað hevur tikið so drúgva tíð at koma úr startblokkunum, er fyrireikingin. Trygd er alfa og omega, og tá skipað verður fyri somikið ógvusligum túrum, sum hesum, skal fyrireikingin vera heilt í topp – og tað var hon eisini. -Um tað skuldi hent, at tit detta, so er um at koma runt á búkin sum skjótast, og so klóra niður í bøin sum ein onnur ketta, inntil tit steðga. Mikkjal Thomasen greiður frá, hvussu vit skulu gera, um tað skuldi verið so óheppið, at vit duttu av smølu rókini á veg vestureftir uppi á norðaru síðu á Djúpadalsgjógv. Her er høgt niðurfyri, men túrurin lønar seg. Eina løtu seinni standa vit heilt úti á og hyggja niður í Dalagjógv. Heilt har niðri sæst húsið hjá bóndanum, og tað er har vit skulu eta eina heita máltíð fyri at styrkja okkum til Tað tú ikki doyrt Hvør skuldi trúð tí, at tað ber til at tuska runt á hægstu tindunum í Norðstreymi, sum ein annar fjallaklintrari. At tað ber til at undir skipaðum tryggum viðurskiftur at uppliva villu víðgongdu føroysku náttúruna frá fyrsta bonki, og harafturat frá støðum, har tú ikki helt tað bar til at koma framat. Tað ber nú til við nýggja felagnum Faroe Adventure hjá Eyðun Berg, sum lovar eina víðgongda – ekstrema - uppliving, og hann reypar ikki. Upplivingin er langt út yvir tað vanliga Rapelling frammi á vatni Víðgongdur fjallatúrur Leif Láadal leif@sosialurin.fo Leiðarar á túrinum vóru: Eyðun Berg, stjóri fyri Faroe Adventure og annars politistur Mikkjal Thomasen, náttúru- og frítíðarfjeppari og eisini politistur Janus Hansen, form. í Fuglafrøðifelagnum og lívfrøðingur Hans Mikkelsen, náttúru- og frítíðarfjeppari og miðnámsskúlalærari Fakta