Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 210 - 31. oktober 2001 Nr. 210 - 31. oktober 2001 11 Kári Petersen Um eins nógv olja er við Føroyar, sum tað er vestan fyri Hetland, so verða føroyingar ikki fíggjarliga betri fyri enn teir eru í dag. 600 milliónir tunnur vóru upprunaliga í teimum báðu stóru hetlendsku fundun- um, og við føroysku olju- skattaskipanini er henda nøgd verd um 17 milliardir fyri føroyska samfelagið. Donsku ríkisveitingarnar eru um 20 milliardir verdar. Um olja verður funnin av umleið somu nøgd sum í Hetlandi, verða ríkisveit- ingarnar minkaðar mun- andi, møguliga verða tær minkaðar heilt burtur. Danir fáa sostatt allan fíggjarliga vinningin, um føroyingar finna olju, nevnliga 20 milliardir krón- ur. Føroyingar gerast sostatt als ikki ríkari av, at vit finna olju. Hinvegin kunnu føroyingar vinna munandi størri búskaparligt frælsi burturúr oljuvinnuni, um rætt verður farið fram. Búskaparlig ávirkan av oljuni Nógv hevur verið speku- lerað og hugleitt um hvussu oljan fer at ávirka føroyska samfelagið. Tað vil siga, um nú nøkur olja er har. Hinvegin sær tað ikki út til at nakar hevur hug at siga nakað um hvussu tað fer at ávirka Føroyar búskapar- liga, um olja verður funnin. Undirritaði skal við hesi grein geva eitt boð uppá, hvussu tað fer at ávirka Føroyar, um eins nógv olja er í føroysku undirgrundini, sum tað er í økinum vestan fyri Hetland. Er oljan 360 milliardir verd ? Avtalan um at føroyingar skuldu eiga rættin til tað ríkidømi, sum er í undir- grundini, førdi fyrr í ár til stórt rok í Danmark. Tá varð sagt í Ekstra Blaðnum, og endurgivið av føroysk- um fjølmiðlum, at oljan í føroysku undirgrundini var 360 milliardir krónur verd. Poul Schluter varð av øðrum politikarum ákærdur fyri at hava latið føroying- um hetta ríkidømið undir alt ov lagaligum treytum, nevniliga, at ríkisveiting- arnar skuldu minkast um føroyski landskassin fekk inntøkur frá oljuni. Sum vit skulu síggja er talið 360 milliardir púra órealistiskt. Hóast hetta, so varð talið 360 milliardir endurtikið upp í saman av fjølmiðlunum. Skal hetta talið vera rætt, so skulu vit finna 3-4 ferðir so nógva olju, sum funnin er vestan fyri Hetland. Harafturat skal havast í huga, at virðið av oljuni fyri landskassan bert er ein brotpartur av virðinum av oljuni, meðan hon liggur í undirgrundini. Vit fara eisini at síggja, at avtalan um at minka av ríkisveitingunum, so hvørt sum føroyingar fáa olju- inntøkur, er sera snild, sæð frá einum donskum sjónar- miði. Er nøkur olja har ? Tað, at nøkur oljufeløg tíma at leita eftir olju á mark- inum millum Føroyar og Hetland, verður av nógvum tikið sum fullgott prógv fyri, at olja er í føroyskum øki. Tað má tó eisini havast í huga, at oljufeløg hava borað vestan fyri Hetland í 10-15 ár. Útvið 100 brunn- ar eru boraðir, og bert tvey oljuøki eru funnin, sum eru vinnuliga berandi. Tað, at oljufeløg bora, er eingin trygd fyri at olja er har, men er heldur ein ábending um, at ávís sannlíkindi eru fyri, at olja er har. Um ein royndarboring út av fimm eydnast, so verður hetta roknað sum eitt gott úrslit av oljufeløgunum. Fyritreytir Vit fara í hesi greinini at nýta tær nøgdirnar av olju, sum funnar eru vestan fyri Hetland, og sum tað er vinnuliga forsvarligt at fara eftir. Oljuleiðirnar Foina- ven og Shiehallion høvdu ávikavist 250 milliónir og 350 milliónir føt av olju, tilsamans 600 milliónir føt. Roknað er við ein olju- prísi uppá 21 dollarar pr. fat. Í 1998 var oljuprísurin 10-12 dollarar, hann hevur síðan verið uppi ímóti 30 dollarar. Oljuprísurin hevur í seinastuni verið um 23-25 dollarar, men hann er sera svingandi. Nevnast kann, at í kolvetnisskattalógini hevur føroyska fyrisitingin nýtt oljuprísir uppá 17 dollarar og 25 dollarar. 