Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2001 17 Hol er nú sett á kappingarnar í darti. Fyrsta kappingin fyri einstaklingar og pør hevur verið DART Tíðindaskriv Dartárið er nú byrjað aftur og um vikuskifti skipaði Dartsambandið fyri fyrstu einstaklingakappingini. Undirtøkan var rímulig, í einmansleiki luttóku 19 leikarar og í tvímansleiki vøru 10 pør. Tað sást týðuliga, at summir leikarar høvdu vant regluliga alt summarið, meðan aðrir helst nýliga høvdu tikið pílarnar av hillini. Dartsambandið hevur leigað eitt hølið í B36- húsinum fyri veturin. Har verða allar kappingarnar hildnar, umframt at allir áhugaðir dartspælarar hava møguleika at venja har týskvøld og hóskvøld. Tað vóru serliga tveir mans, sum vóru stabilir gjøgnum alla kappingina í einmansleiki, Alvin Eg- holm og Petur Grønagarð, og teir leiktu seg eisini fram til finaluna. Petur vann í hálvfinaluni uttan trupuleikar 5-1 á Jens Albert Simonsen. Í hinari hálvfinaluni leikti Alvin móti Poul Poulsen. Poul legði seg á odda 4-1 og alt sá út til at vera avgjørt; men Alvin gav ikki upp og megnaði at vinna 4 sett á rað og harvið vann Alvin dystin 5-4. Finalan endaði við 6-2 sigri til Petur Grønagarð. Alvin megnaði at fylgja Peturi til 2-2, men so misti hann stevið og vann einki sett aftrat. Tvímansleikurin Í tvímansleiki hava serliga tvey pør gjørt um seg sein- astu árini: Poul Poulsen/ Henrik Pedersen og Alvin Egholm/Sune Rasmussen. Sune er farin til skips, og tí spældi Alvin saman við fyrrverandi makkaranum, Flemming Hansen. Alvin og Flemming funnu skjótt stevið, og teir leiktu seg fram til hálvfinaluna uttan at tapa nakran dyst. Har vunnu teir eisini uttan ser- ligar trupuleikar 5-2 ímóti Petur Grønagarð og Henn- ing Thomsen. Poul Poulsen og Henrik Pedersen høvdu heldur ongar trupuleikar við at spæla seg fram til hálv- finaluna. Og í hálvfinaluni vunnu teir 5-1 ímóti Jens Petur Poulsen og Jens Albert Simonsen. Hetta var ein illa leiktur dystur, har bert Henrik megnaði at vísa nakað serligt spæl. Tað bleiv ongantíð til tann heilt stóra spenningin í finaluni. Alvin og Flemm- ing vóru klárt betri, og vunnu finaluna lættliga 6- 1. Allir vinnararnir fingu heiðursmerki og steyp frá Balslev og vunnu sær sam- stundis tey fyrstu stigini til styrkilistan. Styrkilistin og úrslit annars eru at síggja á tekstvarpsíðu 230. Komandi vikuskiftið verður fyrsta umfarið í FM kappingini fyri lið BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Fríggjakvøldið 2. novemb- er verður fyrsta umfar av FM kappingini fyri lið spælt í Bridgehúsinum í Havn. Byrjað verður at spæla klokkan 19.30 og hildið verður fram leygar- morgunin klokkan 10.30. Liðini í 1.deild er seks í tali, og í 2.deild hava átta lið boðað frá luttøku. Ein broyting verður við kappingin í ár. Kappingar- nevndin hjá FBS hevur nú avgjørt, at dystirnir verða 28 spøl. Vanligt hevur verið, at hvør dystur er 32 spøl. Steypakappingin Um onkur ætlar sær at spæla við í steypakapp- ingini, er tíðin nú komin at tekna seg. Steypakappingin er skip- að á tann hátt, at liðini, sum hittast, sjálvi avgera nær og hvar spælast skal. Í fjør spældu níggju lið við í steypakappingini, sum eysturingar við Símini Lassaberg á odda vunnu. Opið hús Sunnudagin kl 14 var opið hús í Bridgehúsinum. Átta pør spældu við, og vinnarar gjørdust Allan Dal-Christiansen