fríggjadagur 15. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 15
Fyrimunir
Fyrimunirnir við hesum rullandi
trolgrunninum eru, at trolið fer
betur við havbotninum, og at
tað ivaleyst eisini verður eitt
sindur lættari at tóva og harvið
sparir olju. Í fyrsta lagi nemur
grunnurin bert við botn í nøkrum
fáum støðum, meðan restin av
grunninum er lyft 5 – 7 cm upp
frá botni. At punktini, sum nema
við botnin rulla, ger, at tey ikki
seta so stór spor eftir seg. Hetta
ger, at vøkstur og annað á botni
ikki verður órógvað so nógv, sum
við einum vanligum trolgrunni, ið
tekur botn allanvegin, umframt at
hann ikki rullar. Í øðrum lagi siga
náttúrulógir, at ting, sum rulla,
eru lættari at hála fram, enn
um tey vóru føst. Hetta gevur tó
ikki so stóra sparing í olju, tí av
samlaðu orkunýtsluni er parturin
til trolgrunnin bert uml 10%.
Fyrst Føroysk verkætlan
Meðan Líggjas enn
var á lívi, gekk hann sera
høgt uppí hugskotið við
rullandi trolgrunnum. Hann
hevði hugskotini, meðan
Fiskirannsóknarstovan stóð fyri at
royna tey í verki. Alt tað vanliga
arbeiði gjørdi hann sjálvur, men
maskinverkstøð sveisaðu og
gjørdu annað stálarbeiði fyri
hann. Trolbátarnir Fiskaklettur
og Randi royndu hesi ymisku
snið av trolgrunnum. Summar
royndir vóru meira væleyðnaðar
enn aðrar, men skjótt sást at
hugskotið var áhugavert at
arbeiða víðari við.
Endar við ES
verkætlan
Í 2006 kom hesin trolgrunnur við
í eina ES verkætlan. 9 ymisk lond
eru við í hesari verkætlan, sum ES
stuðlar við 15 milliónum krónum.
Endamálið við verkætlanini
er at gera trolreiðskap meira
umhvørvisvinarligan. Hon ber
heitið DEGREE, sum stendur
fyri Developement of Fishing
Gear Reducing the Effect on the
Enviroment.
Hugskotið hjá Líggjasi var
sett saman við einum norskum
hugskoti, har grunnurin er gjørdur
úr plátum úr gummi. Burtur úr
hesum báðum hugskotunum var
ætlanin at gera ein munandi
umhvørvisvinarligari og betri
trolgrunn. Loysnin var at seta
gummiplátur ímillum hjól, soleiðis
at grunnurin bert nemur við
botnin, har hjólini eru. Hesi hjól
rulla tann vegin trolið fer. Orsøkin,
at seta plátur millum hjólini er, at
fiskur ofta hevur hug til at fara út
millum gummiskivurnar á einum
vanligum trolgrunni. Hesin nýggi
grunnurin skuldi tí, umframt at
farið betur við botninum, eisini
fiskað betur.
Royndir
Royndir við hesum nýggja
trolgrunni eru millum annað
gjørdar umborð á stóra norska
havrannsóknarskipinum G.O.
Sars, sum er millum mest
framkomnu havrannsóknarskip
í heiminum. Model royndir av
trolgrunninum eru eisini gjørdar
í einum royndartanga í Hirtshals.
Hetta verður ofta gjørt, tá
nýggj útgerð skal roynast, fyri
at síggja hvussu hon riggar.
Seinastu og endaligu royndirnar
í hesari verkætlan vórðu gjørdar
í desembur síðsta ár. Tá varð
ávirkanin á havbotnin av hesum
trolgrunni samanlíknað við
ávirkanina av einum vanligum
grunni.
Kanningar
At kanna hvussu stór ávirkanin
er á havbotnin av trolgrunninum,
er ikki nøkur einføld uppgáva.
Hetta varð gjørt við at filma báðar
trolgrunnarnar og havbotnin
áðrenn og aftaná at trolað varð.
Á trolinum vóru festir posar,
sum samlaðu alt, ið støvað varð
upp av botninum. At enda vórðu
eisini royndir tiknar av sjálvum
havbotninum, fyri at kanna
ávirkanina av lívinum í botninum.
Hesar royndir vórðu tiknar bæði
áðrenn og aftaná at trolað varð.
Lovandi úrslit
Hóast tann endaliga frágreiðingin
ikki er liðug enn, staðfesta
tey fyrstu úrslitini, at hesin
trolgrunnur fer munandi betur
við botninum enn grunnar, sum
vanliga verða nýttir. Upptøkur
vísa, at vøkstur á botni var
sera lítið órógvaður, tá tann
nýggi grunnurin varð nýttur.
Sporini frá nýggja grunninum
vóru nógv minni enn við vanliga
trolgrunninum, sum eisini hevði
størri avirkan á vøkstur á botni.
Kanningar av posunum á
trolinum vístu, at nógv minni
varð støvað upp frá botni við
nýggja grunninum. Til endans,
men ikki minst, fiskar tann nýggi
trolgrunnurin minst líka væl, sum
tann vanligi
Ger mun
Fyri eina fiskivinnutjóð sum
Føroyar kunnu slík úrslit hava
stóran týdning. Slíkar loysnir, sum
tann hjá Líggjasi, kann nýtast
sum prógv um, at føroyingar eru
tilvitaðir, tá tað snýr seg um at
fiska ábyrgdarfult. Frágreiðing
frá einari slíkari altjóða
verkætlan, sum hesari, kann
vera góð at vísa á. Umheimurin
fylgir væl við hvussu vit fiska
okkara fisk, og væntast kann,
at henda eyðgleiðing verður
enn størri í framtíðini. Krøvini
frá kundum, sum keypa okkara
fiskavørur, gerast alsamt størri,
og sambært fiskasølum spyrja
teir javnan um, hvussu og hvar
fiskurin er fiskaður. Um kundin
hevur valið millum tvær vørur,
velur hann uttan iva ta, sum er
fiskað umhvørvisvinaligari, siga
fiskasølumenn.
Umframt stuðul frá ES
varð eisini stuðul latin frá
fiskivinnuroyndum til hesa
verkætlan.
Tíverri kom Líggjas ikki at
uppliva, at hansara hugskot
skuldi koma so víða. Hann
andaðist 23. september í 2004
bert 60 ára gamal.
Nr. 92 • 15. mai 2009
Trolgrunnurin er millum
botnin og sjálvt trolið.
Endamálið við grunninum
er at verja netið í trolinum
ímóti steinum og øðrum á
botni. Har botnurin er
óslættur, og steinar eru,
verður nýttur høgur
grunnur fyri at verja trolið.
Hesir grunnar eru tungir
og ógvusligir. Á sløttum
sandbotni verða ofta nýttir
lágir og lættir trolgrunnar.
Fakta:
Mynd 4
Modellroynd av trolgrunninum
um sjómanni við í ES verkætlan