21 dollarar er tí bert eitt leys- ligt met, sum hóast alt liggur miðskeiðis í teimum prísunum vit hava sæð seinastu fimm árini. Dollarin verður settur til 8 kr. Oljuprísurin er sostatt 168 kr. pr. fat. Virðið av oljuni meðan hon liggur í undir- grundini Vit kunna sostatt koma fram til, at oljan hevur eitt virði uppá 600 milliónir føt ferðir 168 kr. meðan hon liggur í undirgrundini, tað er 100,8 milliardir krónur. Kostnaðurin av at fáa oljuna upp Tað er sera ymiskt frá oljuøki til oljuøki, hvussu dýrt tað er at fáa oljuna upp. Sum tað sæst í talvuni (Framleiðslukostnaðir), so er kostnaðurin 1,5 dollarar pr. fat niðri í Saudi-Arabia, 2,5 dollarar í Azerbaidjan, 12 dollarar í norskum øki, og 13 dollarar í enskum øki. Hinvegin ger tøkniligi framburðurin, at kostnað- urin kemur longur niður við tíðini. Føroyska økið verð- ur tó roknað sum eitt torført øki, bæði tí veðrið er verri enn td. í Norðsjónum, og tí borað verður á stórum dýpi. Í føroysku oljuskattalógini verður kostnaðurin mettur til 10,5 dollarar. Hesin kostnaður skal sostatt dragast frá áðrenn ein kann koma fram til, hvussu nógv oljan er verd fyri oljufeløg- ini og landskassan tilsam- ans. Skoytast kann uppí, at tann høgi kostnaðurin er ein høvuðsorsøk til, at Føroyar ikki gerast nakað nýtt Kuwait. Virðið fyri oljufeløg og landskassan Tá kostnaðurin er frádrigin hava vit funnið fram til, hvussu nógv oljan er verd fyri oljufelagið. Sum nevnt omanfyri, er bruttovirðið umleið 21 dollarar og um kostnaðurin er 10,5 dollar- ar, so er nettovinningurin 10,5 dollarar pr. fat. Hesum vinningi skal oljufelagið gjalda skatt av til føroyska samfelagið. Um talan er um eitt oljuøki av heldur vánaligari ella vanligari dygd og stødd, so er skattaprosentið 27 %. Um oljuøkið hevur nógva olju, sum er løtt at taka upp, so kann skattaprosentið fara upp til 40 %. Í rokni- stykkinum er roknað við hampuliga góðum (rentabl- um) oljuleiðum, og skatta- prosentið sett til 33. Oljufelagið fær sostatt tveir triðingar av 10,5 dollarum pr. tunnu, tað er um 7 dollarar, meðan landskassin fær ein triðing av 10,5 dollarum pr. tunnu, tað er um 3,5 dollarar. Um oljan er 100,8 milliardir verd har sum hon liggur (ella ikki liggur), so merkir hetta, at fyri at fáa oljuna upp, so kostar hetta 50,4 milliardir, bruttoinn- tøkan hjá oljufeløgunum verður 50,4 milliardir, nettoinntøkan (tveir trið- ingar) verður 33 milliardir, meðan skattainntøkan hjá landskassanum verður slakar 17 milliardir. (Sí talvu: Virði av olju fyri landskassan) Vandin við at fáa 17 milliardir inn í búskapin Tá oljufeløgini hava gjørt so stórar íløgur, sum talan er um í slíkum førum, so eru tey í fyrsta lagi noydd at vinna so nógv av íløguni inn aftur so skjótt sum gjørligt. At framtíðar inntøkur eru minni verdar enn inntøkur her og nú, ger, at oljufeløgini hava eitt insitament afturat at taka oljuna upp so skjótt sum gjørligt. Hetta ger, at føroyski landskassin í nøkur ár fær milliardir í eykainntøkum. Um ikki rætt verður atborið, so verður tað til stóran skaða fyri føroyska búskapin um hesin peningurin verður brúktur og settur í umfar í føroyska samfelagnum. Verður peningurin brúktur, so kann hetta lættliga seta gongd á eina stóra infla- tión, sum førir til stóran lønarvøkstur, sum við tíðini kann gera føroyska vinnu- lívið ókappingarført. Tá so