fríggjadagur 15. mai 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 • 15. mai 2009
29
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Vælvera
Vit standa eisini fyri
móttøkum, brúdleypum
og líknandi
www.Gourmet.fo
Toscana
31 11 09
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Porta Via
32 11 03
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
48.433 fólk búðu í Føroyum
pr. 1. januar 2008. Og ein
netto-fráflyting á umleið
200 fólkum. Hetta siga tølini
hjá Hagstovuni. Fólkatalið í
Føroyum tykist at minka…
Eru vit so nóg nógv fólk í
Føroyum at tilbúgva okkum
til framtíðina og tær visjónir
vit hava um komandi føroyska
samfelagið? Mentunarliga,
vinnuliga, búskaparliga?
Ber tað til at skipa eina
pinkutjóð við so fáum fólkum
og við so stórum ambitiónum
um almennar stovnar,
altjóða samstarv og nærverk,
heilsuverk og skúlaverk á
hægsta norðurlendska støði?
Er grundarlag fyri tí? Er nakað
minstamark fyri hvussu lítil ein
stats-eind kann vera við slíkum
visjónum?
Ilt at siga!
Seinastu árini hava verið røddir
frammi um at fólkatalið er ov
lágt í Føroyum til at kunna
skipa seg eftir norðurlendska
vælferðar-leistinum. Nógvar
eindir gerast ov veikar og
fryktiliga dýrar upp á seg.
Kanska hevði alt verið lættari,
sterkari og meira bjart um vit
gjørdust 80.000 ella kanska
100.000 fólk í Føroyum?
Well, eg skal ikki troytta meira
við hesum.
Orðini her snúgva seg um, at
tað ikki er bara bara at gerast
við barn í vesturheiminum
í dag. Fleiri velja als ikki
at fáa børn og nógv hava
trupulleikar við fertilitetin
ella gitnaðarførinum. Tøl úr
Danmark vísa at seinastu
tíggju árini er talið av pørum,
ið fáa hjálp frá heilsuverkinum
at fáa børn, hækkað við 76
prosentum.
Sum sagt so bíða nógv í dag
við at fáa børn. Útbúgving,
yrkisleið, hús, bilur, og
uttanlandaferðir. Ja, nógvar
eru orsøkirnar til at útseta. Og
knapplia rennur tíðin undan
summum.
Men kunna vit gera nakað
sjálvi fyri at økja um okkara
gitnaðarføri, tá ið so stundin er
komin?
Tað heldur journalisturin Else
Marie Lehman, ið júst hevur
givið út bókina ”Klar til børn –
guide til sundhed og fertilitet”.
Her vísir Else Marie á hvussu
føðsla, rørsla og lívsstílur sum
heild kann ávirka likam okkara.
Bókin vegleiðir lesarin um
anatomiina hjá mannfólki og
konufólki og hvussu vit kunna
”koma í topp-form” til at
reprodusera okkum. Eisini við
at velja ella frávelja mat og
drekka.
Harafturat eru eisini góð ráð
til tey, ið fara inn í danska
fertilitets-skipanina. Hvussu
hon er skipað og hvussu vit
gerast ment eisini at fáa boðini
um miseydnaðar royndir uttan
at missa alla lívsvón.
Bókin er grundað á einum
paneli av serfrøðingum innan
øll fertilitets-øki í Danmark.
Else Marie Lehman er mamma
til 8 ára gamla Louise og hevur
sjálv verið í fertilitets-viðgerð.
Klar til børn – en guide til
sundhed og fertilitet, Else
Marie Lehman, Lindhardt
og Ringhof, 232 blaðsíðir,
innbundin, umleið kr. 276 í
bókahandlunum
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
At gerast klár
til børn