mikudagur 31. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 210 - 31. oktober 2001
Nr. 210 - 31. oktober 2001
13
ELDSBRUNI
Ingrid Bjarnastein
Týsnáttina beint eftir
midnátt varð boðað frá
eldsbruna á politistøðini í
Runavík.
Eldur var komin í eini
bilhús á Selatrað. Orsøk-
in til eldsbrunan er ikki
greið enn, men málið
verður kannað, sigur
vakthavandi á politi-
støðini í Runavík.
Eingin veit, hvat kann
vera hent. Eigararnir
høvdu verið í bilhúsinum
ein tíma frammanundan,
og tá var alt í lagi.
Tað vóru trupulleikar
við at sløkkja eldin, tí tað
var ov lítið av vatni á
Selatrað. Tí noyddust
bilar at koma úr Runavík
og Søldafirði við vatni,
og tað tekur jú langa tíð.
Úrslitið varð, at alt
bilhúsið brendi í grund,
og harumframt fóru tvær
frystiboksir fullar av
kjøti frá slaktinum í
heyst fyri skeytið.
-Tað er púra burtur-
við at flyta Skipa-
sýnið vestur í Vágar,
og hvat billar lands-
stýrismaðurin sær
inn at mistonkilig-
gera tey, sum arbeiða
á Skipasýninum og
skipasmiðjurnar
sigur stjórin á Tórs-
havnar Skipasmiðju,
Poul Mohr.
ALMENNIR STOVNAR
ÚT Á BYGD
Jan Müller
Tað, sum hevur fingið
bikarið at flóta yvir hjá
skipasmiðjustjóranum, eru
úttalilsini
hjá
Jørgen
Niclassen,
landsstýris-
manni í Fregnum í farnu
viku, sum lættliga kunnu
tulkast sum at ein mis-
tonkiliggerðan av fólkun-
um, ið arbeiða hjá Skipa-
sýninum og á skipasmiðj-
unum, har Skipasýnið ger
stóran
part
av
sínum
arbeiði.
Orðini hjá Jørgen Niclas-
sen í Fregnum, vórðu hesi:
“Til ber kortini at síggja
ein fyrimun við ikki at
leggja
skipaeftirlitið
í
Miðsteðarøkið, og hann er,
at stovnurin sleppur undan,
at ov tætt samband er við
skipasmiðjurnar”. Og aðra-
staðni í greinini stendur:
“Fyri tað fyrsta arbeiðir
Skipaeftirlitið um alt landið
og ikki bara á skipa-
smiðjum. Í øðrum lagi
kunnu
skipaeftirlitsfólk
koma undir trýst, um
persónliga
sambandið
verður ov nógv.”
- Eg havi ikki hoyrt
nakað líknandi. Hvat billar
maðurin
sær
inn
at
mistonkiligera bæði tey á
skipaeftirlitinum og okk-
um, sum arbeiða á skipa-
smiðjunum,
sigur
Poul
Mohr, sum varð ovfarin tá
hann læs samrøðuna í
Fregnum. Tað fyrsta, ið
rann sær til hugs, var, at
tann, sum ilt hugsar, hann
ilt ger. Poul Mohr spyr
annars, hvat landsstýris-
maðurin meinar við, tá
hann sær ein fyrimun ikki
at leggja Skipasýnið ov tætt
upp at skipasmiðjunum. -
Man skuldi trúð, at tað var
ein aðaltátturin hjá einum
ráðharra at samskipa sam-
felagið soleiðis, at tað
virkaði sum best. Og í
hesum førum virkar tað
best, tá Skipasýnið liggur
sum tað ger í dag, nevniliga
tætt upp at skipasmiðj-
unum.
Poul Mohr heldur tað tí
vera so dundrandi skeivt at
leggja ein slíkan stovn sum
Skipasýnið
uttan
fyri
Miðsteðarøki og serstakliga
uttan fyri Havnina, har
hann hevur ligið síðani
hann varð til. - Tað sær út
sum, at hvørja ferð ein
nýggjur ráðharri kemur ella
fer úr starvi, so dregur hann
ein stovn við sær. Tað kann
ikki vera meiningin. Er tað
meiningin við yvirtøkun-
um, so skilji eg einki av tí
heila.
Við allari virðing fyri
vágamonnum heldur Poul
Mohr tó, at henda flytingin
av Skipasýninum til Vágar
bert hevur eitt endamál, og
tað er at skaffa atkvøður til
Jørgen Niclasen.