oljan einaferð er uppi, hava vit einki vinnulív, sum kann uppihalda føroyska sam- felagnum. Skal oljan hava nakra positiva ávirkan fyri Før- oyar, er tað sostatt alneyð- ugt at oljupengarnir verða beindir í ein grunn, so teir ikki trýsta kostnaðarstøðið uppeftir. Ein kann við tíðini taka nakað út av pening- inum, til dømis árliga realavkastið uttan at hetta ger alt ov stóran skaða á føroyska samfelagið. Føroyar verða ikki nakað Kuwait Um vit koyra 17 milliardir í ein grunn, hvussu nógv hava so 17 milliardir at týða fyri føroyska búskapin ? Um vit rokna við einum realavkasti uppá 3 prosent, so gevur hetta eina inntøku uppá 510 milliónir árliga. Roknar ein hinvegin uppá persón, so svara 17 milliardir til eina ogn hjá hvørjum føroyingi uppá 370.000 kr. Vit verða sostatt ikki millióningar av at finna 600 milliónir føt av olju. Eitt realavkast uppá 3 prosent av 370.000 gevur eina árliga eykainntøku uppá 11.000 til hvønn føroying. Talið tykist sera lítið, men hinvegin skal ein hava í huga, at tá er inntøkan býtt út á hvønn nýføðing og hvønn pen- siónist. Av tí at bert umleið 24.000 av samlaða íbúgva- talinum uppá 46.000 verða roknað uppí arbeiðs- styrkina (tey, ið kunnu og ynskja at arbeiða) so munar ein upphædd uppá 11.000 munandi meira enn tað kanska tykist í fyrsta umfarið. Niðurstøðan er, at vit ikki skulu rokna við nakrari stórari eykainntøkan frá oljuni, men at vit hinvegin fáa eitt ískoyti, sum liggur um 45.000 fyri eina familju við tveimum børnum. Ríkisveitingin verður minkað burtur. Verða vit ríkari, um vit finna olju? Tað veldst, hvørjar fyritreytir ein ann- ars setir. Tá Poul Schluter gjørdi avtalu við føroyingar fyrst í 90 árunum, um at ríkisveitingin skuldu mink- ast í mun til oljuinntøkur- nar hjá Føroyum, visti hann hvat hann gjørdi. Um ríkisveitingin er 1250 mió. kr. og veksur við prístal- inum, so hevur hon eitt samlað kapitaliserað virðið uppá 31,3 mia. kr. Hetta er tó neyvan eitt realistiskt alternativ. Hvørki føroying- ar ella danir hava áhuga í, at ríkisveitingin verður hildin á einum so høgum støði. Roknar ein hinvegin við einari ríkisveiting uppá 1250 mió., har upphæddin ikki veksur við prístalinum, so hevur ríkisveitingin eitt virðið uppá 20,8 mia. kr. Hetta er kanska eitt meira realistiskt alternativ. Í løtuni sær tað út til, at ríkisveitingin verður 900 mió. kr. (heildarveiting 650 mió. og danskar útreiðslur fyri 250 mió. kr.). Verður henda upphædd hækkað við prístalinum hevur hon eitt kapitaliserað virðið uppá 22,5 mia. Í báðum førum hevur ríkisveitingin eitt kapitaliserað virðið uppá stívliga 20 mia. kr. Um føroyingar finna olju, so verða tað sostatt danir sum fáa allan fíggj- arliga vinningin av hesum. Teir kunnu kunnu spara ríkisveitingina burtur eftir stuttari tíð, uttan at livi- støðið broytist stórvegis í Føroyum. Harvið fáa teir ein vinning uppá umleið 20 mia. í spardum útreiðslum. Føroyingar fáa sostatt ongan fíggjarligan vinning um vit finna olju. Hinvegin fáa vit eina inntøkukeldu afturat, og enntá eina inn- tøkukeldu, sum ikki fylgir útsvingunum í fiskivinn- uni. Harvið fáa vit mun- andi størri fíggjarligt sjálv- bjargni. Tað skal ikki lítisvirðast. Uttan mun til um fólk annars ganga inn fyri fullveldi ella ikki, eiga vit at stremba ímóti at gera Føroyar meira búskaparliga sjálvbjargnar. Fleiri av teimum, sum hava tikið lut í orða- skiftinum í seinastuni hava ivast í, um ein møgulig oljuvinna yvirhøvur verður til gagns fyri Føroyar og um føroyingar yvirhøvur eiga at ynskja sær, at olja er í føroysku