Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2001 15 Nr. 110 • mikudagur • 31. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Rigmor Dam Tað er ein skrøna at fryst grønmeti er ósunnari enn frískt. Hetta er kanska eis- ini ein umbering fyri ikki at eta meira grønmeti. Ein kanning frá Sønder- borg, har 498 tilvildarliga útvald fólk vórðu spurd, vísti at 80 prosent hildu, at frískt grønmeti er sunnari enn fryst. Einans 14 pros- ent hildu, at fryst grønmeti er eins gott og frískt. Matarserfrøðingurin hjá danska brúkarastovninum Forbrugerinformation, Gitte Laub Hansen, sigur, at tá talan er um heilt ný- upptikið grønmeti, sum verður gjørt til á rættan hátt, er tað sunnari enn tað frysta. Men so er ikki, tá grønmeti er uttanfyri sesong, verður goymt í fleiri mánaðir eftir at tað er fingið til høldar, verður flutt langa leiðir, og liggur og følnar fleiri dagar í grønmetisskuffuni, áðrenn tað verður kókað sundur. Í hesum førum er frysta grønmetið bæði betur og vitaminríkari. Mikroovnur eisini góður Kanningin, sum danska átakið »6 om dagen« hevur gjørt, vísir eisini, at fólk sum heild eru ótrygg við at tilgera grønmeti í mikro- ovni. 48 prosent av teimum spurdu hildu, at tað er betur at kóka grønmeti í eini grýtu enn at gera tað til í mikroovninum. Hesum vóru 27 prosent ikki samd við. – Tað er ikki so, at tað er betur at kóka grønmeti í grýtu enn í mikroovninum, sigur Gitte Laub Hansen. Tvørturímóti er mangan skynsamari at gera grøn- meti til í mikroovni. Tapið av vitaminum er treytað av kókitíðini, hitanum, nøgd- ini av vatni og súrevni, og hvussu fínt grønmetið er sundurskorið. Flestu vita- minirnar fara til spillis, tá ið grønmeti verður hitað ov leingi upp, í ov nógvum hita og í ov nógvum vatni, og við ongum loki; og tá ið grønmeti er smátt sundur- skorið, sigur hon. Vitaminir í skalinum Ein onnur leysasøga um frukt og grønmeti er, at vitaminirnar eru í skalin- um. Í kanningini frá Søn- derborg søgdu 74 prosent av teimum spurdu, at vita- minirnar eru í skalinum. 14 prosent søgdu seg verða ósamd. – Tað er ikki so, at allar vitaminirnar eru í skalin- um. Vitaminir eru í allari fruktini ella grønmetinum. Um vit til dømis taka eina sitrusfrukt, so eta vit ikki skalið. Harafturímóti eru nakað fleiri vitaminir í skalinum á súreplum, sigur Gitte Laub Hansen. Ókókað grønmeti Eitt annað, sum fleiri ímynda sær er, at rátt grøn- meti er sunnari enn kókað. Hetta hildu 79 prosent av teimum spurdu í kanning- ini, meðan 13 prosent vóru ósamd. Sannleikin er kort- ini tann, at tað loysir seg ikki at eta rátt grønmeti í staðin fyri kókað, heldur Gitte Laub Hansen, og greiðir frá, – Rátt grønmeti fyllir meira og er tí drúgvari at seta til lívs. Kókað grøn- meti er leskiligari og fyllir ikki so nógv. Tað krevur ikki so nógv at eta tað, og tí eta vit størri mongdir av kókaðum grønmeti. Hetta bøtir um vitaminmissin, av at grønmeti verður kókað. Dósafrukt ikki so galin Spurt varð eisini hvat fólk hildu um frukt í dós. Til hetta søgdu 22 prosent at ongar vitaminir eru í dósa- frukt; 50 prosent at vita- minir eru í og 28 prosent svaraðu, at tey ikki vistu. – Vitaminir eru í dósa- frukt. Men færri enn í frísk- ari frukt. Til dømis lækkar innihaldið av