Poul Mohr heldur, at
løgmaður átti at áttalað
hetta alt fyri eitt. Tí hetta er
so avgjørt ikki at í tráð við
politikkin
hjá
eitt
nú
løgmanni um at gera sam-
felagið meira rationelt.
- Men tað er politikkurin
at leggja almennar stovnar
úti um landið. Hví tá ikki
leggja Skipasýnið í Vág-
um?
- Eg gangi út frá, at teir,
ið arbeiða á Skipasýninum
í dag vilja búgva í Havn
framhaldandi og koma tá
eisini at gjalda skatt her. So
har fær man ikki fatur í
skattapengunum. Eg havi
einki ímóti at leggja stovn-
ar úti um landið, men man
má ikki gera tað truplari at
arbeiða í samfelagnum fyri
tað. Teir stovnar, sum hava
eina so stóra tænastufunk-
tión sum t.d. Skipasýnið,
mugu ikki flytast á henda
hátt.
Skipasmiðjustjórin held-
ur, at tað kundi verið
áhugavert at vita, um lands-
stýrismaðurin í heila takið
hevur spurt fólkini, ið
arbeiða við hesum uppgáv-
um, hvat tey halda og hevur
hann kannað, hvar uppgáv-
urnar liggja! -Eg eri vísur í,
at millum 80 og 90% av
uppgávunum liggja hjá
skipasmiðjunum í mið-
steðarøkinum tvs. í Havn, á
Skálafjørðingum og síðani
í Klaksvík.
Poul Mohr vísir annars
á, at skrivstovurnar hjá
Klassanum liggja beint við
skipasmiðjurnar í Havn og
á Skála.
Hann skýrir viðgerðina
hjá landsstýrismanninum
av hesum máli sum mis-
brúk av politiskari makt.
Jørgen Niclassen mis-
brúkar sítt politiska vald
LIST
Ingrid Bjarnastein
Í Odense er latin upp í
Gallerie Rasmus fram-
sýning við føroyskum
listamanni.
Tað er klaksvíkingurin
Hanni Bjartalíð, ið sýnir
fram málningar á lørifti
og papír, umframt gra-
fikk.
Umframt
at
mála
arbeiðir Hanni Bjartalíð
við myndum til eina
føroyska barnabók. Ein
krevjandi, men spenn-
andi uppgáva, sum hann
roknar við fer at ávirka
hansara
málningar
í
framtíðini.
Høvuðspersónarnir á
myndunum kunnu vera
alt frá dukkum og mask-
um til einglar, hundar,
esil, kryplar og prins
Charles.
Handlingin kann fevna
um eina dagligdagsmynd
ella ein maskeradenat í
Klaksvík, har dagsins
veruleiki verður bland-
aður saman við gátuføri
– eitt stað har alt kann
henda.
Framsýningin byrjaði
fríggjadagin 26. oktober,
og møguleiki er at síggja
málningarnar hjá Hanna
Bjartalíð heilt fram til
leygardagin 24. novemb-
er.
Føroyingur sýnir
fram list í Odense
Hanni Bjartalíð sýnir í hesum døgum fram málningar í
Odense
Ov lítið vatn til elds-
bruna á Selatrað
Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju heldur, at løgmaður beinanvegin átti at steðgað
ætlanini hjá landsstýrismanni sínum at flyta Skipasýnið til Vágar.
Tað er sera ymiskt,
hvat útróðrarmenn
ymsarstaðir í landin-
um fáa, tá teir selja á
Fiskamarknaði
Føroya. Útróðrarmenn
í Suðuroynni hava
dagliga tann trupul-
leika, at boðið verður
ikki uppá fiskin og
verður hann tí seldur
fyri ein prís, ið er
nógvar krónur lægri,
enn útróðrarmenn
aðrastaðni fáa. Á
endaligu ársupp-
gerðini er talan um
nógvar pengar. Kanka
flutningsmøguleikarni
r eru ein orsøk, tí tað
ganga lættliga 90 tímar
hjá keypara norðan-
fjørðs at fáa fiskin úr
Suðuroynni
FISKASØLA
Dagfinn Olsen
- At prísmunurin er so
stórur ger, at ein missir
hugin at fáast við hetta.
So greiðar eru útmeld-
ingarnar, tá ein kemur á tal
við útróðrarmenn í Vági.
Útróðrarmenn í Suðuroynni
hava ásannað, at keyparar
hava ikki sama áhuga í
teirra fiski, sum í fiski
aðrastaðni í landinum. Men
samstundis eru teir greiðir
yvir, at tað er ikki góðskan
á fiskinum, ið er orsøkin.