undirgrundini. Undirritaði heldur tó, at við omanfyrinevndu fyri- treytum, og við tí fyritreyt at føroyskir politikarar halda fingrarnar langt burtur frá oljupengunum, so eru útlit til, at ein møgulig oljuvinna kann vera til stórt gagn fyri land okkara. Avleitt virksemi Undirritaði hevur einki gjørt við at meta um møgu- ligt avleitt virksemi av oljuvinnuni. Onnur orsøkin er, at tað er sera torført at meta um, hvussu stórt eitt tílíkt virksemi kundi verið, m. a. í hvussu stóran mun føroyingar kunnu gera seg galdandi í avleiddu vinn- unum. Hin orsøkin er, at tað verður torført at fáa varandi virðir burtur úr avleidda virkseminum. Sjálvt um føroyingar skuldu klára seg væl í avleiddu vinnunum, hevði tað verið sera torført at nýtt upparbeidda ser- kunnleikan í øðrum lond- um, serliga tí oljuvinnan er í minking í hinum euro- peisku oljulondunum. Sum tað sæst í talvuni (Prógv- aðar oljugoymslur), hava hvørki Danmark, Noreg ella Bretland langa tíð eftir sum oljulond. Samanum- tikið má sigast, at tað er sera torført at gera meting- ar um, hvussu stórt avleitt virksemi vit skulu rokna við, og um tað kann fáa positiva ávirkan á føroyska samfelagið í longdini. VIÐMERKINGAR Hvussu nógv er oljan verd fyri Føroyar? Hóast laksaprísurin er í botni í løtuni, eru alararnir framvegis rættiliga róligir. Størru alararnir í Føroyum siga seg hava upplivað verri støðu enn hesa áður. Teir siga seg kunna klára núverandi prísirnar í eitt ár fram ALING Heri á Rógvi Kring allan heim er prísurin á laksi farin heilt niður í botn. Tá laksurin er nógv tann størsti parturin av út- flutninginum hjá føroysku alarunum, so merkja teir tað sjálvandi eisini. Alifyri- tøkurnar eru so við og við vorðnar ein risastórur part- ur av føroyska vinnulívin- um, og árið í fjør var veru- liga eitt framúr fyri at kalla alla alivinnuna. Nógv hevur eisini verið skrivað og tos- að um, at norðmenn eiga ein fittan part av føroysku alivinnuni, men meirilutin er í øllum førum á føroysk- um hondum. Prísurin á laksi er í skriv- andi stund sera lágur, hóast hann í seinastu hevur gjørt eitt lítið lop uppeftir, men eygleiðarar seta spurnar- tekin við, um prísurin fram- haldandi fer at fara uppeft- ir. Tað eru sum heild eitt sindur ymsar meiningar um, hvussu gongdin innan alingina fer at hátta seg í framtíðini. Onkur heldur, at gongdin við lágu prísunum fer at halda fram í hálvt ár afturat, meðan onnur halda fyri, at gongdin líka so væl verður soleiðis í eitt heilt ár fram. Verri áður Millum størstu alararnar í Føroyum er ein rættiliga stór optimisma at hóma. Formaðurin í Havbúnaðar- felagnum, Hans Jocobsen, vil ikki kalla núverandi støðuna fyri eina kreppu. Eisini stjórin fyri Vestlax, Fríðmund Hansen, sigur, at teir hava upplivað verri tíð- ir enn teir gera nú, og teir eru komnir undan aftur tá, og tað eru teir væntandi eis- ini hesaferð. Hans Jacobsen vísir á, at tað í veruleikanum ikki eru nøkur smáfeløg í føroysku alivinnuni. – Øll feløgini eru rætti- liga sterk fíggjarliga, og tey klára væntandi eisini eina tíð við lágum prísum og lítlum eftirspurningi. Sum støðan er í løtuni, so missa flestu virkini einar tvær krónur av hvørjum seldum kilo í mun til framleiðslu- kostnaðin, men hetta eiga flestu virkini at kunna tola, sigur Hans Jacobsen, for- maður fyri Havbúnaðarfel- agið. Jón Purkhús, stjóri fyri Faroe Salmon, sigur, at alingin í løtuni koyrir ógvu- liga tungt, men hann metir, at teir eru førir fyri at klára núverandi støðuna í eitt ár fram. Faroe Salmon var tað føroyska alifyritøkan, sum kundi vísa á besta