C-vitamin í anaRignas og fersku niður í eina helvt, tá fruktin verður goymd í dósum. Kortini eru virðismikil føðsluevni eftir í fruktini, sum er lættari at eta hjá summum, sigur Gitte Laub Hansen at enda. Fryst grønmeti er gott Føroyskur brúkarastovnur setast á stovn Tað hevur leingi verið greitt, at áhugamálini hjá brúkarunum eru sera illa vard í Føroyum. Eru trupulleikar, stendur brúkarin bæði ráðaleys- ur og verjuleysur, sigur Javnaðarflokkurin, sum í næstum fer at leggja uppskot fram, um at seta á stovn føroyskan brúk- arastovn. Vit hoyra nærum hvønn dag fjølmiðlarnar umrøða ymiskt frá brúk- arastovnum í granna- londum okkara. Tað ver- ið seg ávaringar um heilsuskaðiligar ella vandamiklar vørur, upp- lýsingar um tele-, trygg- inga ella peningaøki, kanningar av barnaút- gerð ella hvítvørum, og vanliga kunning um kost og heilsu. Men í Føroyum er ongin almennur brúk- arapolitikkur, tað er ongin skipað brúkara- kunning, og brúkarin hevur ongastaðni at leita sær hjálp, um hann held- ur seg vera fyri órætti. Hetta sigur Javnaðar- flokkurin í álitinum um brúkarapolitikk og brúk- arastovn, sum er sent til hoyringar. Eftir møgu- ligar rættingar verða lóg um marknaðarføring og lóg um brúkarakæru- nevnd lagdar fyri løg- tingið seinni í heyst. Politiskt ábyrgdarøki Tað tykist í dag sum ein sjálvfylgja, at brúkara- áhugamál eiga at røkjast sum eitt politiskt ábyrgdarøki. Royndirnar her heima og í granna- londum okkara siga okkum tað sama. Brúkaraáhugamál í okkara brúkarasamfelag eru av stórum samfel- agsligum týdningi og raka okkum øll og alt til- feingi okkara, sigur flokkurin í álitinum. Tí kunnu hesi mál ikki ein- ans røkjast á privatum grundarlagi, men eigur politisk ábyrgd eisini at vera. Ein góður almennur brúkarapolitikkur hevur ein virknan brúkara sum fortreyt, og í hesum sambandi er upplýsing- arvirksemið eitt týdn- ingarmikið amboð. Tí eiga uppgávurnar hjá stovninum at vera fjøl- broyttar og millum ann- að at fevna um eina kunningardeild við blað- virksemi og heimasíðu. Harumframt skal pen- ingur og orka setast av til kanningarvirksemi, til at samanbera dygd og prísir, og annars at gera kanningar um vørur og tænastur. Grannalondini langt frammanfyri Umframt at brúkara- áhugamál verða umboða í ymsum altjóða felags- skapum, hava granna- lond okkara eisini sett á stovn brúkarastovnar beinleiðis í miðfyrisit- ingini. Knýtt at hesum stovnum við felags skrivstovu eru Brúkara- umboð og Brúkarakæru- nevnd, sum virka óheft av miðfyrisitingini. Danmark, Svøríki, Nor- egi og Finnland hava øll skipað seg á henda hátt. Ísland hevur tó enn ikki fingið eitt brúkaraum- boð og heldur ikki eina almenna kærunevnd. Í Føroyum høvdu vit eina- ferð eitt brúkarafelag, men millum annað or- sakað av tørvandi fíggj- arorku, varð hetta niður- lagt í 1992. Bygnaður Javnaðarflokkurin skjýt- ur upp at brúkarastovn- ur, brúkaranevnd, brúk- araumboð og brúkara- kærunevnd øll eiga at samansjóast í eina eind, so tað verða tey somu fólkini, sum í mest møguligan mun taka sær av øllum. Hetta hækkar fakliga kunnleikastigið, gevur bestu tænastuna og gevur bestu úrtøkuna av almennu íløguni. Og fyri at brúkarin og vinnan í mest møguligan mun greiðir viðurskift- ini sínamillum, verður dentur lagdur á at vinna og brúkari eru javnt um- boðað í teimum nevnd- um, sum settar verða, sigur Javnaðarflokkurin í álitinum. 