fríggjadagur 15. mai 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 • 15. mai 2009
26
inngangur
grams.fo
Tað, ið danir nevna fyri
múlaposa ella sum vit rópa
innkeyps-net, er við at gerast
stóra nýggja umhvørvis-
vinarliga tiltakið hjá matvøru-
handlum kring Evropa. Eisini
teimum sokallaðu smartu og
fínu handlunum, ið áður hava
svínað við øgiligum rúgvum av
snotiligum pakki-tilfari.
Hetta sjálvsagt fyri at spara
burtur dálkandi og óneyðuga
plastposan.
Nei, hetta er bestemt ikki
nakað nýtt uppfinnilsi! Nógv
tilvitaði skilafólk hava altíð nýtt
innkeyps-net, eisini í Føroyum.
Men tað hevur kanska ikki
verið so ”hot” ella ”cool”,
hvussu man nú vil orða seg.
Stóra fjøldin hevur uttan at
blunka keypt plastposar.
Tað er nú við at broyta seg.
Donsku handils-keturnar, m.a.
Irma og Mad&Vin í Magasin (sí
mynd) hava í seinastuni latið
framleitt innkeypsnet til fólk at
keypa fyri einar kr. 20-30. At
nýta umaftur og umaftur.
Sjálvt danska Brúkararáðið
selur nú kanska tað mest
skilagóða innkeyps-netið
nakrantíð. Sum teir siga í
tíðindaskrivinum:
”…framleiddur í roykfríum,
kemikaliufríum, pvc-fríum,
GMO-fríum, kjarnorkufríum,
eldfríum, radonfríum,
partikulfríum, torturfríum
og barnavinarligum
arbeiðsumhvørvi, uttan
nakra nýtslu av bisphenol A,
phtalatum, tungmetallum,
nanopartiklum, triclosan,
bromeraðum eldtálmarum,
formaldehyd, blýggi ella klori
og harumframt við stórum
denti á mannarættindum,
burðardygd, umhvørvi,
djóravælferð, CO2,
vakstrarhúsárini og rættin at
skipa seg í felagsskapum…”
Ja, tað verður ringt at taka!
Men hvussu er hjá okkum? Eru
innkeypsnet at fáa í matvøru-
handlarnar? Eg ørminnist um
at FK seldi innkeypsnet, men
veit ikki hvussu er nú…
Plastposar er ivaleyst ein
góð forrætning hjá nógvum
matvøru-handlum, men
sanniliga ikki fyri brúkaran
ella umhvørvið. Tað ljóðar at
sløk helvtin av øllum samlaða
vinninginum hjá Coop
Danmark, stavar frá sølu av
plastposum!
Stórbýurin San Fransico í
Kalifornia hevur tikið stigið fult
út og hevur nú bannað øllum
matvøru-handlum at selja
plastposar.
Tað tekur náttúruni 400 ár
at bróta niður ein vanligan
plastposa!
So nøkur orð um epli. Ivaleyst
eru tey flestu nú liðug at gera
eplaveltu. Undir flag ella í
mold. Tá ið tosað verður um
epli, góð epli, hoyrist sjáldan
annað enn hvussu nógv fold
tey geva ella at ikki sjúka er
í. Tað er eisini í fínasta lagi.
Men hví eru so fá, ið kunna
greiða frá eplum, ið hava
smakkað serliga væl. Hvussu
tey smakkaðu og kanska hví?
Hendan dag fekk eg eg nøkur
sjáldsom epli úr Funningi (sí
mynd). Brúnt flus, men vakurt
blá-marmoreraði innan. Skula
eitast at vera gamalt slag í
Føroyum, sum upprunaliga
stavar úr Skotlandi. Veit nakar
at siga um hetta epla-slagið?
Upsin hevur altíð verið torførur
at selja fyri góðan prís um
vit samanbera við ”fínari
og hvítari” fiskasløg sum
toskur og hýsa, men tríggjar
ferðir hesa vikuna havi eg
upplivað upsa á ovastu rók.
Eina ferð á fínari matstovu í
Keypmannahavn, stoktur og
miso-sós afturvið. Og dagin
eftir sum convenience-food í
Mad&Vin í Magasin. Her var
rái upsin settur saman við
soppasós og skuldi bert bakast
8 minuttir. Og so í gjár í Irma,
somuleiðis í Keypmanahavn.
Upsa-loins, ryggstykki, snøgt
pakkaði feskt, fyri kr. 160/kg.
Upsin er ikki so hóttur sum
toskurin og kanska eru
vónir fyri at prísurin hækkar.
Eftirspurningurin tykist eftir
øllum at døma vera hækkandi
og tey bæði fyribrigdini plaga
at ganga hond í hond.
Net, epli og upsi