úrslitið í fjør. Hann sigur eisini, at teir hava havt eitt brúkiligt ár higartil, og teir í løtuni ikki vinna pening upp á laksin, men heldur ikki fáa nakað stórvegis undirskot. Fríðmund Hansen hjá Vest- lax sigur við Sosialin, at teir í løtuni missa einar tvær krónur fyri hvørt kilo, teir selja. Felags fyri allar alararn- ar, sum Sosialurin hevur tosað við er, at teir alla vænta, at gongdin fer at venda aftur til tað betra. Skerja í felag Fríðmund Hansen á Vestlax vísir á, at trupulleikin í løt- uni er, at tað er ein alt ov lítil eftirspurningur eftir laksi í løtuni. Hann vísir á, at um ein matstova áður hevði fýra laksarættir á matarlepanum, so er kanska ein nú. Alararnir tykist samdir um, at tað í løtuni ikki er tað nógva, sum teir sjálvir kunnu gera. Eingin hevur nakrar ítøkiligar ætlanir um at lækka um framleiðsluna, av teimum, sum Sosialurin hevur tosað við. Fríðmund Hansen, Vestlax, vísir á, at teir støðugt ætla at økja um framleiðsluna í tráð við gongdina á marknaðinum. Eisini tí, at teir ynskja ikki ein alt ov høgan prís á laksi. – Tað vildi verið ynskil- igt, at prísurin lá á umleið 24-25 kr./kg., har hann áður hevur ligið nógv hægri, men í løtuni er umleið 16 kr./kg, sigur Fríðmund Hansen. Jón Purkhús sær bert ein møguleika í at skerja um framleiðsluna, um allir alarar, og ikki bert í Føroy- um, skerdu framleiðsluna. Hann leggur afturat, at hann væntar ikki, at tær fyritøkur við hægstu fram- leiðslukostnaðunum fara at yvirliga longur enn eitt hálvt ár, um gongdin higar- til heldur fram. Alararnir: Eingin kreppa Alivinnan upplivir í løtuni rættiliga lágar søluprísir, men hóast skeivu gongdina, so varðveita alararnir framvegis optimismuna. Ein av stóru útflyt- arunum av føroysk- um laksi, Landshand- ilin, sigur ikki hava upplivað eina tílíka støðu á marknaðin- um áður. Tað er í løt- uni ógvuliga torført at selja laksin ALING Heri á Rógvi Landshandilin er í dag ein av teimum stóru útflytarun- um av laksi í Føroyum. Landshandilin útflytir fyri nógvar føroyskar alarar, og hava eisini fingist við hetta í longri tíð nú. Stjóri fyri Landshandilin er Finn Rasmussen, sum eisini sjálvur í tólv ár hevur fingist við at selja laks til útlendskar keyparar. Tá vit spyrja hann, hvussu støðan á marknaðinum er í løtuni, er hann skjótur at svara, at tað í løtuni, og eisini í fleiri mánaðar, er sera torført at selja laks á marknaðinum. – Tað er sera nógvur laks- ur á marknaðinum, og prís- urin hevur í fleiri mánaðar verið rættiliga lágur. Tað vísir eisini, at tað er sera nógvur fiskur á marknaðin- um, sigur Finn Rasmussen. Tað er, eftir hvat Sosial- urin skilir, heldur ikki so lætt at greiða frá, hví henda støðan er íkomin, men tað skyldast sjálvandi eisini fyri ein stóran part útboð og eftirspurningi. Finn Rasmussen vísir m.a. á, at eitt matstovur tykist ikki at hava sama og stóra áhuga fyri laksi sum heild, og hetta er eisini nak- að sum merkist. Hann torir ikki at spáa nakað um fram- tíðina. Tá vit spyrja hann, um tað ber til at kalla støðuna í løtuni fyri eina kreppu, svarar hann, at hann í øllum førum ikki hevur upplivað nakað sovorðið áður, har allur marknaðurin yvir ein kamb fer so nógv niður í prís. Sjálvur er Finn Rasmuss- en sannførdur um, at marknaðurin fer at regulera seg sjálvan aftur, men tað er ein spurningur um, hvussu langa tíð, hetta fer at taka. Útflytarin: Ongantíð upplivað sovorðið áður Finn Rasmussen, útflytari av laksi, sigur tað vera ógvuliga torført at selja laks fyri tíðina Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 11 10