15 14 Nr. 210 - 31. oktober 2001 Kári P. Højgaard, tingmaður Sjálv- stýrisfloksins, er á ST aðalfundinum í New York saman við donsku sendinevnd- ini FERÐABRÆV Kari P. Højgaard New York Nú hava vit verið her eina viku og hevur hon verið hendingarík. Vit møta hvønn morgun a donsku missiónini, har gjøgnum- gongd verður av øllum, sum hendur og viðkemur teimum nevndum og ráð- um, ið eru viðkomandi fyri donsku nevndina. Alt er fleiri ferðir størri, enn ein er vanur við heim- anífraá, eisini prísirnir, men her er almikið at síggja og uppliva. Nú hava teir helst ikki postbod við somu ser- vicu, sum vit kenna tað heima i Føroyum, men tað má vera trupult at avgreiða post, tá húsini eru frá 20 til yvir hundrað hæddir. Sunnudagin vóru vit ein túr í Harlem til eina guðs- tænastu hja Firsth Corinthi- an Baptist Church. Henda guðstænastan var ikki tað, ein afturhaldandi kirkju- og missiónsmaður úr Føroyum er vanur við, men var hetta eitt ríkt upplivilsi. Tvær innsavningar, klappan, sangur og talur, bøn og for- bøn, sum vardi í samfullar tríggjar tímar. Ein sera góð- ur andi var til staðar, og kom eg at hugsa um orðini ur halgubók: »Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at røkta.« Hugsaði eisini um, hvussu okkara hirðar heima kundi fingið íblástur av sanginum og talunum, sum vóru nakað heilt fyri seg, og har orð og sangur vórðu framførd við likamsrørsl- um, sum gjørdu boðskapin viðkomandi og livandi. Ein dagin vóru vit niðri vid World Trade Center. Har er ikki nógv eftir av Twin Tower, og rýkur fram- vegis úr leivdinum. Ófatil- igt at hugsa sær, at ímyndin og stoltleikin hja New York kundi verða jarðlagt eftir so stuttari tíð. Tá vit gingu at lesa, lærdu vit sálmin »Kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur um tornini falla. Torn sukku eftir torn i grús, klokkur enn kima og kalla.« Hesi orðini komu mær til hugs, tá ein sá hesa syrgi- ligu sjón og øll fólkini, sum stóðu vid sorg og hugdu at. Lyklaorðið er: » Á Guð vit líta, saman vit standa.« Hetta orðið er prentað ymsastaðni og er drívkraft- in til at koma víðari. Allastaðni veitrar tað amerikanska flaggið, og hevur hendingin 11. sept- ember verið vid til at knýta amerikansku tjóðina saman til eina eind. Veðrið hevur verið gott, og kom hitin fyrstu 5 dag- arnar upp í 20 til 23 hitastig vid sól og klárum himli. Tað er framvegis klárt og gott veður, men nakað kaldari. Ferðabræv úr New York Okkara maður í New York hevur politieskortu Fríggjadagin eru 24 ár liðin síðani SMS lat dyrnar upp á fyrsta sinni. Í hesum sambandi er stórt føðingardags- tiltak á skránni FØÐINGARDAGUR Turið Kjølbro Føðingardagurin hjá SMS verður vanliga há- tíðarhildin við nógvum tiltøkum, í ár er einki undantak, og tað eru ser- liga børnini og teim ungu, tiltøkini eru ætlað. Tiltøkini byrja longu í dag kl. 15.00, tá ið Ung Stjørnuskot syngja og spæla á pallinum, sum er settur upp á Torginum. Ung Stjørnuskot er eitt rútmiskt kór við ungum millum 10 og 14 ár. Sigrid Sivertsen, sang- lærari, hevur ábyrgdina av kórinum. Tey hava áður framført, eitt nú í Norðurlandahúsinum, á