og Stein- bjørn Zachariassen. Opið hús verður í Bridge- húsinum hvønn sunnudag í vetur. FM kappingin byrjar Steypavinnararnir í bridge í fjør. Her eru teir avmyndaðir í Rottneros í Svøríki, har teir spældu kapping móti steypavinnarunum í hinum norðurlondum. Frá vinstru:Símin Lassaberg, Marner Joensen og Árni Dam Á hestinum: Árant Berjastein, sum kom við á liðið fyri Róa á Rógvu Joensen, sum gav avboð Hvussu hevði tú spælt ? S/Allir Norður Sp K10965 Hj Q3 Rú A5 Kl Q1087 Vestur Eystur Sp Q432 Sp 7 Hj K7 Hj A6542 Rú 432 Rú Q106 Kl J63 Kl A9542 Suður Sp AJ8 Hj J1098 Rú KJ987 Kl K NS: Helgi Joensen — Eyðun Joensen EV: Bogi Simonsen — Rói á Rógvu Joensen N E S V - - 1 rú pass 1 sp pass 2 sp pass 4 sp D pass pass pass Eystur byrjaði við at taka fyri hjA og kl A, og spældi ein lítlan hjartara til kongin hjá makkaranum. Vestur spældi síðani ein lítlan kleyvara, sum Norður fekk við kl 10. Hvussu skal Norður nú spæla? Sjálvandi spældi hann ein lítlan spaðara til áttuni á borðinum. Skal nakað skil vera í duplingini, má Eystur hava sp Q fjórðu! Men gakk — Vestur hevði frúnna, ein niður og ein reinan botn. Hvussu hevði tú spælt? Í einum øðrum spæli skuldi Bogi melda fyrst við hesum kortunum: Sp 8 Hj D10865 Ru 98654 Kl 53 Hann valdi at opna við 2 hj, sum vísir eina veika hond við 5- ella 6-liti í hjartara. Sjálvt um hondin var heldur veik til hetta meldið, kendi hann á sær, at tað var mótparturin, sum hevði tey góðu kortini. Næsta hond meldaði pass, og makkarin, Rói, meldaði 2ut, ið er eitt spyrjimeld. Aftur eitt pass frá mótpartinum, og Bogi meldaði við ringum tannabiti 3kl, sum vísir 5 lit og 5-7 hp. Makkarin brúkti ikki langa tíð at hugsa meir um hetta og meldaði 7hj. Bogi hevði hug at angra nú, men ov seint var — nú fingu teir ein botn, hugsaði hann. Spaðari kom út, og borðið kom niður!!!! Sp E104 Hj EKB9 Ru EK72 Kl EK10 Bogi takkaði fyri. Rútarin sat 2-2, so tað var einki bein í at vinna 13 stikk. Petur vann fyrstu kappingina Einmansleikur: Petur Grønagarð, Alvin Egholm, Jens Albert Simonsen og Poul Poulsen. Kappingin fyri pør. Afv: Flemming Hansen, Alvin Egholm, Poul Poulsen og Henrik Pedersen. Ffv: Jens Petur Poulsen, Jens Albert Simonsen, Petur Grønagarð og Henning Thomsen 17 Esbjerg tapti fyri aðru ferð í níggju dystum til AB, sum er ósigrað í tíggju dystum á rað. Bæði Esbjerg og AB teljast millum teirra, sum royna at hanga í avgjørda oddaliðnum Brøndby SUPERLIGAN Jóannes Hansen Einasti føroyingurin, sum var á vøllinum í fjúrtanda umfarinum í superliguni, var Christian Høgni Jacob- sen. Tá tað mánakvøldið rest- aðu 22 minuttir av upp- gerðini á regntunga heima- vøllinum í Esbjerg, gjørdi venjarin, Viggo Jensen, av, at føroyski landsliðsmað- urin skuldi á vøllin. Hann varð settur inn fyri Henrik Nielsen, sum saman við álopsfelaganum og liðfor- manninum, Jess Thorup, hevði havt stórar trupul- leikar ímóti sera sannfør- andi AB miðverjuni, har makkarin hjá Martini Al- brechtsen, sum er í lands- liðshópinum, er fyrrverandi liðfelagin hjá Jákupi Mikk- elsen í Herfølge, Steven Lustü. Christian Høgni Jacob- sen fekk ikki teir stóru møguleikarnar at gera um seg. Tá hann kom á vøllin, var støðan 1–1, og tað tóktist sum um bæði liðini vóru nøgd við at fáa eitt stig í part. Steven Lustü hevði høv- uðsleiklutin, tá AB tólv minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið. Hann varð feldur í brotsteiginum, og besti maður á vøllinum, Michael Johansen, sendi í netið úr ellivu metrum. AB var eitt lítið vet betri enn Esbjerg, men tað hevði einki forgjørt verið í tí, um dysturin hevði endað javn- ur. Miðverjin Martin Al- brechtsen stútaði í 39. minutti AB framum eftir horna, og Jan Kristiansen javnaði í 61. minutti við rimmar skoti úr 25 metrum. Hetta var bara onnur ferðin, at Esbjerg tapti seinastu níggju dystirnar. Síðst teir taptu, var tað eisini ímóti AB. Hjá AB gongur strúkandi. Hetta var tíggjunda ferðin upp í slag, at teir fóru av vøllinum uttan at hava tapt. Tað røkist einki fyri, at danski fótbólturin fer í vetrarfrí. Leikskráin sigur, at síðsta umfarið undan vetrarsteðginum ikki verð- ur spælt fyrrenn sunnu- dagin 9. desember. Brøndby økti Størsta áhugan millum áskoðararnar sunnudagin hevði dysturin í Århus. 19.279 møttu upp fyri at vera vitni til, um góða gongdin hjá AGF seinastu vikuna skuldi halda fram. Eftir at teir høvdu fingið 20 milliónir, vann AGF næst- síðsta mánakvøld 4–1 í Aalborg. Men hesa ferð gekk tað ikki. Brøndby legði seg á odda beinanvegin, og hóast AGF javnaði í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað Brøndby í 2. hálvleiki at skora sigurs- málið. Munurin millum Brønd- by og AaB á næstfremsta plássinum øktist enn eina ferð. Fyri aðru ferð á rað lótu teir í AaB fýra mál fara ígjøgnum, og fyri aðru ferð á rað var talan um eitt mótstøðulið úr Jyllandi, sum er í tunga endanum í superliguni. Hesa ferð var AaB í Vejle. Heimaliðið kom á odda við tveimum málum, men AaB kom afturíaftur og javnaði. Men síðstu løtuna spældi Vejle mót- støðumenninar niður og norður og skoraði tvey mál afturat. Nýtt álop FCK, sum hevur UEFA Cup dystin í Amsterdam ímóti Ajax hóskvøldið at hugsa um, hevði tveir nýggjar spælarar í álopin- um hesa ferð. Tað var neyðugt, eitt nú tí Todi Jónsson, tíverri, framvegis er skaddur. Í álopinum vóru Peter Møller og georgiski Mikhail Ashvetia, sum var væl upplagdur. Zuma var als ikki við, og Heine Fernandez var á beinkinum. 13.780 áskoð- arar vóru vitni til málleysan 1. hálvleik. Beinanvegin eftir hvíldina skoraði mið- vallarin Christian Poulsen fyri FCK, men FCM javnaði til endaliga úrslitið 1–1. Botnurin Eftir tapið ímóti Brøndby er AGF niðanfyri niður- flytingarstrikuna, men tað er ivaleyst bara ein spurn- ingur um tíð, hvussu leingi teir vera har. Verri stendur til hjá Lyngby. Teir eru omanfyri strikuna, men teir hava tapt nógv síðstu tíðina. Nú tykist vera greitt, at super- liguliðið fer at flyta úr Lyngby og til Ballerup. So er spurningurin, hvussu tað verður við spælarunum. Venjarin, Poul Hansen, sum áður hevur sagt, at hann ætlaði at rýma, tá sáttmála- skeiðið var runnið komandi ár, er ikki so avgjørdur, nú tað er greitt, at liðið fær ein nýggjan heimavøll. Sunnudagin hevði Lyng- by vitjan av OB, sum fram- vegis ikki hevur pláss fyri Johan B. Hansen í besta hópinum. 1.147 áskoðarar møttu upp, og teir sóu gest- irnar vinna 3–2. Silkeborg hevði vitjan av Viborg. Felags fyri bæði liðini var, at tey skiftu venj- ara í síðstu viku. Hvørki liðið vildi tapa, og so endaði tað 1–1. Nr. 210 • mikudagur • 31. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Politisku leiðararnir í Danmark, Svøríki, Noreg og Finlandi kunngjørdu mánadagin, at teir stuðla eini felags norðurlendskari umsókn um at sleppa at hýsa Europameistaraskapinu m í fótbólti í 2008. Tey londini, sum vilja hýsa hesi kapping, skulu gera vart við seg innan mai mánað komandi ár. Í løtuni er greitt, at Norð- urlond koma at kappast við Skotland, Ungarn, Eysturíki/Sveis og Grikkaland/Turkaland. Verður tað, sum Norð- urlond vilja, skal EM spælast í teimum fýra stóru Norðurlondunum. Kunningarstjórin í danska fótbóltssam- bandinum segði á mid- degi mánadagin við Út- varpið, at Føroyar kunnu sleppa upp í part, tá tað snýr seg um ráðstevnur. Føroyar sleppa ikki at hýsa nøkrum av dystun- um í endaspælinum. ek Norðurlond vilja hava EM Christian Høgni var einasta føroyska umboðið Christian Høgni Jacobsen kom á vøllin mánakvøldið, tá Esbjerg tapti á heimavølli fyri AB. Christian Høgni spældu seinastu 22 minuttirnar Mynd: Álvur Haraldsen Hóast graslíkisteppið í Klaksvík varð skift fyrr í ár, eru hyljarnir, sum vóru orsøkin til útskiftingina, farnir at ger um seg aftur. Klaksvíkar kommuna kannar nú, hvat er galið VØLLUR Eyðun Klakstein Nærmasti granni hjá fót- bóltsvøllinum í Klaksvík er mentanarhúsið Atlantis. Men meðan Atlantis er komið upp undan vartskorp- uni aftur, standur partur av vøllinum undir í vatni. Seinastu dagarnar hevur tað verið sjón fyri søgn, at trupulleikarnir við hyljum á graslíkisvøllinum í Klaksvík eru ikki loystir, hóast nýtt grasteppi varð lagt á í ár. – Hetta er ómetaliga keðiligt, tí vit hava fingið ein nýggjan og góðan vøll, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Skift teppið Nógv fólk munnu minnast tiltikna dystin í Klaksvík, tá KÍ vann meistaraskapin í 1999. Dysturin ímóti ÍF varð spældur á einum vølli við nógvum hyljum, og hesir hyljar, sum komu á vøllin, tá tað regnaði ill, gjørdu, at nýtt teppi varð lagt á vøllin. Hetta varð gjørt hóast vøllurin var óslitin annars. Klaksvíkar kommuna og fyritøkan Polytan gjørdu semju um, at nýtt teppi skuldi leggjast á. Hetta varð gjørt fyrr í ár, og síðani hava eingir trupulleikar verið á vøllinum, tá nógv regn hevur verið. Ikki fyrr enn nú, fótbólts- kappingin er av. Seinastu dagarnar hava hyljar verið at sæð aftur á vøllinum, og serliga í horn- inum við Atlantis, har størsti hylur plagdi at vera, hevur aftur nógv vatn ligið á vøllinum. Kanna vøllin Steinbjørn Jacobsen sigur, at Polytan skal eftirkanna vøllin fyri at tryggja, at alt er í lagi, men hetta er ikki gjørt enn. – Vit eru nú farin at kanna, hvat kann verða galið við vøllinum, og um vit møguliga eiga orsøkina. Vísir tað seg, at vit kunnu gera okkurt fyri at loysa trupulleikan, so verður tað gjørt beinanvegin. Eiga vit ikki trupulleikan, so má Polytan taka sær av honum, sigur Steinbjørn Jacobsen. Á gamla vøllinum plagdi vatnið at renna frá, tá ið tað gjørdist turt í veðrinum, men seinastu daganar hevur hylurin verið óvanliga drúgvur. Ein súgvibilur hjá kommununi var á vøllinum í gjár fyri at fáa vatnið burt- ur, so vøllurin og undir- lendi kann kannast. – Tað er serliga ein partur av vøllinum, har vatn savn- ast, og vit royna nú at finna út av, hvat kann vera galið har, sigur borgarstjórin í Klaksvík. Hyljarnir spøkja aftur Í gjár fóru menn hjá Klaksvíkar kommunu undir at kanna ein part av fótbóltsvøllinum, har vatn framvegis savnast Mynd: Eyðun Klakstein C M Y K 16