Fiskamarknaður Føroya á
Toftum hevur eisini deildir
í Sørvági og í Vági. Sølan
fer fram soleiðis, at fiski-
menninir, seljararnir, seta
sjálvir ein minstaprís á.
Síðani koma keypararnir
inn í myndina og bjóða upp
á fiskin. Tað hevur víst seg,
at rættiliga stórur prísmun-
ur er á, tá tað snýr seg um
tey ymsu støðini í land-
inum, tí tað er ymiskt, hvar
keyparar hava áhuga at
keypa.
Spottprísur í
Suðuroynni
Hyggur ein at sølutølunum,
prísunum, og ger saman-
beringar, so finna eyguni
skjótt munin. Tí munurin er
ikki at fara skeivur av.
Hyggur ein at tølunum
hjá útróðrarmonnum í
Vági
ein
tilvildarligan
fríggjadag, so er eyðsæð, at
munur er á.
Hýsa 1 sæst t.d. fara fyri
10 krónur í einum stað og
fyri 19 krónur annað stað.
Og munurin er rættiliga
gjøgnumgangandi, um ein
hyggur søluseðlar ígjøg-
num.
Tað mesta, ið selt verður í
Vági, er júst hýsa.
- Tað er mest hýsa, ið fer
til útflutnings, men eisini
toskaprísurin er einar 4
krónur lægri í miðal, sigur
ein av útróðrarmonnunum í
Vági, Bjarni Brattaberg.
- Hetta, og at eini 10
krónur eru á muni á hýsu
ger, at menn missa hugin at
fáast við útróður, sigur
Bjarni, sum vit hitta í stovu
hansara í Vági til eitt prátt
um truplu støðuna.
Orsøkin til prísmunin er
ógreið, men staðfestast
kann, at tað verður boðið
minni uppá fisk úr Vági,
enn upp á fisk aðrastaðni.
Tosar ein við útróðrar-
menn, so skilst, at tað í
síðsta enda eru rættiliga
stórar upphæddir, ið hetta
snýr seg um. Talan kann
verða um eini 80.000
krónur, tá gjørt verður upp.
Bjarni Brattaberg sigur,
at hóast menn hava spurt
seg fyri ymsastaðni, so fáa
teir einki svar ella ymsar
útmeldingar.
- Men ynskiligt er at fáa
eitt kjak í lag um hví støðan
er sum hon er, sigur Bjarni
Brattaberg.
Hann sigur, at menn hava
tosað leingi um hetta síná-
millum, men annars hava
teir tagt við hesum. Men nú
er kanska tíð uppá at fáa
hetta fram.
95 tímar til keyparan
Nú tosað verður nógv um
farleiðina til Suðuroyar,
hava útróðrarmenn í Vági
hug at koma við einum
íkasti til kjakið.
Teir meta, at truplu um-
støðurnar hesum viðvíkj-
andi eru ein orsøk til, at
fiskakeyparar norðanfjørðs
aftra seg við at keypa fisk
úr Suðuroynni.
- Tað er so, at keypur t.d.
ein fiskakeypari í Leirvík
fisk úr Vági ein fríggjadag,
so hevur hann ikki fiskin
fyrr enn týsdag. Sostatt
hevur fiskur einar 90 -95
tímar at koma fram til
keyparan,
sigur
Bjarni
Brattaberg.
Til sammetingar vísir
hann á, at hann hevur verið
við fiskiskipi í Scrabster og
selt og tók hetta 50 tímar
aftur og fram. Dømi er
eisini um, at sluppir hava
havt 30 tímar niður á mark-
naðin.
Truplu umstøðurnar og
ørkymlandi inntøkumøgu-
leikarnir hjá útróðrarmonn-
um í Vági hava nú fingið
teir at koma fram við hes-
um, hóast trupulleikin ikki
er nýggjur. Teir vóna at fáa
eitt svar uppá, hví støðan er
sum hon er. Og teir vóna, at
eitt kjak kann fáast ílag um
hetta.
Tað kann ikki vera so
nógv øðrvísi at búgva í
Suðuroynni,
enn
aðra-
staðni, tykist vera niður-
støðan hjá teimum í Suður-
oynni, ið fáa úrtøku sína úr
sjónum.
Tungu korini seta hugs-
anirnar í gongd og víst
verður á, at øll gjalda tað
sama í landskassan og at
hóast ikki tað sama fæst
fyri vøru úr Suðuroynni, so
kosta aðrar vørur ikki
minni at keypa í oynni.
Hóast fólk eru glað fyri
at vera í oynni og trívast við
sínum starvi, so skulu
sterkar herðar til at bera, at
sølutølini dagliga bera boð
um vantandi sølumøguleik-
ar.