kvøldskúlaframsýningu m og í Grasagarði. Fríggjadagin verður so stóra føðingardags- veitslan. Byrjað verður kl. 10.30, tá ið øll kunnu fáa sær kakao, køkur og Pop Top frá MBM. Eis- ini eru ballónir til børn- ini. Kl. 11.00 undirhalda Angela úr sjónvarps- sendingini Fres, klovn- urin, Hannibal og búk- talarin Absalon við sín- um dukkudreingjum, Nikláa og Korneliusi á pallinum. Seinnapartin kl. 16.00 eru tey øll aftur á pallinum. Tá fáa børn- ini ballónir. Leygardagin heldur føðingardagstiltakið fram. Kl. 14.00 er undir- hald á pallinum við Angelu úr sjónvarps- sendingini Fres og klovnunum, Hannibali, Fjotta og Bobo. Aftur hesa ferð fáa vitjandi børn ballónir. Fjotti og Bobo eru kendir fyri síni fjølbroyttu gandakynstur og sín sang. Og so duga teir eisini væl at gera ballónskapilsi. Kl. 16.00 hava Trølla-Pætur og Trølla-Omman rokk- konsert á pallinum. Aftur at sær hava tey bæði tær fýra fittu dans- andi fjørugenturnar. Tær fýra hava ikki áður verið á palli við Trølla-Pæturi og Ommuni, men tær lova eina framførslu við kendum løgum og nógv- um futti í. Brak í SMS HJÁLPIARBEIÐI Ingrid Bjarnastein Aftur í ár, eins og undan- farin ár verður skipað fyri hjálpiarbeiði á Studenta- skúlanum í Havn. Føroya Studentaskúla og HF-skeið skipar í samarbeiði við HTX í Klaksvík fyri tiltak- inum Operatión Dagsverk. Talan er um hjálpiar- beiði, har næmingarnir á skúlanum fara út at arbeiða í ein dag ístaðin fyri van- liga skúlagongd. Ætlanin er, at teir skulu út at arbeiða hjá onkrari fyritøku, handli ella líknandi, og síðani lata peningin til Operatión Dagsverk, sum síðani send- ir innsavnaða peningin víð- ari eitt hvørt hjálpiarbeiði. Í ár fer stuðulin til indianara- børnini í Chiapas í Mexico. Peningurin skal stuðla út- búgvingarmøguleikunum hjá indianarabørnunum, tí nógv av teimum hava ikki møguleika at ganga í skúla, tí tey búgva so langt frá stórbýnum. Næmingarnir skulu ar- beiða í mesta lagi í átta tím- ar fyri minst 250 krónur. Hesin peningurin kann dragast frá í skatti. Studentaskúlin og HF- skeiðið í Eysturoynni ætlar sær eisini at vera við í ár. Á studentaskúlanum í Havn søgdu tey, at tey hava teirra egnu verkætlan viðvíkjandi Operatión Dagsverk. Næstformaðurin í næm- ingaráðnum á studentaskúl- anum á Kambsdali, Birgar Larsen, sigur, at studenta- skúlin á Kambsdali ætlar sær eisini at vera við í ár, men tey hava ikki fingið nakað at vita um hetta. Tey ætla at stovna eina Operati- ón Dagsverk nevnd, men um tað ikki eydnast teimum at vera við at savna pening til indianarabørnini í Mexico, verður helst skip- að fyri øðrum hjálpiarbeiði eins og í fjør. Tað skulu nevniliga minsta lagi 80% av øllum næmingunum á skúlanum út at arbeiða. Men tað verður helst ikki nakar trupulleiki, sigur Birgar Larsen. Um tað eru fyritøkur ella handlar, ið hava hug til at fáa næmingar at arbeiða fyri seg í ein dag kunnu tey seta seg í samband við Drós Djurhuus á telefon 250279 ella Sunnuva Bæk á telefon 258881 innan 5. november. Operatión Dagsverk-dagur- in er settur at verða fríggja- dagin tann 9. november. Eisini fólk, ið hava hug til at fáa onkran at arbeiða privat fyri seg kunnu seta seg í samband við Operati- ón Dagsverk-bólkin. Operatión Dagsverk C M Y K 14