- Hetta er ikki hugaligt.
Hetta ger, at ein tímir ikki
at fáast við hetta meira,
sigur Bjarni Brattaberg og
skoðar út á fjørðin við
kaffikoppinum í hondini,
meðan vónin um útróðrar-
veður verður havd á lofti,
meðan gráu fylgiseðlarnir á
borðinum minna á, at vón-
irnar um góðar søluprísir
fyri útróðrarfiskin eru smá-
ar.
Útróðrarmenn sunnanfjørðs noyddir
at selja fyri spottprís
At tað kann taka einar 90 tímar at fáa fisk úr Suðuroynni til
keypara norðanfjørðs, meta útróðrarmenn kann vera ein orsøk
til, at fiskakeyparar aftra seg við at keypa fisk úr Suðuroynni.
Til sammetingar verður nevnt, at tað tekur fiskibáti 50 tímar
at fara til Scrabster at selja - aftur og fram - og at sluppir hava
havt 30 tímar niður á marknaðin
Tilvildarlig mynd
STARVSVENJING
Annika Joensen
Hósdagin
25.
oktober
klokkan
24.01,
fór
Norrøna avstað við seks
næmingum úr Runavíkar
og
Vestmanna
Skúla.
Næmingarnir vóru við, tí
tey hava øll valt Norrønu
sum starvsvenjingarpláss.
Tey hava øll verið umborð
síðani
mánadagin,
og
dámar teimum heilt væl.
Grundin til at tey hava
valt at fara umborð á
Norrønu í starvsvenjing
er, at tey vildu royna okk-
urt nýtt, og so halda tey
tað eisini vera sera spenn-
andi at sleppa uttanlanda.
Tað fyrsta tú leggur
merki til, tá ið tú sært tey
seks saman er, hvussu gott
tey hava tað saman. Tey
sita og fjasa og flenna,
men eru eisini álvarsom tá
ið tey skulu.
Beint nú hava tey eina
stutta pausu, har tey kunnu
hvíla seg inni í messuni,
men annars eru tey í
gongd allan dagin. Gent-
urnar vaska og dustsúgva
kømurni; tey vaska vind-
eygu og trappur. Tær gera
eisini mat til øll fólkini
umborð, taka av borðinum
og gera smyrjibreyð til
matstovuna.
Dreingirnir eru dekk-
arar. Teir hava til dømis
hugt allar bjargingarbát-
arnar ígjøgnum, fyri at
vita um matur og vatn og
ymiskt annað er sum tað
eigur at vera. Teir hava
eisini gjørt ymiskt annað á
dekkinum, so alt er klárt tá
Norrøna fer avstað til
Danmarkar.
Tá ið ferðafólk koma
umborð, fáa næminganir
ymiskar aðrar uppgávur.
Genturnar skulu til dømis
verða í matstovuni og taka
av borðinum og eisini
verða í køkinum og gera
mat til ferðafólkini. Tær
skulu harumframt eisini
vera í messuni onkran dag
og gera mat til arbeiðs-
fólkini.
Norrøna kemur til Dan-
markar leygardagin 27.
oktober. Tá hon hevur sett
ferðfólkini av, fer hon
víðari til Frederica, har
hon verður liggandi til
mánadagin, tí har er
okkurt smáting, ið skal
gerast.
Um tíð er, sleppa næm-
ingarnir í land ímeðan tey
eru í Frederica. Tey fáa 2-
4 tímar har tey kunnu gera
tað tey vilja. Tá spurt
verður hvat tey ætla sær at
gera, um tey fáa frí, svara
genturnar, at tær ætla sær
at keypa klæðir. Dreing-
irnir vita enn ikki, hvat teir
ætla sær, men tað skal
verða okkurt stuttligt ,siga
teir.
Tilsamans verður Norr-
øna í Danmark í 7 dagar.
Hon kemur aftur hósdag í
næstu viku og fer eisini
avstað aftur sama dag.
Tann túrin fara næmingar-
nir eisini við.
- Okkum dámar sera væl
at vera umborð. Tað er
ógvuliga
stuttligt
og
spennandi at royna tey
ymisku tingini, og fólk eru
ógvuligani fitt, siga næm-
ingarnir. Ein av teimum
vil vera við, at tað er gott
at sleppa undan skúlanum
og vera burtur frá heim-
inum í eina tíð, og hini
nikka játtandi, men øll eru
tó samd um, at tað verður
gott at sleppa heim aftur.
Í starvsvenjing umborð á Norrønu
C
M
Y
K
13
12